EM 2025 // Tað sæst eisini aftur á vøllinum, at talan er um bestu lið í Evropa, sum í hesum døgum eru í Føroyum og dystast um evropameistaraheitið


EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum nærkast endanum, og leygardagin fæst at vita, hvør fer avstað við EM steypinum 2025.

Fýra lond eru nú eftir í kappingini, Holland, Noreg, Italia og Frankaríki, sum mikudagin skulu spæla hálvfinalur. Klokkan 15 møtast Holland og Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík, og klokkan 18:00 spæla Italia og Noreg á Tórsvølli.

Vinnararnir skulu spæla EM finaluna leygardagin 17. mai klokkan 18:00 á Tórsvølli.

Men hvussu hevur kappingin sæð út ítróttarliga, og hvørjum stigi eru hesar genturnar á, sum eru komnar til Føroya at spæla fótbólt?

Hesum og øðrum spurningum setti FSF Varpið hjálparvenjaranum hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Jacobu Langgaard í hálvleikinum millum Italia og Frankaríki.