§14 – Brotssparkið

Fótbóltslógin 2021 (§1 – §17) sum PDF

Eitt brotsspark skal dømast, um ein leikari ger seg sekan í einum brotið, sum skal sektast við beinleiðis frísparki, og brotið varð framt í egnum brotssparksteigi ella uttan fyri vøllin, sum víst verður á í §12 og §13.

Tað er loyvt at skora beinleiðis uppá eitt brotsspark.

1. Mannagongd

Bólturin skal liggja stillur á brotssparksblettinum. Málstengurnar, yvirliggjarin og málnetið skulu ikki flyta seg.

Leikarin, ið skjýtur brotssparkið, skal týðiliga verða vístur.

Verjandi málmaðurin skal vera á mállinjuni, venda ímóti tí, sum sparkar, og standa ímillum stengurnar, uttan at nerta stengurnar, yvirliggjaran ella málnetið, inntil bólturin er sparkaður.

Allir leikarar, uttan tann, sum skjýtur og málmaðurin, skulu:

  • Vera í minsta lagi 9,15 m frá brotssparksblettinum
  • Vera aftanfyri brotssparksblettin
  • Vera inni á vøllinum
  • Vera uttanfyri brotssparksteigin.

Eftir at leikararnir hava tikið støðu sambært hesi grein, skal dómarin gera tekin til, at brotssparkið skal verða tikið.

Leikarin, ið tekur brotssparkið, skal sparka bóltin frameftir; tað er loyvt at nýta hælin, treytað av, at bólturin flytur seg frameftir.

Tá bólturin verður sparkaður, skal málmaðurin hava í minsta lagi ein part av einum fóti á, ella á linju við mállinjuna.

Bólturin er í leiki, tá ið hann er sparkaður og týðiliga flytur seg.

Tann, sum sparkar, hevur ikki loyvi at nerta bóltin aftur, fyrr enn bólturin hevur nortið ein annan leikara.

Brotssparkið er avgreitt, tá bólturin ikki flytur seg meira, fer úr leiki, ella tá dómarin steðgar leiki fyri okkurt brot á Fótbóltslógina.

Tíð verður løgd aftrat báðum hálvleikum í dystinum og longdari leiktíð, soleiðis at eitt brotsspark kann avgreiðast. Tá tíð verður løgd aftrat fyri at taka eitt brotsspark, er brotssparkið mett sum yvirstaðið, tá, eftir at sparkið er tikið, bólturin steðgar at flyta seg, fer úr leiki, verður spældur av nøkrum øðrum leikara enn verjandi málmanninum (íroknað sparkaran), ella tá dómarin steðgar leiki fyri eitt brot, sum er framt av sparkaranum ella hansara liði. Um ein leikari frá verjandi liðnum (íroknað málmannin) fremur eitt brot, og brotssparkið verður brent/bjargað, skal brotssparkið takast umaftur

2. Brot og revsingar

Brotssparkið skal takast, tá dómarin gevur tekin til tað. Verður tað ikki tikið, kann dómarin geva eina agarevsing, áðrenn hann aftur gevur tekin til, at brotssparkið skal takast.

 Um okkurt av fylgjandi hendir, áðrenn bólturin er í spæli:

  • Leikarin, sum tekur brotssparkið, ella ein liðfelagi hjá honum fremur brot á Fótbóltslógina:
  • Um bólturin fer í mál, skal brotssparkið takast umaftur
  • Um bólturin ikki fer í mál, skal dómarin steðga leiki og byrja aftur við einum óbeinleiðis frísparki

Undantikið fylgjandi brot. Tá skal leikur takast upp aftur við óbeinleiðis frísparki – óansæð um eitt mál verður skorað ella ikki:

  • Eitt brotsspark verður sparkað aftureftir
  • Ein viðleikari hjá tí, sum skuldi sparka, sparkar; dómarin skal ávara hann, sum sparkaði
  • At latast at sparka bóltin (finta), tá hann hevur runnið til bóltin (at finta, meðan runnið verður til bóltin er loyvt); dómarin skal ávara tann, sum sparkaði

• Málmaðurin fremur eitt brot:
– um bólturin fer í mál, skal mál dømast
– um bólturin ikki rakar málið ella støkkur aftur frá eini málstong ella yvirliggjaranum, skal brotssparkið bert takast um aftur, um brotið, sum málmaðurin framdi, týðiliga ávirkaði skjúttan
– Um bólturin ikki fer í málið orsakað av málmanninum, skal brotssparkið takast um aftur

Um brotið, sum málmaðurin framdi, viðførir, at brotssparkið skal takast um aftur, skal málmaðurin hava ein munnliga ávaring fyri fyrsta brotið í dystinum, og hann skal ávarast (GK) fyri øll fylgjandi brot í dystinum.

• ein liðfelagi hjá málmanninum fremur brot á Fótbóltslógina:
– Um bólturin fer í mál, verður mál dømt
– Um bólturin ikki fer í málið, skal brotssparkið takast umaftur

• Ein leikari frá hvørjum liði fremur brot, skal brotssparkið takast umaftur, um ikki annar leikari fremur álvarsamari brot (t.d. finta, ið ikki er loyvd)
• Um bæði málmaðurin og skjúttin fremja brot samstundis skal skjúttin ávarast, og leikur verður tikin upp aftur við óbeinleiðis frísparki til verjandi liðið

Um, eftir at brotssparkið er tikið:

  • Tann, sum sparkaði, nertir bóltin aftur, áðrenn hann er nortin av øðrum leikara:
  • Verður óbeinleiðis fríspark dømt (ella beinleiðis fríspark fyri eitt ‘hondbólts-brot’)
  • Bólturin verður nortin av onkrum óviðkomandi, meðan hann flytur seg frameftir:
  • Skal brotssparkið takast umaftur, um ikki bólturin fer í málið, og órógvið ikki forðaði málmanninum ella einum verjandi leikara í at spæla bóltin. Tá skal mál dømast, um bólturin fer í málið (sjálvt um samband var við bóltin), tó ikki, um órógvið stóðst av áleypandi liðnum.
  • Bólturin støkkur inn á vøllin frá málmanninum, yvirliggjaranum ella málstongunum, og síðani verður nortin av onkrum óviðkomandi:
  • Steðgar dómarin leiki
  • Leikur verður tikin upp aftur við uppkasti, har sum bólturin varð nortin av tí óviðkomandi

3. Yvirlit

Úrslit av brotssparkinum:

MÁLIKKI MÁL
Brot framt av áleypandi leikaraBrotssparkið skal takast
umaftur
Óbeinleiðis fríspark
Brot framt av verjandi leikaraMálBrotssparkið skal takast umaftur
Brot framt av verjandi og
áleypandi leikarum
Brotssparkið skal takast
umaftur
Brotssparkið skal takast umaftur
Brot framt av málmanninumMálIkki bjargað: brotssparkið
skal ikki takast umaftur
(uttan tá skjúttin týðiliga
ávirkast)
Bjargað: Brotssparkið skal
takast umaftur, og
málmaðurin skal hava
munnliga ávaring – ávaring
(GK) fyri fylgjandi brot
Málmaðurin og skjúttin
fremja brot samstundis
Óbeinleiðis fríspark og
skjúttin skal ávarast
Óbeinleiðis fríspark og skjúttin
skal ávarast
Bólturin sparkaður aftureftirÓbeinleiðis frísparkÓbeinleiðis fríspark
Finta, ið ikki er loyvdÓbeinleiðis fríspark, og tann,
sum sparkaði, skal ávarast
Óbeinleiðis fríspark, og tann, sum
sparkaði, skal ávarast
Skeivur leikari sparkarÓbeinleiðis fríspark, og tann,
sum sparkaði, skal ávarast
Óbeinleiðis fríspark, og tann, sum
sparkaði, skal ávarast
Málmaðurin og skjúttin gera
brot samstundis
Óbeinleiðis fríspark, og tann,
sum skeyt, skal ávarast
Brotssparkið skal takast umaftur. Tann,
sum skeyt, og málmaðurin skulu ávarast