Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF
Aðrir hjálpardómarar (tveir hjálpardómarar, fjórði dómari, tveir eyka hjálpardómarar og tiltaks hjálpardómari, video hjálpardómari (VAR) og í minsta lagi ein hjálpar VAR (H-VAR)) kunnu setast á dystir.
Teir skulu hjálpa dómaranum við at leiða dystin sambært Fótbóltslógini, men endaliga avgerðin verður altíð tikin av dómaranum.
Dómarin, hjálpardómararnir, fjórði dómarin, eyka hjálpardómararnir og tiltaks hjálpardómarin eru dómararnir ‘á vøllinum’.
VAR og H-VAR eru ‘video’ dómararnir, og hjálpa hesir dómaranum sambært mannagongdunum viðvíkjandi VAR, sum eru settar av IFAB.
Dystarleiðararnir arbeiða undir leiðbeining frá dómaranum. Í fall av óhóvligari uppílegging ella óhøviskum atburði, skal dómarin loysa teimum frá teirra skyldum og senda frágreiðing til viðkomandi myndugleika.
Allir dómararnir ‘á vøllinum’, uttan tiltaks hjálpardómarin, skulu hjálpa dómaranum við brotum, tá teir síggja betri enn dómarin, hvat er hent. Teir skulu senda frágreiðing um einhvønn álvarsaman, rangan atburð, sum er farin fram uttan at dómarin ella hinir dystarleiðararnir hava sæð tað, til viðkomandi myndugleika. Teir skulu siga dómaranum og hinum dystarleiðarunum frá, um nøkur frágreiðing verður send.
Dystarleiðararnir ‘á vøllinum’ hjálpa dómaranum við at kanna vøllin, bóltarnar og útgerð leikaranna (íroknað um trupulleikar eru loystir) og við at halda skil á tíð, málum, rangum atburði o.s.fr.
Kappingarreglurnar skulu týðiliga tilskila, hvør loysir ein dystarleiðara av, sum ikki kann byrja ella halda áfram í einum dysti, sum hann er settur at døma. Serliga skal tað vera tilskilað, um fjórði dómarin, tann royndari hjálpardómarin ella tann royndari eyka hjálpardómarin skal loysa dómaran av, um hesin ikki kann byrja ella halda áfram.
1. Hjálpardómararnir
Teir skulu vísa:
Hjálpardómarin skal eisini hjálpa við at hava eyguni við mannagongdini í samband við útskifting.
Hjálpardómarin kann koma inn á vøllin fyri at tryggja, at múrurin stendur 9,15m vekk.
2. Fjórði dómari
Fjórði dómarin skal eisini hjálpa við:
3. Eyka hjálpardómarar
Eyka hjálpardómararnir kunnu vísa:
4. Tiltaks hjálpardómari
Einasta skyldan hjá einum tiltaks hjálpardómara er at loysa ein hjálpardómara ella fjórða dómaran av, um onkur teirra ikki kann halda áfram.
5. Video dystarleiðarar
Ein video hjálpardómari (VAR) er ein dystarleiðari, sum kann hjálpa dómaranum at taka avgerð við at endurskoða støður á video. Hetta kann bert gerast, tá talan er um ein “týðiligan og eyðsýndan feil” ella um eina “álvarsama ‘mista’ støðu” ísmb. við mál/ikki mál, brotsspark/ikki brotsspark, beinleiðis reytt kort (ikki seinnu ávaring) ella í støðum viðv. skeivum samleika, tá dómarin ávarar ella útvísir skeivan leikara frá liðnum, sum framdi brotið.
Ein hjálpar VAR (H-VAR) er ein dystarleiðari, sum hjálpir VAR fyrst og fremst við:
6. Tekin hjá hjálpardómarum
Hesi standa á s. 78, 79 og 80 í ensku bókini.
7. Tekin hjá eyka hjálpardómarum
Hetta stendur á s. 81 í ensku bókini.