§13 – Fríspørk

Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF

1. Sløg av fríspørkum

Beinleiðis ella óbeinleiðis fríspørk verða dømd til mótstøðuliðið hjá einum leikara, eykaleikara, útskiftum leikara, útvístum leikara ella hjálparfólki, sum fremur eitt brot á Fótbóltslógina.

Tekin – óbeinleiðis fríspark

Dómarin vísir, at eitt fríspark er óbeinleiðis við at strekkja armin upp eftir. Henda støða skal haldast, inntil frísparki er tikið, og bólturin er nortin av einum øðrum leikara, ella hann er farin úr leiki; ella inntil tað er greitt, at tað ikki letur seg gera at skora eitt mál beinleiðis uppá frísparkið.

Eitt óbeinleiðis fríspark skal takast um aftur, um dómarin ikki strekkir armin upp eftir, og bólturin verður sparkaður beinleiðis í málið.

Bóltur fer í málið

  • Um eitt beinleiðis fríspark verður sparkað í mótleikaranna mál, skal mál dømast
  • Um eitt óbeinleiðis fríspark verður sparkað í mótleikaranna mál, skal málspark dømast
  • Um eitt beinleiðis ella óbeinleiðis fríspark verður sparkað í egið mál, skal hornaspark dømast.

2. Mannagongd

Øll fríspørk skulu takast á tí stað, har brotið varð framt, uttan:

  • Óbeinleiðis fríspørk til áleypandi liðið fyri eitt brot, sum varð framt inni í málteigi mótleikaranna; frísparkið skal takast frá linjuni á málteiginum, sum er javnfjar við mállinjuna, so nær við staðið, har brotið varð framt, sum gjørligt.
  • Fríspørk til verjandi liðið í egnum málteigi; hesi kunnu takast allastaðni inni í málteiginum
  • Fríspørk fyri brot, sum snúgva seg um leikara, sum fer inn, inn aftur ella av vøllinum uttan loyvi; hesi fríspørk skulu takast har, sum bólturin var, tá leikur varð steðgaður. Tó skal fríspark dømast á linjuni, sum er næmast har, sum brotið varð framt, um ein leikari fremur eitt brot uttanfyri vøllin. Um brotið skal sektast við beinleiðis frísparki, og tað verður framt innanfyri brotssparksteigin hjá leikaranum, sum fremur brotið, skal brotsspark dømast.
  • Fótbóltslógin krevur, at frísparkið skal takast á øðrum stað (Sí § 3, 11, 12)

Bólturin:

  • Skal liggja stillur, og tann, sum sparkar, hevur ikki loyvi at nerta bóltin aftur, fyrr enn hann er nortin av øðrum leikara
  • Er í leiki, tá hann er sparkaður, og týðiliga flytur seg, undantikið eitt fríspark til verjandi liðið í egnum brotssparksteigi; tá er bólturin í spæli, tá hann er sparkaður beinleiðis út úr brotssparksteiginum

Inntil bólturin er í spæli, skulu allir mótleikarar verða:

  • Í minsta lagi 9,15 m frá bóltinum, um ikki teir standa á egnari mállinju millum málstengurnar
  • Uttanfyri brotssparksteigin, tá verjandi liðið hevur fríspark í egnum brotssparksteigi

Um 3 ella fleiri verjandi leikarar eru í ‘múrinum’, skulu allir áleypandi leikarar vera í minsta lagi 1 m frá ‘múrinum’, inntil bólturin er í leiki.

Eitt fríspark kann takast við at lyfta bóltin við einum ella báðum fótum í senn.

At finta fyri at ørkymla mótleikararnar er loyvt, og er ein partur av fótbólti.

Um ein leikari, sum tekur eitt fríspark á rættan hátt, tilvitað sparkar bóltin á ein mótleikara, og hetta ikki verður gjørt á ein hátt, sum er fyrilitsleysur, hasarderaður ella við ógvusligari megi, skal dómarin lata leik halda áfram.

3. Brot og revsingar

Um ein mótleikari er nærri bóltinum enn 9,15m, tá eitt fríspark verður tikið, skal frísparkið takast um aftur, um fyrimunarreglan ikki kann nýtast; Men um ein leikari tekur eitt fríspark skjótt, og ein mótleikari, sum er nærri bóltinum enn 9,15m, fær fatur á bóltinum, skal dómarin lata leik halda áfram. Tó skal ein leikari ávarast fyri at seinka uppafturtøku av leiki, um hann tilvitað forðar einum frísparki í at verða tikið skjótt.

Um verjandi liðið hevur sett ein ‘múr’, sum hevur 3 ella fleiri verjandi leikarar í, og ein áleypandi leikari er nærri ‘múrinum’ enn 1m, tá frísparkið verður tikið, skal óbeinleiðis fríspark dømast.

Um tað verjandi liðið velur at taka eitt fríspark inni í brotssparksteiginum skjótt, og ein ella fleiri mótleikarar eru inni í brotssparksteiginum, tí teir ikki hava fingið tíð at fara úr brotssparksteiginum, skal dómarin lata leik halda fram. Um ein mótleikari, sum er staddur inni í brotssparksteiginum, tá frísparkið verður tikið, ella um hann kemur inn í brotssparksteigin, áðrenn bólturin er í leiki, og hesin leikarin nertur ella stríðist um bóltin, áðrenn hann er er í leiki, skal frísparkið takast umaftur.

Tá bólturin er í spæli, og tann, sum tók frísparkið, nertir bóltin aftur, áðrenn hann er nortin av øðrum leikara, skal óbeinleiðis fríspark dømast, men um tann, sum tók frísparkið, fremur eitt ‘hondbólts-brot’:

  • Skal beinleiðis fríspark dømast
  • Skal brotsspark dømast, um brotið varð framt í egnum brotssparksteigi, um tann, sum tók frísparkið, ikki er málmaður. Um málmaðurin fremur brotið, skal óbeinleiðis fríspark dømast.