Droymir tú um at liva av at spæla fótbólt uttanlands? Ella umhugsar tú at sameina fótbóltsleiðina við útbúgving ella arbeiði? Óansæð, hvør tín dreymur er, so eggja vit tær til at fylgja dreyminum og leggja neyðugu orkuna í at fáa so nógv sum gjørligt burturúr tíni fótbóltsleið. Niðanfyri vísa fýra spælarar okkum, hvussu teirra fótbóltslív sær út – kanska fært tú íblástur!
Ásla Johannesen – fulltíðarprofessionell í Svøríki
Kára Sigurdsson – ungdómskontraktspælari í FC Nordsjælland
Sara Samson Shaki – landsliðsspælari og lærlingur
Sanna Svarvadal – landsliðsspælari og lesandi á Setrinum
Kostur og matvanar hava stóran týdning fyri, hvussu væl tú kanst avrika sum fótbóltsspælari, og tí er tað skilagott at geva kostinum gætur. Hvat og nær skalt tú eta, fyri at vera so væl fyri til venjingar og dystir sum gjørligt? Og hvørjar eru “go-to” uppskriftirnar hjá nøkrum av okkara bestu spælarum? Alt hetta fært tú svar uppá niðanfyri.
Rætta brennievnið – ein animatiónsfilmur, sum gevur tær grundleggjandi forstáilsi fyri, hvussu maturin ávirkar tíni avrik sum fótbóltsspælari
Tá vit nú skilja munin millum ymisku kostbólkarnar, lat okkum so hoyra, hvussu vit kunnu brúka hesa vitanina í gerandisdegnum. Hvussu skulu vit leggja okkara máltíðir til rættis gjøgnum ein langan dag við eitt nú skúla, venjing og/ella dysti? Svarini fáa vit í framløguni niðanfyri.
Kostur og matvanar – Eli N. Leifsson, kropsligur venjari í FSF greiðir frá og gevur góð ráð
Tað hevur sostatt stóran týdning at hugsa um, hvat fyri brennievni vit geva kroppinum at arbeiða við. Vilt tú hava íblástur frá nøkrum av Føroya fremstu spælarum? So kanst tú hyggja at videobrotunum niðanfyri. Harumframt fært tú her yvirlit yvir tilfar og uppskriftir hjá spælarunum.
Fyrimyndir í køkinum – seks spælarar vísa okkum teirra “go-to” máltíðir og uppskriftir til dystardagar og millummálar
Árni Fredriksberg
Fridrikka Klementsen
Óluva Allansdóttir Joensen
Pætur Petersen
Sara og René Shaki
Tórunn Højgaard Joensen
Í skiftinum frá barnafótbólti til ungdóms- og seinni vaksnamannafótbólt, er tað skilagott at byrja við styrkivenjing. Men tað er alneyðugt, at styrkivenjing gongur fyri seg við skili og skynsemi, serliga fyrstu tíðina. Niðanfyri fært tú grundleggjandi vitan um styrkivenjing, sum tú eigur at byrja við at hyggja eftir. Eftir hetta finnur tú styrkivenjingarprogramm at taka útgangsstøði í, umframt videoupptøkur, sum vísa øvilisini gjørd rætt.
Um tú ongar royndir hevur við styrkivenjing, so er tað eitt gott hugskot at tosa við venjaran hjá tær og/ella onnur vaksin rundanum teg, áðrenn tú byrjar.
Styrkivenjing – Eli N. Leifsson, kropsligur venjari í FSF greiðir frá og gevur góð ráð

Styrkivenjingarætlan
Her finnur tú styrkivenjingarætlan, sum tú kanst fylgja. Ætlanin er í fimm stigum, har tú byrjar við fyrsta stigi og líðandi kanst arbeiða teg upp eftir stiganum. Um tú longu hevur royndir við styrkivenjing, so er tað kanska hóskandi hjá tær at byrja longur uppi á stiganum. Minst til at gera tær ómak við at gera venjingarnar rætt og lurta eftir tínum egna kroppi.
Armboyggingar
Bulgarian Split Squat
Glute Bridge
Hopp
Jumping Lunges
Landmine press
Longdarlop
Nordic Hamstring
Planka
Pull-ups
Russian twist
Síðu Planka
Squat
Swiss Ball Leg Curl
Bestu spælararnir hava øll til felags, at tey brúka nógva tíð uppá frítt spæl við bólti og/ella sjálvvenjing. Niðanfyri fært tú íblástur til venjingar, sum tú kanst gera sjálv/ur, tá tað hóskar tær. Bjóða tær sjálvum av og nýt eisini hugflogið til at finna nýggj spøl og mátar at venja uppá.
Skalla
Avlevering móti vegg
Avlevering við vending
Dribla skjótt
Dripblimynstur
Halvtliggjandi vristspark
Jonglera
Skjótleikavenjing
Í nýggjari poddvarpsrøð hoyra vit spælarar og familjur fortelja um leiðina til yrkisfótbólt uttanlands
Tit kunnu lesa meira um podcastin vit hava gjørt, á okkara tíðindagrein um “Tann útlenski dreymurin” her.
Tú kanst eisini lurta eftir poddvarpsrøðini her:
Um “Droym stórt” verkætlanina
Við “Droym stórt” verkætlanini vilja vit eggja fleiri føroyskum spælarum at seta sær stór mál og arbeiða hart fyri at røkka teimum.
Fyrst í 2025 spurdu vit spælararnar í FSF úrvalsvenjingini og á ungdómslandsliðunum, hvat tey kundu hugsað sær at lært meira um í mun til teirra fótbóltsleið. Evnini, sum vóru greitt mest eftirspurd, vóru:
Framtíðarmøguleikar í fótbólti, kostur & matvanar, íblástur til sjálvvenjing og styrkivenjing
Á hesari síðuni hava vit framleitt og savnað læruríkt tilfar um júst hesi evnini, sum vit vóna kann eggja ungum føroyskum fótbóltsspælarum til at droyma stórt og arbeiða hart. Umframt tað arbeiðið, sum spælarar sjálvi kunnu leggja fyri dagin, so hevur eitt stuðlandi bakland eisini stóran týdning.
Tí hava vit eisini framleitt poddvarpsrøðina “Tann útlendski dreymurin”, har vit hoyra spælarar sjálvar og familjulimir greiða frá dreyminum um yrkisfótbólt uttanlands.