§9 – Bólturin í og úti av leiki

Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF

1. Bóltur úti av leiki

Bólturin er úti av leiki, tá ið:

  • Hann eftir jørð ella í luftini er farin út um mállinjuna ella síðulinjuna allur, sum hann er
  • Leikur er steðgaður av dómaranum
  • Hann nertur ein dystarleiðara, verður verandi á vøllinum, og:
  • Eitt lið byrjar eitt lovandi álop, ella
  • Bólturin fer beinleiðis í málið, ella
  • Tað liðið, sum ikki hevði bóltin, fær hann

Í øllum hesum førum verður leikur tikin upp aftur við einum uppkasti.

2. Bóltur í leiki

Alla aðra tíð, tá bólturin rakar ein dystarleiðara, er hann í leiki; eisini tá hann støkkur frá eini málstong, tvørstong ella hornaflaggi og verður verandi á vøllinum.