Øssur Hansen hevur tikið við sum venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum. Harvið eru seinastu brikkarnir í samband við landsliðsvenjararnar hjá FSF komnir upp á pláss

——————

– Aftur í ár verður talan um eitt sera stórt landsliðsvirksemi, og til tað krevst nógv fólk. Vit eru tí óalmindiliga glað fyri, at alt nú er komið upp á pláss, og at øll liðini enn einaferð hava fingið væl skikkaðar venjarar.

Soleiðis sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Hvørt ár er tað ein stór kabal, ið skal ganga upp, tá alt landsliðsvirksemið hjá FSF skal leggjast til rættis. Og í 2023 verður als einki undantak – heldur tvørtur ímóti.

– Sum tað sær út nú, so seta vit aftur í ár met í landsdystum. FSF hevur í alt ellivu landslið, sum í ár koma at spæla eini 60-65 dystir tilsamans. Hetta setir stór krøv til okkum, men eg haldi at vit eru væl stillaði á øllum liðunum, sigur Pætur Smith Clementsen.

Seinasti brikkurin í venjarakabalini var at seta venjara til U19-landsliðið við dreingjum. Og nú er avtala gjørd við Øssur Hansen, um at standa á odda fyri liðnum. Avtalan er í fyrstu atløgu galdandi fyri hetta árið. Hjálparvenjari verður Christian Høgni Jacobsen, meðan Geza Turi verður málmansvenjari.

Í september skal U19-landsliðið spæla tveir venjingardystir móti Gibraltar, og í november er EM-undankapping á skránni í Kroatia, har Føroyar skulu spæla móti Kroatia, Ísrael og Armenia.

U15 Dreingir
Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari
Jens Erik Rasmussen, hjálparvenjari
Trygvi Mortensen, málmansvenjari

U15 Gentur
Sigtór Petersen, høvuðsvenjari
Allan Smedemark, hjálparvenjari
Bára Joensen, málmansvenjari

U16 Dreingir
Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari
Tóki Klakk Olsen, hjálparvenjari
Magnus Emil Poulsen, málmansvenjari

U16 Gentur
Eyðvør Jakobsen, høvuðsvenjari

U17 Dreingir
Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari
Rógvi Poulsen, hjálparvenjari
Magnus Emil Poulsen / Fróði Clementsen, málmansvenjari

U17 Gentur
Eyðvør Jakobsen, høvuðsvenjari
Jákup Mortensen / Jakoba Langgaard, hjálparvenjari
Simona Heinesen, málmansvenjari

U19 Dreingir
Øssur Hansen, høvuðsvenjari
Christian Høgni Jacobsen, hjálparvenjari
Geza Turi, málmansvenjari

U19 Gentur
Pætur Smith Clementsen, høvuðsvenjari
Rúna Bjartalíð, hjálparvenjari
Gunnar Sørensen, málmansvenjari

U21
Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari
Atli Gregersen, hjálparvenjari
Trygvi Askham, málmansvenjari

A-landsliðið menn
Håkan Ericson, høvuðsvenjari
Eli Hentze, hjálparvenjari
Jákup Mikkelsen, málmansvenjari

A-landsliðið kvinnur
Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari
Svenn Olsen, hjálparvenjari
Rúni Klein Joensen, málmansvenjari