§15 – Innkastið

Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF

Innkast verður dømt til mótleikararnar hjá tí leikaranum, sum seinast nart bóltin, tá ið hann fór um síðulinjuna allur, sum hann er, antin í luftini ella eftir jørð.

Ikki er loyvt at skora mál beinleiðis upp á innkast:

  • Um bólturin fer í mótleikaranna mál – verður málspark dømt
  • Um bólturin fer í egið mál – verður hornaspark dømt

1. Mannagongd

Tá ið kastað verður, skal kastarin:

  • standa og venda inn móti vøllinum.
  • hava ein part av hvørjum fóti annaðhvørt á síðulinjuni ella á undirlagnum uttanfyri síðulinjuna
  • Kasta bóltin við báðum hondum aftanífrá og upp um høvdið frá tí stað, hann fór av vøllinum

Allir mótleikarar skulu vera í minsta lagi 2 metrar frá staðnum á síðulinjuni, har innkastið skal takast.

Bólturin er í leiki, tá hann kemur inn á vøllin. Um bólturin nertir undirlagið, áðrenn hann kemur inn á vøllin, skal innkastið takast um aftur av sama liði á sama staði. Um innkastið ikki verður tikið á rættan hátt, skal tað takast um aftur av hinum liðnum.

Um ein leikari, sum tekur eitt innkast á rættan hátt, tilvitað kastar bóltin á ein mótleikara fyri at kunna spæla bóltin aftur, men ikki ger hetta á ein hátt, ið er fyrilitsleysur, hasarderaður ella við at nýta ógvusliga megi, skal dómarin loyva leiki at halda fram.

Tann, sum kastar, hevur ikki loyvi at nerta bóltin aftur, fyrr enn hann er nortin av øðrum leikara.

2. Brot og revsingar

Tá bólturin er í spæli, og tann, sum tók innkastið, nertir bóltin aftur, áðrenn hann er nortin av øðrum leikara, skal óbeinleiðis fríspark dømast, men um tann, sum tók innkastið fremur eitt ‘hondbólts-brot’:

  • Skal beinleiðis fríspark dømast
  • Skal brotsspark dømast, um brotið varð framt í egnum brotssparksteigi, Um tað er ein málmaður í egnum brotssparksteigi, skal óbeinleiðis fríspark dømast

Um ein mótleikari á óhøviskan hátt órógvar ella forðar tí, ið kastar (íroknað at flyta seg nærri enn 2 metrar frá tí stað, innkastið verður tikið frá), skal hann ávarast fyri at sýna óhøviskan atburð, og óbeinleiðis fríspark skal dømast, um innkastið er tikið.

Fyri øll onnur brot á hesa grein, skal innkastið takast umaftur av einum mótleikara.