§5 – Dómarin

Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF

1. Myndugleiki dómarans

Ein og hvør dystur verður leiktur undir leiðslu av einum dómara, sum hevur fullan myndugleika at síggja til, at Fótbóltslógin verður hildin í sambandi við tann dystin, hann er settur til at døma.

2. Avgerðir dómarans

Dómarin tekur avgerðir eftir besta førimuni sambært Fótbóltslógin og “andanum í lógini”. Avgerðirnar byggja á meting dómarans, sum hevur heimild til at fremja hóskandi gerningar innanfyri karmarnar í Fótbóltslógini.

Avgerðir dómarans viðvíkjandi tí, sum er hent í dystinum, eru endaligar. Hetta geldur eisini, um eitt mál er skorað ella ikki og úrslitið av dystinum. Avgerðir dómarans, og hjá øllum hinum dystarleiðarunum, skulu altíð virðast.

Dómarin kann ikki broyta eina avgerð um uppafturtøku av leiki, um hann leggur til merkis, at hon er skeiv, ella um hann fær tað at vita frá einum av hinum dystarleiðarunum, um leikur er tikin upp aftur, ella um dómarin hevur bríkslað fyri endanum á fyrsta ella øðrum hálvleiki (íroknað longda leiktíð) og er farin av vøllinum, ella hevur slitið dystin. Dómarin kann broyta eina avgerð fyri eina hending, sum fór fram, áðrenn hálvleikurin var liðugur, um dómarin, tá hálvleikurin er liðugur, fer av vøllinum fyri at fara inn í økið til endurskoðan ella fyri at geva leikarunum boð um at koma út á vøllin aftur.

Undantikið tí, sum greitt verður frá í § 12.3 og VAR mannagongdini, kann ein agarevsing bert gevast, eftir at leikur er tikin upp aftur, um ein annar dystarleiðari hevur eyðmerkt brotið og roynt at sagt dómaranum, at agarevsing skal gevast, áðrenn leikur varð tikin upp aftur. Hátturin at taka leik upp aftur, sum var galdandi fyri agarevsingina, er ikki galdandi.

Um dómarin gerst óvirkin, kann leikur halda áfram undir eftirliti av einum av hinum dystarleiðarunum, inntil steðgur er í leiki næstu fer.

3. Ábyrgd og skyldur

Dómarin:

  • Sær til, at Fótbóltslógin verður hildin
  • Leiðir dystin í samstarvi við hinar dystarleiðararnar
  • Heldur skil á tíðini og støðuni og gevur viðkomandi myndugleika eina dystarfrágreiðing, íroknað vitan um agarevsingar og nakrar aðrar hendingar, sum eru hendar áðrenn, undir ella eftir dysturin er leiktur
  • Hevur umsjón við og/ella ger tekin um uppafturtøku av leiki

Fyrimunur

  • Letur leik halda fram, tá ið tað liðið, sum eitt brot er framt ímóti, fær fyrimun av tí, og revsar brotið, um tann væntaði fyrimunurin ikki verður til veruleika beinanvegin ella innan fyri nøkur fá sekund.

Agarevsingar

  • Revsar tað álvarsamara brotið, tá fleiri brot verða framd í senn. Her verður hugsað um revsing, uppafturtøku av leiki, fysiskt álvarsemi og taktiska ávirkan.
  • Nýtir agarevsing móti leikarum, sum fremja brot, sum viðføra ávaring ella útvísing
  • Hevur heimild at nýta agarevsing frá tí, hann fer á vøllin fyri at kanna hann áðrenn dystarbyrjan, og inntil hann fer av vølli eftir dystarlok (íroknað brotssparkskapping). Um ein leikari ger eitt brot, sum viðførir útvísing, áðrenn dómarin er komin á vøllin við dystarbyrjan, kann dómarin sýta leikaranum at luttaka í dystinum (sí §3.6). Dómarin letur inn frágreiðing um allan annan rangan atburð
  • Hevur heimild at vísa gul og reyð, (og fyribils útvísa einum leikari, um kappingarreglurnar loyva hesum) kort frá tí, hann fer á vøllin við dystarbyrjan, inntil dysturin er liðugur, íroknað hálvleikssteðgin, longda leiktíð og brotssparkskapping
  • Virkar ímóti hjálparfólki hjá liðum, sum ikki sýna ábyrgdarfullan atburð, og ávarar og vísir teimum eitt gult kort ella eitt reytt kort og burturvísur teimum frá vøllinum og nærumhvørvinum, íroknað tekniska økið. Um tann, sum framdi brotið ikki kann eyðmerkjast, skal hægst virkandi venjari í tekniska økinum hava agarevsingina. Eitt hjálparfólk, sum er har av læknaligum ávum, og sum fremur eitt brot, sum skal sektast við burturvísing, kann verða verðandi, um liðið ikki hevur annað folk við læknaligum eginleikum. Hesin persónur kann hjálpa, um einum leikara tørvar læknaliga hjálp.
  • Skal rætta seg eftir ráðum frá øðrum dystarleiðarum viðvíkjandi støðum, hann ikki sjálvur hevur sæð

Skaðar

  • Leikur heldur fram, inntil bólturin fer úr leiki, um ein leikari eftir meting dómarans bert er smáskaddur
  • Steðgar leiki, um ein leikari gerst illa skaddur, og tryggjar at leikarin verður fluttur av vøllinum. Ein skaddur leikari kann ikki fáa viðgerð á vøllinum, og kann bert koma inn á vøllin aftur, eftir at leikur er tikin upp aftur. Tá ið bólturin er í leiki, kann ein skaddur leikari bert koma inn á vøllin frá síðulinjuni. Tá ið bólturin ikki er í leiki, kann ein skaddur leikari koma inn á vøllin bæði frá síðulinjuni og mállinjuni.


    Undantøk verða einans gjørd á hesa reglu tá:

  • Ein málmaður er skaddur.
  • Ein málmaður og ein útileikari hava runnið saman og hava tørv á bráðfeingis viðgerð.
  • Leikarar frá sama liði hava stoytt saman og hava tørv á bráfeingishjálp.
  • Ein sera álvarsligur skaði er komin fyri
  • Ein leikari gerst skaddur orsakað av einum fysiskum broti, sum viðførdi, at mótleikarin varð ávaraður ella útvístur (td. Hasarderað tackling ella leikur, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur), um metingin av skaðanum/viðgerðin verður gjøgnumførd skjótt
  • Eitt brotsspark er dømt, og tann skaddi leikarin skal skjóta brotssparkið
  • Tryggjar, at ein leikari, sum bløðir fer av vøllinum. Leikarin kann bert koma inn aftur á vøllin eftir at hava fingið tekin frá dómaranum; dómarin skal vera nøgdur við, at bløðingin er steðgað, og at onki blóð er á útgerðini
  • Um dómarin hevur givið læknunum og/ella teimum, sum bera børuna loyvi at koma inn á vøllin, skal leikarin fara av vøllinum á børuni ella til gongu. Ein leikari, sum ikki ger eftir boðum, skal ávarast fyri at sýna óhøviskan atburð
  • Um dómarin hevur gjørt av at ávara ella útvísa ein skaddan leikara, sum skal av vøllinum fyri at fáa viðgerð, skal kortið vísast, áðrenn leikarin fer av vøllinum
  • Um leikur ikki er steðgaður av aðrari orsøk, ella um ein gerst skaddur av onkrum, sum ikki er brot á Fótbóltslógina, verður leikur tikin upp aftur við uppkasti

Órógv uttanífrá

  • Steðgar, brýtur dystin av ella slítur dystin fyri øll brot á Fótbóltslógina ella orsakað av órógvi uttanífrá sum t.d.:
  • At ljósini eru ov vánalig
  • Um ein lutur, sum verður tveittur av einum áskoðara, rakar ein dystarleiðara, ein leikara ella eitt hjálparfólk, kann dómarin steðga, bróta dystin av ella slíta dystin, alt eftir, hvussu álvarslig hendingin er
  • Ein áskoðari bríkslar við eini floytu, sum órógvar leikin – leikur verður steðgaður og tikin upp aftur við uppkasti
  • Um ein eyka bóltur, annar lutur ella djór kemur inn á vøllin, skal dómarin
  • Bert steðga leiki (og byrja aftur við uppkasti), um hetta órógvar leik. Um ein bóltur er á veg í málið, og órógvið ikki forðar einum verjandi leikara í at spæla bóltin, skal málið góðkennast, um bólturin fer í málið (sjálvt um nortið varð við bóltin). Hetta er ikki galdandi, um áleypandi liðið órógvaði.
  • Lata leik halda áfram, um órógvið ikki leggur upp í leik og fáa tað flutt av vøllinum skjótast til ber
  • Loyvir ongum óviðkomandi persónum inn á vøllin

4. Video hjálpardómari (VAR)

Nýtsla av video hjálpardómarum (VAR) er bert loyvd har, sum kappingrfyriskiparin lýkur treytirnar, sum standa í handbókini fyri VAR og hevur fingið skrivligt loyvi frá IFAB og FIFA.

Dómarin kann fáa hjálp frá einum video hjálpardómara (VAR), men bert tá talan er um “týðiligan og eyðsýndan feil” ella eina “álvarsama ‘mista’ støðu”, tá tað snýr seg um:

  • Mál/ikki mál
  • Brotsspark/ikki brotsspark
  • Beinleiðis reytt kort (ikki sienna ávaringin)
  • Skeivan samleika, tá dómarin ávarar ella útvísir skeivan leikara frá liðnum, sum framdi brotið

Hjálpin frá video hjálpardómaranum (VAR) fæst við at síggja støðuna umaftur. Dómarin tekur endaligu avgerðina, og kann avgerðin einans takast frá teirri upplýsing, dómarin fær frá VAR, og/ella kann dómarin enurskoða støðuna beinleiðis (‘Endurskoðan á vøllinum’).

Undantikið eina “álvarsama ‘mista’ støðu”, skal dómarin (og aðrir dómarar á vøllinum) altíð taka eina avgerð (íroknað eina avgerð um ikki at sekta eitt møguligt brot); hendan avgerðin verður ikki broytt uttan so, at talan er um ein “týðiligan og eyðsýndan feil”.

Endurskoðan eftir at leikur er tikin upp aftur

Um steðgur hevur verið í leiki, og leikur er tikin upp aftur, kann dómarin bert fremja eina ‘endurskoðan’, um talan er um agarevsing fyri skeivan samleika ella fyri eitt brot, sum skal sektast við útvísing orsakað av harðskapsatburði, at spíta, at bíta ella nýtslu av ómetaliga niðrandi ella háðandi málburði ella tekin.

5. Útgerð dómarans

Kravd útgerð:

  • Floyta/ur
  • Ur
  • Reyð og gul kort
  • Notatpappír (ella aðra útgerð fyri at halda skil á dystinum)

Onnur útgerð

Dómarar kunnu fáa loyvi at nýta:

  • Útgerð til at samskifta við aðrar dystarleiðarar – BIP-fløgg, samskiftistól o.s.fr
  • EPTS ella aðra útgerð, sum heldur eyga við fysiska venjing

Ikki er loyvt dómarum og øðrum dystarleiðarum á vøllinum at bera prýðislutir ella aðra elektroniska útgerð – íroknað myndatól.

6. Dómara tekin

Sjá tekningar fyri at síggja góðkend dómara tekin

NÚ ERU TEKNINGAR Á SÍÐU 70, 71 OG 72 Í ENSKU BÓKINI!!

7. Skuldbinding av dystarleiðarum

Ein dómari ella annar dystarleiðari kann ikki skuldarbindast orsakað av:

  • Nøkrum slag av skaða, sum ein leikari, hjálparfólk ella áskoðari fær.
  • Nøkrum slag av skaða á ogn av nøkrum slag.
  • Nøkrum missi hjá einstøkum persónum, ítróttarfeløgum, feløgum, sambondum ella nøkrum øðrum stovni, sum stendst av ella kann standast av avgerð, sum dómarin tekur undir treytunum í Fótbóltslógini ella í sambandi við vanliga mannagongd fyri at fyriskipa, leika og leiða ein dyst.

Tað kann millum annað vera:

  • Um umstøðurnar á vøllinum, í nærumhvørvinum ella veðurumstøðurnar eru soleiðis háttaðar, at hann loyvir ella ikki loyvir dystinum at byrja.
  • Ein avgerð um at slíta dystin av einihvørji orsøk.
  • Ein avgerð um, útgerðina, sum nýtt verður í einum dysti (málnet, málstengur, tvørstong, flaggstengur, fløgg ella bóltur).
  • Ein avgerð um at slíta ella ikki slíta dystin orsakað av uppíblanding frá áskoðarum ella trupulleika á áskoðaraplássunum.
  • Ein avgerð um at steðga ella ikki steðga leiki fyri at loyva einum skaddum leikara av vøllinum at fáa viðgerð.
  • Ein avgerð um at biðja um ella krevja, at ein skaddur leikari fer av vøllinum at fáa viðgerð.
  • Ein avgerð um at loyva ella ikki loyva einum leikara at bera ávís klæði ella ávísa útgerð.
  • Ein avgerð (um tað er hansara ábyrgd) um at loyva ella ikki loyva nøkrum persónum (herundir hjálparfólk hjá liðunum ella leikvøllinum, trygdarfólki, myndafólki, ella umboð fyri fjølmiðlarnar) at vera til staðar við nærumhvørvið við vøllin.
  • Onkur onnur avgerð, hann tekur í samsvari við Fótbóltslógina ella undir treytum hjá FIFA, samgongunum, limasambondunum, reglugerðini í deildini ella reglugerðini, sum dysturin verður leiktur undir.