Við sigri á Póllandi, samstundis sum Italia og Frankaríki spældu javnleik, hevur Spania lagt seg á odda í bólki B. Men munurin millum ovastu liðini er lítil, og greitt er, at ein av favorittunum rýkur heim eftir bólkaspælið


Lagt er upp til eina veruliga bólkafinalu, tá síðsta umfar í bólki B í EM endaspælinum er á skránni sunnudagin klokkan 15:00.

Nú øll londini hava spælt tveir dystir, hava Spania og Italia 4 stig, Frankaríki hevur 2 stig, meðan Pólland framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Í øðrum umfari vunnu spaniólar 3-1 á Póllandi, samstundis sum Italia og Frankaríki samdust um javnleik 1-1 á Tórsvølli.

Sunnudagin spæla Italia og Spania á Tórsvølli, meðan Frankaríki og Pólland møtast á Djúpumýru í Klaksvík. Báðir dystirnir verður bríkslaðir í gongd klokkan 15:00. Greitt er í øllum førum, at ein av favorittunum rýkur heim eftir bólkaspælið.

Stigatalvur og leikskrá (UEFA.com)

Myndir: Jóhanna Thomsen og Hans Erik Danielsen