§1 – Vøllurin

Fótbóltslógin 2020 (§1 – §17) sum PDF

1. Vallarundirlag

Vøllurin skal allur, sum hann er, vera av grasi ella, um kappingarreglurnar loyva tí, av graslíki. Um kappingarreglurnar loyva tí, kann ein blanding millum veruligt gras og graslíki loyvast (hybrid skipan).

Liturin á graslíki skal vera grønur.

Um graslíkisvallir verða nýttir í kappingardystum millum lið, sum eru limir í sama fótbóltssambandi, ella í altjóða dystum millum feløg, skulu vallirnir lúka treytirnar, sum FIFA hevur ásett í THE FIFA QUALITY, QUALITY PROGRAMME FOR FOOTBALL TURF ella THE INTERNATIONAL MATCH STANDARD. Hesar treytir skulu verða loknar, um IFAB ikki hevur givið serligt undantaksloyvi.

2. Vallarmerkingar

Vøllurin skal vera fýrkantaður og merktur við linjum, sum ikki eru vandamiklar; sama evni, sum verður til til graslíkisvallir, kann nýtast til linjurnar á náttúrligum vallum, um hetta ikki er vandamikið. Hesar linjur hoyra til tey øki, sum tær avmerkja.

Bert tær linjur, sum eru nevndar í §1 skula merkjast á vøllin. Har graslíki verður nýtt, er loyvt at hava aðrar linjur á vøllinum, treytað av, at hesar hava annan lit, og at tað er greiður munur á teimum, og linjunum, sum verða nýttar til fótbólt.

Tær báðar longru linjurnar verða nevndar síðulinjur. Tær báðar styttru linjurnar verða nevndar mállinjur.

Vøllurin er býttur í tvær hálvur við eini miðlinju, sum kemur saman í miðjuni á síðulinjunum.

Miðbletturin er merktur mitt á miðlinjuni. Ein sirkul við einum radius, sum er 9,15 metrar, er merktur rundan um miðblettin.

Loyvt er at gera frámerki 9,15 metrar frá hornaboganum fyri at tryggja, at mótleikarar halda ta kravdu fjarstøðuna, tá ið hornaspark verður tikið. Hesi frámerki skulu vera uttan fyri vøllin, og tey skulu vera vinkulrøtt við mállinjuna og/ella síðulinjuna.

Allar linjur skulu hava somu breidd, sum er í mesta lagi 12 cm. Mállinjurnar skulu hava somu vídd sum málstengurnar og yvirliggjarin.

Um ein leikari merkir nakað á vøllin, ið ikki er loyvt, skal hann verða ávaraður fyri at sýna óhøviskan atburð. Um dómarin sær hetta verða gjørt, meðan leikur fer fram, skal hann ávara leikaran, ið fremur brotið, fyri óhøviskan atburð, næstu ferð steðgur er í leiki.

3. Mát

Síðulinjan skal verða longri enn mállinjan.

Longd: í minsta lagi 90 metrar (100 yards), og í mesta lagi 120 metrar (130 yards).

Breidd: í minsta lagi 45 metrar (50 yards), og í mesta lagi 90 metrar (100 yards).

4. Altjóða mát

Longd: í minsta lagi 100 metrar (110 yards), og í mesta lagi 110 metrar (120 yards)

Breidd: í minsta lagi 64 metrar (70 yards), og í mesta lagi 75 metrar (80 yards)

Kappingarreglur kunnu avgera longd á mál- og síðulinju út frá omanfyri standandi mátum.

Á síðu 37 í PDF-fílinum sæst mynd av vøllinum.

  • Mátini eru frá uttaru síðuni á linjunum, tí at linjurnar hoyra við til økið, sum tær stika inni.
  • Brotssparksbletturin verður máldur frá miðjuni á blettinum til Uttara síðuna á mállinjuni.

5. Málteigurin (5-meturin)

Tvær linjur verða merktar rættvinklaðar við mállinjuna, 5,5 metrar frá innaru síðu á hvørjari málstong. Hesar linjur ganga 5,5 metrar inn á vøllin, og tær verða bundnar saman við eini linju, ið er javnfjar við mállinjuna. Tað økið, sum hesar linjur merkja av, er málteigurin

(5-meturin)

6. Brotssparksteigurin (16-meturin)

Tvær linjur verða merktar rættvinklaðar við mállinjuna, 16,5 metrar frá innaru síðu á hvørjari málstong. Hesar linjur ganga 16,5 metrar inn á vøllin, og tær verða bundnar saman við eini linju, ið er javnfjar við mállinjuna. Tað økið, sum hesar linjur merkja av, er brotssparksteigurin.

Inni í hvørjum brotssparksteigi verður ein brotssparksblettur merktur

11 metrar frá miðjuni millum málstengurnar.

Ein bogi, ið hevur ein radius, sum er 9,15 metrar frá hvørjum brotssparksbletti, verður merktur uttan fyri brotssparksteigin.

7. Hornaøkið

Hornaøkið verður merkt við einum kvartum sirkli, sum hevur ein radius á 1m frá hornaflagginum. Sirkulin verður gjørdur inni á vøllinum.

Á síðu 38 í PDF-fílinum sæst mynd.

8. Flaggstengur

Ein stong, sum ikki má vera lægri enn 1,5 metrar, og sum ikki má hava spískan topp, skal verða sett í hvørt horn á vøllinum. Flagg skal vera á flaggstongini.

Stengur kunnu eisini verða settar við miðlinjuna. Tær skulu vera í minsta lagi 1 metur uttan fyri síðulinjuna.

9. Tekniska økið

Tekniska økið verður nýtt í dystum, sum verða leiktir á vallum, har eitt øki við setrum er til leiðarar, eykaleikarar og útskiftar leikarar, og eru hesar notur vegleiðandi:

  • Tað tekniska økið røkkur ein metur út frá útskiftingarplássunum á báðum síðum, og tað røkkur fram móti síðulinjuni; tó ikki nærri enn ein metur
  • Hetta øki eigur at verða uppmerkt
  • Kappingarreglurnar áseta, hvussu nógvir persónar kunnu verða í tí tekniska økinum

Tey, sum eru í tekniska økinum:

  • Skulu verða frámerkt áðrenn dystarbyrjan sambært kappingarreglunum
  • Skulu sýna ábyrgdarfullan atburð
  • Skulu vera inni í tekniska økinum uttan í serligum føri, t.d. tá ið ein vøddamýkjari og/ella lækni við loyvi dómarans fer inn á vøllin at meta um skaddan leikara
  • Bert ein persónur í senn hevur loyvi at geva taktisk boð

10. Mál

Mál skulu vera mitt á báðum mállinjum.

Málini eru gjørd úr tveimum lodrøttum stongum, sum eru líka langt burtur frá hornafløggunum, og tær verða bundnar saman í erva við eini tvørstong, ið liggur vatnrætt. Málstengurnar og yvirliggjarin skulu vera framleidd úr góðkendum evni. Stengur og yvirliggjari skulu vera fýrkantað, rund ella elliptisk og mugu ikki vera til vanda fyri nakran.

Fjarstøðan millum málstengurnar er 7,32 metrar, og fjarstøðan frá undirsíðuni á tvørtrænum niður á vøllin er 2,44 metrar.

Í mun til mállinjuna skulu stengurnar standa soleiðis, at tað samsvarar við myndina (s. 41 í ensku bókini).

Málstengurnar og tvørstong skulu verða hvít, og skulu hava somu vídd og dýpd, sum ikki skal vera meira enn 12 cm.

Um yvirliggjarin fer úr stað ella brotnar, verður leikur steðgaður, til hann er gjørdur aftur ella fingin í rætta støðu aftur. Leikur verður tikin upp aftur við uppkasti. Ber ikki til at gera yvirliggjaran aftur, skal dysturin slítast. Tað er ikki loyvt at nýta reip ella nakað annað vandamikið ístaðin fyri yvirliggjaran.

Net kunnu verða fest í málini og í undirlagið aftan fyri málini treytað av, at tey eru væl fest og ikki órógva málmannin.

Trygd

Mál (íroknað mál, sum kunnu flytast) skulu verða trygt fest í undirlagið.

Á síðu 41 í PDF-fílinum sæst mynd..

11. Máltøkni (MT)

MT kann nýtast við tí endamáli at vátta, um eitt mál er skorað ella ikki fyri at stuðla avgerð dómarans.

Har, sum MT verður nýtt, kunnu tillagingar av málunum loyvast, treytað av, at tær eru í trá við tær nærlýsingar, sum eru nevndar í FIFA Quality Programme for GLT (MT) og í Fótbóltslógini. Nýtsla av MT skal vera tilskilað í kappingarreglunum.

Meginreglur fyri MT

MT er bert galdandi fyri mállinjuna, og verður einans nýtt til at gera av, um eitt mál er skorað.

Fráboðanin um, at eitt mál er skorað skal koma beinanvegin og sjálvvirkandi, og tað skal verða váttað av MT skipanini, áðrenn eitt sekund er farið. Fráboðanin skal einans vera til dómaratoymið (via ur dómarans, sum ristist ella gevur sjónligt tekin).

Krøv og nærlýsingar av MT

Um MT verður nýtt í kappingardystum, skulu kappingarfyriskiparirnir tryggja, at skipanini lýkur treytirnar í einum av hesum:

  • FIFA Quality PRO
  • FIFA Quality
  • IMS – International Match Standard

Ein óheftur royndarstovnur skal vátta, at skipanin hevur neyðugan neyvleika, og at hon riggar sum hon skal sambært FIFA Quality Programme for GLT Testing  royndarhandbókini. Um hon ikki riggar sambært royndarhandbókini, kann dómarin ikki nýta skipanina, og skal hann boða viðkomandi myndugleikum frá hesum.

Har, sum MT verður nýtt, skal dómari royna skipanina áðrenn dystarbyrjan, soleiðis sum víst verður á í

12. Vinnuligar lýsingar

Ikki er loyvt at hava vinnuligar lýsingar av nøkrum slag, veruligar ella tykisligar, á vøllinum, á tí øki, sum er umgyrt av mállinjuni og málnetinum, tí tekniska økinum og dómarans øki til endurskoðan. Hetta geldur eisini alt økið, sum er ein metur ella nærri uttan fyri vøllin, frá tí at liðini koma inn á vøllin við dystarbyrjan, til tey fara av vøllinum í hálvleik. Eisini geldur hetta, frá tí at liðini koma á vøllin til seinna hálvleik, og til tey fara av vøllinum aftur við dystarlok.

Ikki er loyvt at hava lýsingar á málum, netum, flaggstongum ella fløggum. Heldur ikki er loyvt at festa óviðkomandi útgerð (myndatól, mikrofonir o.s.fr.) á hesar lutir.

Lýsingar, sum standa uppreistar, skulu í minsta lagi:

  • vera 1 metur frá linjunum
  • hava eina fjarstøðu frá mállinjuni, sum ikki er minni enn dýbdin á málnetinum.
  • vera í minsta lagi 1 metur frá málnetinum.

13. Búmerki og eyðkennismerki

Endurframleiðsla, verulig ella tykislig, av búmerkjum ella eyðkennismerkjum hjá FIFA, sersambondum, tjóðarsambondum, kappingum, feløgum ella øðrum er bannað á vøllinum, málnetunum og teimum økjum, tey umgyrða; málunum, flaggstongum og fløggum teirra, meðan leikt verður. Búmerki og eyðkennismerki eru loyvd á fløggunum, sum eru á flaggstongunum.

14. Video hjálpardómari (VAR)

Í dystum, har VAR verður nýtt, skal eitt video rúm (VR) verða og í minsta lagi eitt øki til dómaran at endurskoða (RRA).

Videorúm (VR)

VR er har, sum video hjálpardómarin (VAR), hjálpar VAR (H-VAR) og leiðarin fyri endurspælingum (replay) (LFE) starvast. Hetta kann vera á/nær við leikvøllin ella longur burturi. Bert persónar við røttum myndugleika hava loyvi at koma inn í VR ella at samskifta við VAR, H-VAR og LFE, undir dystinum.

Ein leikari, eykaleikari,  útskiftur leikari ella eitt hjálparfólk, sum kemur inn í VR, verður útvístur; eitt hjálparfólk, sum kemur inn í VR, verður burturvíst frá tekniska økinum.

Øki til dómaran at endurskoða (RRA)

Í dystum, har VAR verður nýtt, skal í minsta lagi verða eitt RRA, har dómarin fremur “endurskoðan á vøllinum” (EÁV). RRA skal vera:

  • Á einum sjónligum stað uttan fyri vøllin
  • Týðiliga merkt

Ein leikari, eykaleikari, útskiftur leikari ella eitt hjálparfólk, sum kemur inn í RRA, verður ávaraður.