§3 – Leikararnir

Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF

1. Tal av leikarum

Ein dystur verður leiktur av tveimum liðum, sum hava í mesta lagi 11 leikarar; ein teirra skal vera málmaður. Ein dystur kann ikki byrja ella halda áfram, um nakað av liðunum hevur færri enn sjey leikarar.

Um eitt lið hevur færri enn sjey leikarar, tí at ein leikari ella fleiri tilvitandi eru farnir av vølli, er ikki neyðugt hjá dómaranum at steðga dystinum; hann kann nýta fyrimunarregluna. Í slíkum førum skal dómarin ikki lata dystin halda fram, eftir at bólturin er farin úr leiki, um eitt lið ikki hevur í minsta lagi sjey leikarar.

Um kappingarreglurnar krevja, at allir leikarar og eykaleikarar skulu verða nevndir fyri dystarbyrjan, og eitt lið byrjar ein dyst við færri enn 11 leikarum, kunnu bert teir leikarar, ið standa til at byrja inni, koma inn sum ískoyti.

2. Tal av útskiftingum

Almennar kappingar.

Talið av eykaleikarum (upp til í mesta lagi 5), sum kunnu nýtast í einum dysti, verður ásett av FIFA, sersambandinum ella av tjóðarfótbóltssambandinum. Hetta er tó ikki galdandi í kappingum hjá monnum og kvinnum, tá besta lið hjá einum felagi luttekur í bestu deildini og í “A” landsdystum – har eru í mesta lagi 3 útskiftingar loyvdar.

Kappingarreglurnar skulu gera greitt:

  • hvussu nógvar eykaleikarar eitt lið kann hava á leikaralistanum. Frá 3 og til í mesta lagi 12.
  • Um tað er loyvt ella ikki at nýta eina eyka útskifting, tá ein dystir verður avgjørdur við hjálp av longdari leiktíð (Um hetta altíð er loyvt ella bert, tá liðið hevur nýtt allar sínar útskiftingar).

Aðrir dystir

Í “A-liðs” dystum (Betri deildin og dystir um løgmanssteypið)  kunnu í mesta lagi 12 eykaleikarar standa á dómaraseðlinum, og av teimum, kunnu í mesta lagi 6 verða innskiftir.

Í øllum øðrum dystum kunnu fleiri eykaleikarar verða nýttir, treytað av:

  • at liðini kunnu semjast um eitt hámark.
  • at dómarin fær boð um tað, áðrenn dystur byrjar.

Um dómarin ikki hevur fingið boð, ella um eingin semja er partanna millum, kunnu í mesta lagi 6 eykaleikarar verða nýttir.

Flúgvandi útskiftingar

Flúgvandi útskiftingar eru bert loyvdar í fótbólti hjá ungdómi, veteranum, rørslutarnaðum og børnum, og tá bert um semja er fingin við tjóðarfótbóltssambandið, sersambandið ella FIFA

3. Mannagongd, tá ið skift verður út

Fyri allar dystir er galdandi, at dómarin skal vita nøvnini á øllum eykaleikarum, áðrenn dystarbyrjan. Eykaleikarar, hvørs navn dómarin ikki hevur fingið upplýst, kunnu ikki luttaka í dystinum.

Fyri at skifta út við eykaleikara, skulu hesar treytir verða loknar:

  • Dómarin skal hava boð, áðrenn skift verður út
  • Leikarin, sum verður útskiftur:
  • fær loyvi frá dómaranum at fara av vølli, um hann ikki longu er farin av vøllinum, og hann skal fara av vøllinum við ta linju, sum er nærmast, har hann er staddur, um dómarin ikki gevur honum onnur boð, d. at fara út við miðlinjuna ella aðrastaðni (m.a. orsakað av trygdar ávum ella skaða)
  • Skal beinanvegin fara í tekniska økið ella umklæðingarrúmið, og hann luttekur ikki longur í dystinum, um ikki flúgvandi útskiftingar verða nýttar
  • Um ein leikari, sum skal skiftast út, sýtir fyri at fara av vølli, heldur leikur fram

Eykaleikarin hevur bert loyvi at koma inn:

  • Meðan steðgur er í spæli
  • Við miðlinjuna
  • Eftir at útskifti leikarin er farin av vølli
  • Eftir at havi fingið loyvi frá dómaranum

Ein útskifting er framd, tá ið ein eykaleikari trínur inn á vøllin.

Frá teirri løtu er leikarin vorðin ein útskiftur leikari, og eykaleikarin er vorðin ein leikari, og kann hesin taka leik upp aftur.

Allir eykaleikarar og útskiftir leikarar eru undir myndugleika dómarans; sama um teir spæla ella ikki.

4. Skifta málmann

Ein og hvør av hinum leikarunum kann skifta um pláss við málmannin, treytað av:

  • at dómarin fær boð um tað, áðrenn skift verður.
  • at skiftið verður framt, meðan steðgur er í leiki.

5. Brot/Revsingar

Um ein eykaleikari, sum stendur á dómaraseðlinum, byrjar inni fyri ein, sum av uppruna stóð til at byrja inni, og hetta hendir uttan, at dómarin hevur fingið nakra fráboðan:

  • Letur dómarin eykaleikaran halda áfram at spæla
  • Skal eykaleikarin onga agarevsing hava
  • Leikarin, sum stóð á dómaraseðlinum, kann gerast eykaleikari
  • Liðið, ið fremur brotið, hevur somu nøgd av útskiftingum tøkar
  • Dómarin sendir frágreiðing um tilburðin til viðkomandi myndugleika

Um ein útskifting er framd í hálvleikinum ella áðrenn eykatíð, skal mannagongdin verða gjøgnumførd, áðrenn dysturin verður tikin upp aftur. Um dómarin ikki fær boð um útskiftingina, kann innskifti leikarin halda áfram at spæla, ongin agarevsing skal gevast, og frágreiðing um hendingina skal sendast viðkomandi myndugleikum.

Um ein leikari skiftir um pláss við málmannin uttan at hava fingið loyvi dómarans, áðrenn skift varð:

  • Skal leikur halda fram.
  • Skulu teir leikarar, sum eru uppií, verða ávaraðir næstu ferð, bólturin ferð úr leiki. Tó skal ongin ávaring gevast, um teir skiftu um pláss í hálvleikssteðginum (íroknað hálvleikssteðgin í longdari leiktíð), ella í steðginum, sum er millum dystarlok og byrjanina av longdari leiktíð og/ella brotssparkskapping.

Fyri øll onnur brot á hesa grein:

  • Skulu teir leikarar, sum eru blandaðir uppí verða ávaraðir.
  • Skal leikur verða tikin uppaftur við einum óbeinleiðis frísparki, ið skal verða tikið av einum leikara frá mótstøðuliðnum har, sum bólturin var, tá ið leikur varð steðgaður

6. Útvístir leikarar og eykaleikarar

Ein leikari, ið er útvístur:

  • Áðrenn dómaraseðilin er latin inn, kann á ongan hátt verða nevndur á dómaraseðlinum
  • Eftir at dómaraseðilin er latin inn, men áðrenn dysturin er byrjaður, kann skiftast út við ein av nevndu eykaleikarunum. Annar leikari kann ikki koma ístaðin fyri eykaleikaran, og talið av útskiftingum, sum liðið kann fremja, verður ikki lækkað
  • Eftir dystarbyrjan, kann ikki loysast av

Ein eykaleikari, sum er nevndur á dómaraseðlinum, og sum verður útvístur áðrenn ella aftaná dystarbyrjan, kann ikki loysast av.

7. Eyka persónar á vøllinum

Venjarin og aðrir leiðarar, sum eru nevndir á dómaraseðlinum (undantikið leikarar og eykaleikarar) eru hjálparfólk. Øll, sum ikki eru nevnd á dómaraseðlinum sum leikarar, eykaleikarar ella hjálparfólk, eru at meta sum óviðkomandi.

Um eitt hjálparfólk, eykaleikari, útskiftur/útvístur leikari ella onkur óviðkomandi kemur inn á vøllin, skal dómarin:

  • bert steðga leiki, um hetta órógvar leik
  • fáa persónin burtur, tá steðgur er í leiki
  • velja hóskandi agarevsing

Um leikur verður steðgaður, og órógvið stóðst av:

  • einum hjálparfólki, eykaleikara, útskiftum/útvístum leikara, skal leikur takast upp aftur við einum beinleiðis frísparki ella brotssparki
  • einum óviðkomandi persóni, skal leikur takast upp aftur við uppkasti

Um ein bóltur er á veg í málið, og órógvið ikki forðar einum verjandi leikara í at spæla bóltin, skal málið góðkennast, um bólturin fer í málið (sjálvt um nortið varð við bóltin). Hetta er ikki galdandi, um áleypandi liðið órógvaði.

8. Leikari uttan fyri vøllin

Um ein leikari, sum skal hava loyvi dómarans fyri at koma inn á vøllin aftur, kemur inn á vøllin aftur uttan loyvi dómarans, skal dómarin:

  • steðga leiki (tó nýtist hann ikki at gera hetta beinanvegin, um tann leikarin ikki órógvar leik ella ein dystarleiðara, ella um fyrimunarreglan kann nýtast).
  • ávara leikaran fyri at koma inn á vøllin uttan loyvi dómarans.

Um dómarin steðgar leiki, skal hann verða tikin uppaftur:

  • við einum beinleiðis frísparki til mótstøðuliðið, har sum bólturin var, tá ið leikur varð steðgaður ella
  • við einum óbeinleiðis frísparki, har sum bólturin var, tá brotið varð framt, um leikarin ikki órógvaði leik ella ein dystarleiðara.

Ein leikari, sum fer út um eina vallarlinju, sum náttúrligan part av dystinum, fremur ikki brot á Fótbóltslógina.

9. Mál skorað, meðan eyka persónur er á vøllinum

Um dómarin leggur til merkis, eftir eitt mál er skorað, men áðrenn leikur er tikin uppaftur, at ein eyka persónur var á vøllinum, tá ið málið varð skorað:

– skal dómarin kolldøma málið, um eyka persónurin var:

– ein leikari, eykaleikari, útskiftur leikari ella hjálparfólk við tilknýti til liðið, sum skoraði málið. Leikur verður tikin upp aftur við beinleiðis frísparki, har sum eyka persónurin var staddur.

  • Ein óviðkomandi, sum leggur upp í leik, um ikki mál stendst av hesum, sum nevnt omanfyri í “Eyka persónar á vøllinum.” Leikur verður tikin upp aftur við uppkasti

Dómarin skal góðkenna málið, um eyka persónurin var:

  • Ein leikari, eykaleikari, útskiftur/útvístur leikari ella hjálparfólk hjá tí liði, sum málið varð skorað ímóti
  • Ein óviðkomandi, sum ikki legði upp í leik

Í øllum førum skal dómarin syrgja fyri, at eyka persónurin verður fluttur av vøllinum

Um – eftir at mál er skorað, og leikur er tikin upp aftur – dómarin leggur tilmerkis, at ein eyka persónur var á vøllinum, tá málið varð skorað, kann málið ikki kolldømast. Um eyka persónurin framvegis er á vøllinum, skal dómarin:

  • Steðga leiki
  • Fáa eyka persónin fluttan
  • Taka leik upp aftur við uppkasti ella hóskandi frísparki

Dómarin skal lata frágreiðing inn til viðkomandi myndugleikar.

10. Liðskiparin

Liðskiparin hevur ongar sersømdir, men hann hevur ein ávísa ábyrgd av atburðinum hjá liði hansara.