Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF
1. Trygd
Ein leikari kann ikki nýta útgerð ella bera nakað, sum er vandamikið.
Allir prýðislutir (hálsketur, armbond, ringar, oyrnaringar, leðurbond, gummibond o.s.fr.) eru strangliga bannaðir og skulu beinast burtur. At nýta klistur at fjala prýðislutir við verður ikki góðtikið.
Leikararnir skulu kannast fyri dystarbyrjan, og eykaleikararnir skulu kannast, áðrenn teir koma inn á vøllin. Um ein leikari ber ella nýtir útgerð, sum ikki er loyvd ella er vandamikil ella prýðislutir, skal dómarin geva leikaranum boð um at:
Ein leikari, sum sýtir fyri at gera eftir boðum, ella nýtir somu útgerð aftur, skal ávarast.
2. Kravd útgerð
Kravda útgerðin hjá einum leikara er sett saman av fylgjandi lutum:
Málmonnum er loyvt at vera í joggingbuksum.
Ein leikari, sum missir ein skógv ella skinnara orsakað av einum óhappi, skal fáa hetta í rætt lag skjótast gjørligt og í seinasta lagi næstu fer steðgur er í leiki. Um leikarin spælir bóltin og/ella skorar eitt mál, áðrenn hetta er fingið í rætt lag, skal mál dømast.
3. Litir
Undirtroyggjur skulu:
ella
Undirbuksur/súkklushorts skulu hava sama høvuðslit sum stuttbuksurnar ella sama lit sum niðasti partur av stuttbuksunum – leikarar á sama liði skulu bera sama lit.
4. Onnur útgerð
Verjandi útgerð, sum ikki er vandamikil so sum høvurútgerð, andlitsmaskur, knæ- og armverjur, ið eru framleidd úr bleytum, løttum evni, er loyvd. Keppar hjá málmonnum og ítróttar brillur eru eisini loyvd.
Verja til høvdið
Tá verja til høvdið (undantikið keppar hjá málmonnum) verður nýtt, skal hon:
leikara (t.d. kæralás ella knappur rundan um hálsin)
Elektroniskt samskifti
Leikarar (íroknað eykaleikarar/útskiftar leikarar og útvístir leikarar) hava ikki loyvi at bera ella nýta nakað slag av elektroniskari ella samskiftis útgerð (undantikið EPTS, tá tað er loyvt). Hjálparfólk hava loyv at nýta elektroniskt samskifti, treytað av, at tað beinleiðis hevur við trygd leikaranna at gera ella annað, sum hevur við taktik ella venjing at gera. Hetta er bert galdandi fyri smá, flytfør tól, sum kunnu havast í hondini (t.d. mikrofon, smátalara, oyrnasnigil, fartelefon/snildfon, snild-ur, teldil, farteldu). Eitt hjálparfólk, sum nýtir útgerð, sum ikki er loyvd, ella sum sýnir rangan atburð orsakað av nýtslu av elektroniskari ella samskiftisútgerð, verður útvíst.
Elektroniskar skipanir fyri at fylgja við menning
Tá elektroniskar skipanir fyri at fylgja við menning, verða nýttar í dystum, sum verða leiktir í almennum kappingum, sum eru fyriskipaðar av FIFA, sersambonunum ella av tjóðarfótbóltssambondunum, skal fyriskiparin av kappingini tryggja, øll tøkni, sum er fest í útgerð leikarans ikki er vandamikil og berur hetta merki: EITT MERKI, SUM hevur IMS skrivað er á s. 59 í ensku bókini.
Hetta merki vísir, at útgerðin hevur verið alment royndarkoyrd, og at hon livir upp tl minstukrøvini viðvíkjandi trygd, sum eru sett av International Match Standard, sum er ment av FIFA og góðkent av The IFAB.
Stovnarnir, sum gera hesar royndir, skulu góðkennast av FIFA.
Tá elektroniskar skipanir verða nýttar fyri at fylgja við menning (Treytað av góðkenning frá tjóðarsambandinum/kappingar fyriskiparanum):
Skal fyriskiparin av kappingini tryggja, at upplýsingar og vitan, sum koma frá EPTS til tekniska økið undir dystinum, í dystum, sum verða leiktir í almennari kapping, eru álítandi og neyvar.
FIFA hevur ment hetta soleiðis, at hetta er á professionellum stigi, og er hetta góðkent av IFAB. Hetta er gjørt fyri at gera tað lættari hjá kappingarfyriskiparunum at góðkenna álítandi og neyvar elektroniskar skipanir fyri at fylgja við menning.
Skipanir á hesum stigi, verða settar í verk undir broytingartíðarskeiðinum inntil 1. juni 2019. Fylgjandi merki vísir, at eitt EPTS tól/skipan hevur verið alment roynd, og at hon heldur krøvini, tá talan er um at vera álítandi og neyv ísmb. við upplýsingar um støðusnildi innan fótbólt.
FIFA QUALITY MERKI Á S 60 Í ENSKU BÓKINI
5. Slagorð, yvirlýsingar, myndir og lýsingar
Útgerð skal ikki hava politisk, átrúnaðarlig ella persónlig herróp, boð ella myndir. Leikarar skulu ikki vísa undirklæði, sum vísa politisk, átrúnaðarlig ella persónlig herróp, boð ella myndir, ella aðrar lýsingar enn merkið hjá framleiðaranum. Ein leikari ella eitt lið, sum vísir undirklæði, sum vísa politisk, átrúnaðarlig ella persónlig herróp, boð ella myndir ella aðrar lýsingar enn merkið hjá framleiðaranum verður sektað/ur av kappingarfyriskiparunum ella av FIFA.
Meginreglur
At tulka greinina
Tá støða skal takast til, um eitt slagorð, eini boð ella ein mynd skal loyvast, eigur grein 12 (Fríspørk og ósømiligur atburður) at havast í huga; í grein 12 stendur, at dómarin skal sekta ein leikara, sum er sekur í:
Slagorð, boð og myndir, sum koma undir hesa bólking eru ikki loyvd.
Meðan tað er rímuliga lætt at allýsa “átrúnaðarlig” og “persónlig”, er tað kanska ikki eins lætt at allýsa “politisk”, men slagorð, boð og myndir, sum visa til fylgjandi eru ikki loyvd:
Tá ein týdningarmikil tjóðar ella altjóða hending skal minnast/hátíðarhaldast, skal kenslusemi hjá mótstøðuliðnum (íroknað teirra fjepparum) og hjá almenninginum havast í huga.
Kappingarreglur kunnu avmarka/skerja stødd, tal og støðu hjá loyvdum slagorðum, boðum og myndum. Viðmælt verður, at ósemjur, sum standast av slagorðum, boðum og myndum, verða loystar áðrenn kappingar- ella dystarbyrjan.
6. Brot og revsingar
Fyri øll brot á hesa grein nýtist ikki at steðga leiki, og leikarin:
Ein leikari, sum fer av vølli fyri at rætta ella skifta útgerð skal:
Ein leikari, sum kemur inn aftur uttan loyvi dómarans skal ávarast. Um leikur verður steðgaður fyri at ávara leikaran, skal eitt óbeinleiðis fríspark dømast á tí stað, sum bólturin var, tá leikur varð steðgaður. Um leikarin leggur upp í leik, skal beinleiðis fríspark (ella brotsspark) dømast har, sum leikarin legði upp í leik.