Bólkur A: Faroe Islands (hosts), Netherlands, Austria, Norway
Bólkur B: Spain (holders), Italy, Poland, France
Tórsvøllur
Staðsettur í Tórshavn, høvuðsstaðnum í Føroyum, er Tórsvøllur tjóðarleikvøllurin hjá Føroyum. Hann liggur í Gundadali tætt miðbýnum, og er hann tí lætt atkomuligur fyri vitjandi.
Áskoðarapláss: 1300 setur (Til WU17 Euro 2025).
Vøllur: Graslíki.
Søga: Tórsvøllur varð tikin í nýtslu 9. juli 1999 og varð bygdur sum ein nútímans leikvøllur til altjóða dystir í staðin fyri gamla tjóðarleikvøllin á Svangaskarði í Toftum. Leikvøllurin hevur fingið fleiri dagføringar, harímillum uppsetan av ljósum í 2011 og ein umfatandi dagføring í 2021, har nýggj sitipláss og betri fasilitetir vóru lagdir afturat, eisini vóru ljósini dagførd í 2023.
Á Djúpumýru
Staðsettur í Klaksvík, næststørsta býnum í Føroyum, er á Djúpumýru heimavøllurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag (KÍ), einum av mest vinnandi fótbóltsfeløgunum í landinum.
Áskoðarapláss: 800 setur (Til WU17 Euro 2025).
Vøllur: Graslíki.
Søga: Leikvøllurin hevur verið eitt týdningarmikið ítróttarstað í Klaksvík í áratíggju. Fyrsti dysturin var leiktur 18 august 1912 har KÍ tók ímóti HB. Í 2019 varð leikvøllurin og húsið dagført munandi fyri at lúka altjóða krøv, soleiðis at hann nú kann hýsa europeiskum dystum og øðrum stórum tiltøkum.
Søgulig fótbóltshátíð í Føroyum
Frá 4. til 17. mai 2025 verða Føroyar vertir fyri UEFA U17 EM-endaspælinum hjá kvinnum – ein søgulig fótbóltskapping fyri land okkara! Hetta er fyrstu ferð, at ein so stór altjóða fótbóltskapping verður hildin her, og vit fáa møguleikan at uppliva nakrar av bestu ungu fótboltaleikarunum í Evropa. Sum vertstjóð luttekur føroyska U17-landsliðið eisini, og hetta gevur okkum eitt serligt høvi at heppa á okkara egnu!
Kappingarleisturin
EM-endaspælið verður skipað við 8 liðum, sum kappast um meistaraheitið. Kappingin er skipað í tveimum bólkum við fýra liðum í hvørjum. Hvørt lið spælir tríggjar dystir í bólkaspælinum, og samanlagt verða 12 dystir avgreiddir áðrenn hálvfinalurnar.
Samanlagt verða 7 dystir spældir á hvørjum vølli – Tórsvølli og á Djúpumýru. Hálvfinalurnar verða býttar millum hesar báðar leikvøllirnar, meðan áttandi og seinasti dysturin, sjálv finalan, verður leikt á Tórsvølli í Tórshavn, har nýggi evropeiski meistarin verður funnin.
Ein partur av víðari søgu
Endaspælið er meira enn ein EM-kapping. Hetta er eisini vegurin til FIFA U17 HM 2025 fyri kvinnur, sum verður hildin í Marokko 17. oktobur til 8. novembur. Hetta merkir, at vit fáa høvi at síggja nakrar av framtíðar heimsstjørnunum stríðast um plássini á altjóða pallinum.
Lat okkum gera hetta til eina fótboltsveitslu, sum vit seint fara at gloyma! Kom og stuðlað okkara U17 kvinnuliði og uppliv søguligar fótbóltsdagar í Føroyum!
Ver við!
Henda kappingin snýr seg ikki bert um fótbólt, men er eisini ein serlig løta fyri okkum øll at savnast og njóta tað, sum ger Føroyar heilt serligar. Tað verður eitt upplivilsi fyri okkum sum fótbóltstjóð, har vit kunnu vísa á okkara egnu siðir millum annað samanhald og áhuga fyri fótbólti.
2023/24: Spania (Svøríki)
2022/23: Frankaríki (Estland)
2021/22: Týskland (Bosnia og Hersegovina)
2019/20 & 2020/21: Einki endaspæl
2018/19: Týskland (Bulgaria)
2017/18: Spania (Litava)
2016/17: Týskland (Kekkia)
2015/16: Týskland (Hvítarussland)
2014/15: Spania (Ísland)
2013/14: Týskland (Ongland)
2012/13: Pólland
2011/12: Týskland
2010/11: Spania
2009/10: Spania
2008/09: Týskland
2007/08: Týskland
Legacy-verkætlanin fyri UEFA WU17 2025 í Føroyum
Legacy er ein fastur partur av øllum UEFA-endaspølum fyri gentur og kvinnur, sum skal tryggjað at kappingin ikki bert er eitt hæddarpunkt í løtuni, men eisini skapar varandi menning. Vanliga verður sjóneykan sett á at økja um luttøkuna, men eisini á evni, sum hava serligan týdning fyri gentusíðuna.
Føroyar hava lutfalsliga heimsins hægsta luttøkutal í fótbólti. Hóast 9,4% av føroyskum kvinnum eru skrásettir spælarar, er tað avbjóðandi at menna tær bestu og geva teimum møguleikan at røkka altjóða hæddum. Tí hevur Legacy-verkætlanin í UEFA WU17 2025 eitt greitt fokus: at styrkja føroysku úrvalsleiðina hjá gentum í aldrinum 13-16 ár. Verkætlanin miðar eftir at bróta forðingar og skapa bestu fortreytirnar fyri, at fleiri gentur kunnu fáa eina yrkisleið í fótbólti – eins og nógvir spælarar hjá monnunum hava havt í áravís.
Mál og átøk í Legacy-verkætlanini
Verkætlanin fevnir sum heild um seks átøk, sum taka útgangsstøði í fótbólti, íblástri og mentan. Tá tað kemur til fótbóltsførleika, verður dentur lagdur á menningarætlanir fyri gentur og vegleiðing til venjarar, sum kunnu stuðla teirra menning. Íblásturin kemur millum annað ígjøgnum tiltøk í samband við WU17-endaspælið, sum skulu eggja spælarum, og kunningartilfar, ið gevur teimum innlit í, hvat krevst fyri at røkka hægsta stigi í fótbólti. Mentanarliga menningin fevnir um kunning til foreldur um, hvussu tey kunnu skapa eitt stuðlandi heimligt umhvørvi fyri spælararnar, og til skúlar og arbeiðsgevarar, sum kunnu hjálpa til við at finna eina javnvág millum fótbólt, skúla og arbeiði. Við hesum átøkum vil Legacy-verkætlanin tryggja, at teir evnaríku spælararnir í Føroyum fáa bestu møguleikar fyri at mennast – bæði á vøllinum og uttanfyri.
Ein dreymur, sum kann blíva veruleiki
Mong hava víst á, at tað ber til at gerast yrkisleikari, men fortreytirnar eru ymiskar fyri menn og kvinnur. Higartil hava vit sæð fleiri mannligar spælarar taka stigið inn í yrkisfótbólt, meðan tað á kvinnusíðuni enn er serstakt. Har mannligir spælarar hava havt greiðar møguleikar at taka næsta stigið, krevst ofta at kvinnuligir spælarar sjálvar fara út at leita eftir møguleikum.
Við Legacy-verkætlanini vilja vit gera tað lættari hjá føroyskum gentum at fylgja sínum dreymi um at røkka hægsta støði í fótbólti – við einum betri og skipaðum grundarlagi her heima. Tað byrjar við einum dreymi.
Verð sjálvboðin!
Hevur tú áhugað í at vera ein partur av hesum søguliga tiltakinum? Vit leita eftir eldhugaðum sjálvbodnum til at hjálpa við ymsum uppgávum, meðan kappingin er.
Hetta er ein serstakur møguleiki at uppliva kappingina tætt uppá og at vera ein týðandi partur av hesum serliga tiltakinum.
Official global sponsors