§16 – Málsparkið

Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF

Málspark verður dømt, tá ið allur bólturin fer um mállinjuna eftir jørð ella í luftini, uttan at eitt mál er skorað smb. § 10, eftir at hann seinast er nortin av einum leikara úr tí áloypandi liðnum.

Tað er loyvt at skora mál beinleiðis upp á málspark, men bert ímóti mótstøðuliðnum; Um bólturin fer beinleiðis í málið hjá tí, sum sparkar, skal hornaspark dømast.

1. Mannagongd

  • Bólturin skal liggja stillur, og skal sparkast úr málteiginum av einum leikara frá verjandi liðnum
  • Bólturin er í leiki, tá hann er sparkaður og týðiliga flytur seg
  • Mótleikararnir skulu vera uttanfyri brotssparksteigin, inntil bólturin er í leiki

2. Brot og revsingar

Tá bólturin er í spæli, og tann, sum tók málsparkið, nertir bóltin aftur, áðrenn hann er nortin av øðrum leikara, skal óbeinleiðis fríspark dømast, men um tann, sum tók málsparkið fremur eitt ‘hondbólts-brot’:

  • Skal beinleiðis fríspark dømast
  • Skal brotsspark dømast, um brotið varð framt í egnum brotssparksteigi. Um tað er ein málmaður í egnum brotssparksteigi, skal óbeinleiðis fríspark dømast

Um nakrir mótleikarar eru inni í brotssparksteiginum, tá málspark verður tikið, orsakað av, at teir ikki hava fingið stundir at koma út, skal dómarin lata leik halda áfram.

Málsparkið skal takast av nýggjum, um ein mótleikari, sum er í brotssparksteiginum, tá málspark verður tikið, ella kemur inn í brotssparksteigin, áðrenn bólturin er í leiki, nertir ella stríðist um bóltin, áðrenn hann er í leiki.

Um ein leikari fer inn í brotssparksteigin, áðrenn bólturin er í spæli, og brot verður framt ímóti honum, skal málsparkið takast umaftur, og leikarin, sum framdi brotið, kann ávarast ella útvísast, alt eftir, hvussu grovt brotið var.

Fyri øll onnur brot á hesa grein, skal málsparkið takast umaftur.