Seint mánakvøldið kom A-landsliðið við monnum til Tblisi í Georgia. Ferðin gekk væl, umstøðurnar umborð á flogførunum vóru góðar, og í hópinum er sera gott lag á monnum.
Eftir morgunmat, gongutúr og fund, fekk FSF Varpið orðið á Viljorm Davidsen, ið enn einaferð er partur av landsliðnum.
– Tað er altíð gott at síggja allar aftur, og nú gleða vit okkum til at koma í gongd við fyrireikingarnar, sigur varaliðskiparin millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.