Bæði ítróttarliga og praktiskt er talan um størstu avbjóðingina á føroyskari jørð, tá EM-endaspælið fyri U17 landslið við gentum verður í Føroyum í mai mánað. – Vónandi fáa okkarar spælarar eina góða uppliving og síggja hvussu langt tú kanst røkka, sigur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari


Tað hevur eftirhondini merkt Fótbóltssamband Føroya í fleiri ár, at EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum í ár skal verða í Føroyum. 

Praktiskt er talan eisini um eina so stóra uppgávu, at næstan øll umsitingin í FSF meir ella minni verður í undantaksstøðu í døgunum 4. til 17. mai. 

Tá koma sjey av teimum bestu londunum í Evropa til Føroya at dystast um EM-steypið. Eitt EM-endaspæl er ein umfatandi kapping og UEFA leggur nógva orku í, at øll viðurskifti eru upp á pláss.

Upprunaliga skuldi kappingin verða í 2021, men orsaka av koronafarsóttini bleiv endaspælið útsett. Tað er tí ein nýggjur árgangur av føroyskum U17-gentum, sum sleppa at royna seg móti heimselituni.

– Hetta eru spælarar, sum vit um stutta tíð koma at síggja í teimum stóru feløgunum í Evropa, sigur Eyðvør Jakobsen, sum hevur fingið til uppgávu at stjórna U17-landsliðnum.

Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík, og liðini koma at venja á fleiri vøllum kring landið. Umhvørvið kring dystirnar kemur at líkjast tí, sum vit kenna aftur frá vanligum A-landsdystum hjá monnum, og tað kemur at merkjast í fleiri av føroysku kappingunum, sum mugu leggjast rundanum EM-endaspælið

At talan er um eina stóra og umfatandi fótbóltskapping – ja, allarhelst tann størsta higartil – sæst aftur á øllum brøgdum. 

Eitt nú verða venjingarnar hjá besta mansliðnum hjá KÍ ávirkaðar, allir dystirnir í endaspælinum verða sjónvarpsframleiddir við stórari manning, og stór krøv vera sum heild sett til umstøðurnar.

Vætandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingini, til Føroya hesar dagarnar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólkum eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.

Umframt Føroyar verða sjey lond við í kappingini. Hvørji hini sjey verða fæst at síggja, tá bólkarnir í undankappingunum, sum verða spældir í mars mánað, eru av.

Forsmakkur og fyrireikingar

Føroyska U17-landsliðið fekk í fjørheyst ein forsmakk upp á hvat tær kunnu vænta sær av mótstøðu í EM-endaspælinum. Tá luttóku tær í deild A í EM-undankappingini, og vóru í bólki saman við Englandi, Hollandi og Kekkia, og ikki óvæntað endaði tað við greiðum tapum í øllum tromum dystunum.

– Tað var ein møtumikil og hørð, men samstundis ein lærurík uppliving. Vit spældu á St. Georges Park, har vit sóu venjingarmiðstøðina hjá Englandi – sum var ein uppliving í sær sjálvum – men ítróttarliga var mótstøðan øgiliga sterk, fortelur Eyðvør Jakobsen, og leggur aftur at:

– Í deild A eru 28 tey bestu londini í Evropa. Nú møta vit vinnaranum av teimum 28 londunum. Hetta er toppurin av toppinum. Tað eru spælarar, sum væntandi um fá ár spæla í bestu deildunum í Evropa. Onkrar av teimum eru longu fulltíðar spælarar og venja við bestu liðunum.

Eyðvør Jakobsen droymir vónar, at føroyska liðið fær eina góða uppliving, og at ungu føroysku genturnar fáa nakrar góðar fyrimyndir at síggja á vøllinum.

– Eg sigi altíð áðrenn dyst, at hava vit gjørt alt tað vit eru mentar, so hava vit gjørt okkara. Vit kunnu ikki ráða yvir styrkini hjá mótstøðuliðnum, men vit skulu nokk vænta at bólturin verður nógv á okkara hálvu, sigur U17-landsliðsvenjarin.

Fyrr í ár var føroyska liðið í Íslandi og spældi tveir venjingardystir móti Breiðabliki, sum báðir endaðu við 2-1 sigri til Føroyar.

– Tað var ein góður túrur, har vit fingu roynt okkum móti eini javnt góðari mótstøðu. Tað ger at okkara máttu stríðast allar minuttirnar, sigur landsliðsvenjarin.

U17-landsliðið hevur vant í vetur, men hóast ein stór avbjóðing stendur fyri framman, hevur landsliðsvenjarin ikki sett sum krav, at spælararnir skulu leggja aðrar ítróttargreinar frá sær.

– Vit hava hildið gentunum til í vetur, har tær hava vant tvær ferðir um vikuna. Nakrar hava eisini verið virknar í øðrum ítróttargreinum, og tí hava vit loyvt, tí eg kenni á mær, at um vit spenna bogan ov høgt, so er vandi fyri frágongd. Eg vildi ynskt, at tað ikki var so, men soleiðis er veruleikin í Føroyum beint nú, sigur Eyðvør Jakobsen.

Føroyska liðið skal í mars mánað luttaka í EM-undankappingini í deild B. Her skulu Føroyar spæla móti Litava og Írlandi. Írsku genturnar fluttu saman við teimum føroysku niður úr deild A í fjørheyst.

– Tað er ein góð fyrireiking til EM-endaspælið. Vanliga hevði eg ikki ynskt Írland sum mótstøðu, tí tær eru so sterkar, men nú passar tað okkum væl.

Tær flestu á U17-landsliðnum spæla í løtuni við liðum í Betrideildini, og venja av tí sama rættuliga nógv. 

Eina ferð í lívinum

Niðurstøðan er, at ítróttarliga verður hetta væntandi ein harður umgangur, men eisini ein uppliving fyri lívið.

– Tað eru fáir føroyskir spælarar, sum sleppa at royna seg í einum EM-endaspælið. Eg vóni, at hetta verður ein góð uppliving fyri okkara spælarar, og at tær síggja hvussu langt tær kunnu røkku við nógvari venjing og stórum dreymum, sigur Eyðvør.

Føroyar koma at møta liðum í heimselituni, har spælararnir eru væl trenaðir og væl skúlaðir. Í flestu førum er talan um spælarar, ið hava fótbóltin sum sína hægstu og kanska einastu raðfesting.

– Munurin er, at í Føroyum hava vit feløg, sum stríðast við at manna lið, meðan summar av hesum spæla við feløgum, sum hava fulltíðar setup kring síni gentulið. Tað sigur ikki alt, men tað fortelur eina søgu um hvat vit eru uppi í móti, sigur Eyðvør Jakobsen.– Hetta er ein “once in a lifetime” møguleiki. Mín vón og mítt mál er, at vit gera alt tað vit kunnu og einki liggur eftir. Eg vóni eisini, at hetta kemur at vísa okkum, at vit kunnu seta krøv í gentufótbólti og at vit kunnu røkka longri, um vit leggja meira fyri í venjing, sigur hon at enda.