Bólkur A: Føroyar (vertir), Holland, Eysturríki, Norra

Bólkur B: Spania (verandi meistarar), Italia, Pólland, Frakland

Tórsvøllur

Við staðseting í Gundadali nærhendis miðbýin í Havn, er tjóðarleikvøllurin lættur hjá vitjandi at finna. Hetta er størsti leikvøllur í landinum og heimavøllur fyri føroysku A-landsliðini.

Á Djúpumýru

Vøllurin á Djúpumýru liggur í hjartanum í Klaksvík, næststørsta býnum í Føroyum. Hetta er heimavøllurin hjá Klaksvíkar ítróttarfelag, sum er eitt av mest vinnandi fótbóltsfeløgum í landinum.

Kappingin endar við einari stórari finalu á Tórsvølli 17. mai, har nýggi evropameistarin verður funnin.

Sjálvboðin

Verð sjálvboðin!

Hevur tú áhugað í at vera ein partur av hesum søguliga tiltakinum? Vit leita eftir eldhugaðum sjálvbodnum til at hjálpa við ymsum uppgávum, meðan kappingin er.

Hetta er ein serstakur møguleiki at uppliva kappingina innanifrá og at vera ein týðandi partur av hesum serliga tiltakinum.



Trýst her fyri at gerast sjálvboðin!

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.