Hugsanin og andin handan Fótbóltslógina
Fótbóltur er størsta ítróttin í heiminum. Fótbóltur verður spældur í øllum londum og á nógvum ymiskum stigum. Fótbóltslógin er galdandi fyri allan fótbólt í heiminum; heilt frá HM finaluni til ein dyst millum børn í eini lítlari bygd.
Tað, at sama lóg er galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum í øllum heiminum er sera styrkjandi, og eigur hetta at varðveitast. Hetta er eisini ein møguleiki, ið eigur at gagnnýtast – fótbóltinum at frama allastaðni.
Fótbóltur má hava reglar, sum tryggja, at spælið er “rættvíst”, tí at eitt avgerandi grundarlag í “tí vakra spælinum” er rættvísi – hetta hevur alstóran týdning fyri “andan” í spælinum. Teir bestu dystirnir eru teir, har tað sjáldan er tørvur á dómaranum, tí leikararnir spæla við virðing fyri hvørjum øðrum, dystarleiðarunum og Fótbóltslógini.
Reinlyndið í Fótbóltslógini og hjá dómarunum, sum nýta hana, má altíð verjast og virðast. Øll, sum hava myndugleika – serliga venjarar og liðskiparar – hava eina týðiliga ábyrgd yvir fyri spælinum at virða dómararnar og avgerðir teirra.
At handfara broytingar í Fótbóltslógini
Tann fyrsta “universella” Fótbóltslógin varð skrivað í 1863, og í 1886 varð The International Football Association Board (The IFAB) setta á stovn. Tey fýra bretsku fótbóltssambondini (The FA, Scottish FA, FA of Wales og Irish FA) tóku stig til stovnanina av hesum felagsskapi, hvørs einasta endamál er at menna og varðveita Fótbóltslógina kring allan heim. FIFA kom uppí The IFAB í 1913.
Fyri at fremja lógarbroytingar, má IFAB vera av teirri fatan, at hetta fer at gera spælið betri. Hetta merkir viðhvørt, at uppskotið má roynast, áðrenn tað verður viðtikið. Hetta sæst aftur í m.a. royndum, sum verða gjørdar við vudeo hjálp til dómarar (VAR) og eini 4. Útskifting, tá eykatíð verður spæld. Tá Fótbóltslógin varð moderniserað í 2016/17, varð dentur lagdur á, at øll uppskot um broytingar skuldu leggja dent á: rættvísi, reinleika, virðing, trygd, hvussu tey luttakandi kunnu njóta spælið og hvussu tøkni kann hjálpa spælinum. Fótbóltslógin skal eggja øllum at luttaka – óansæð, hvaðani tey koma, og hvussu tey eru fyri.
Hóast óhapp koma fyri, eigur Fótbóltslógin at tryggja, at spælið er so trygt, sum gjørlligt.
Tað krevst, at leikarar virða mótleikarar, og at dómarar skapa eitt trygt umhvørvið við at sláa hart niður tey, sum spæla á ein ov ógvusligan og ov vandamiklan hátt. Í Fótbóltslógini stendur greitt, at leikháttur, sum ikki er tryggur ikki verður góðtikin; hetta stendur undir agarevsingum undir orðingum so sum “hasarderað takkling” (ávaring= gult kort/GK), “at seta trygdina hjá mótleikara í vanda” ella “at nýta ógvusliga megi” (útvísing= reytt kort/RK).
Fótbóltur skal vera dragandi og stuttligur fyri leikarar, dómarar, venjarar og fyri áskoðarar, fjepparar, umsiting o.s.fr. Fótbóltslógin skal hjálpa at gera fótbóltin dragandi og stuttligan, soleiðis at fólk vilja luttaka og njóta teirra leiklut í fótbólti – óansæð teirra aldur, ættarslag, átrúna, mentan, tjóðarbólk, kyn, kynsligan hug, avlami o.s.fr.
Reglurnar í Fótbólti eru lutfalsliga einklar samanborið við aðrar liðítróttir. Tó eru nógvar støður, sum eru bundnar at uppfatanini hjá einstaklingum, og havandi í huga, at dómarar eru menniskju (tað viðførir, at teir gera feilir), umgongst ikki, at summar avgerðir koma at skapa kjak og orðadrátt.
Fyri summi er hetta kjak ein partur av njótilsinum í fótbólti, men minnast skal til, at “andin” í lógini krevur, at avgerðir dómarans altíð verða virdar.
Fótbóltslógin kann ikki taka hædd fyri øllum hugsandi støðum, og tá ongin beinleiðis áseting er í Fótbóltslógini, væntar IFAB, at dómarin tekur eina avgerð sambært lógarinnar “anda” – Fyri at gera hetta, er ofta neyðugt at spyrja: “Hvat hevði fótbólturin væntað/viljað havt?”
IFAB fer áhaldandi at samstarva við fótbólts familjuna kring allan heimin, soleiðis at broytingar í Fótbóltslógini gagna fótbólti í øllum hornum í heiminum, og so at reinleikin í spælinum, Fótbóltslógin og dómararnir verða vird, høgt mett og vard.
Fortreytir fyri endurskoðan av Fótbólslógini 2019/20
Endurskoðanin av Fótbóltslógini í 2016/17 var helst tann mest gjøgnumgangandi í søgu IFAB’s. Endamálið var at gera Fótbóltslógina greiðari, meira atkomiligari og at tryggja, at hon endurspeglar tørvin í tí modernaða spælinum.
Nógvar av broytingunum eru komnar eftir umbønir frá einkultum persónum, bólkum og tjóðar fótbóltssambondum runt um í heiminum. Hesar eru síðani gjøgnumhugdar av teknisku nevnd hjá IFAB fyri at tryggja, at øll øki innan fótbólt eru við til at menna Fótbóltslógini. Hetta tí, at Fótbóltslógin er fyri øll, sum eru íblandað spælið – og ikki bert fyri dómararnar.
Nýggjastu broytingarnar eru ein framhald av teimum meginreglum, sum vórðu grundfestar í 2016/17 endurskoðanini. Hesar hava, sum greitt verður frá í Play Fair ætlanini, til endamáls at gera spælið meira dragandi og at bøta um atburðin. Í hesum sambandi góðkendi aðalfundurin í 2017 nakrar týðandi broytingar fyri at menna fótbólt á lægri støði, íroknað:
Í mars 2018 góðkendi aðalfundur IFAB’s aftur eina røð av broytingum. Tær tvær týdningarmestu geva kappingarfyriskiparanum møguleika at loyva eini eyka útskifting í longdari leiktíð og nýtslu av video hjálpardómarum (VAR).
Innføringin av eyka útskiftingini í longdari leiktíð hevur verið fótbóltinum til gagns á øllum stigum, tí tann “hvíldi” leikarin kann bjarga einum øðrum leikara frá at gerast skaddur, og hetta økir um møguleikan at fáa dystin avgjørdan í longdari leiktíð.
Innførslan av VAR hevur verið størsta kollveltingin í yrkisfótbólti í meira enn eina øld. Tá hugsað verður um, at kjakast varð í nógv ár, áðrenn tey fyrstu trilvandi fetini vórðu tikin fyri at vita, um tøknin kundi hjálpa við at taka rættar avgerðir uttan at oyðileggja tað glíðandi spælið og kenslurnar, má sigast, at talan hevur verið um eina merkisverda skjóta “kollvelting.”
Fyrsti dysturin við VAR varð leiktur í New Jersey, New York, USA hin 12. August 2016, og bert 23 mánaðir seinni hendi tað margháttliga, at VAR varð nýtt í HM finaluna í Moskva. VAR fer ongantíð at loysa allar ‘ósemjur’, tí so nógvar av teimum eru subjektivar, men tá so nógv av heimsins fótbólts-londum hava tikið VAR til sín, má staðfestast, at fótbóltur trýr, at VAR gevur størri rættvísi, og at tað bøtur um atburð leikaranna.
Nógvar av lógarbroytingunum fyri 2020 fara beinleiðis og jaliga at ávirka mátan, spælið verður spælt uppá og ímyndina av spælinum.
Fyri at bøta um atburð og myndina av spælinum, loyvir IFAB nú, at hjálparfólk kunnu fáa gult ella reytt kort. Um tann, sum framdi brotið, ikki kann eyðmerkjast, skal hægst sitandi venjarin hava kortið.
IFAB fer áhaldandi at gera royndir við týðandi lógarbroytingum. Higartil hava flestu royndirnar verið væleydnaðar, men sonevnda “AB-BA”-skipanin til brotssparkskappingar vísti seg ikki at vera væl dámd. Hetta komst fyrst og fremst av, at hetta var torskilt, og fótbóltur er í grundini eitt einkult (og siðbundið) spæl, so hendan royndin er slitin.
Framtíðin
Play Fair ætlanin hjá IFAB fyri 2017-22 varð sett í verk fyri at kanna og meta um broytingaruppskot, og vita, um tey eru fótbóltinum at frama. Ætlanin hevur verið væl móttikin av øllum fótbólts-heiminum, og stór undirtøka hevur verið fyri at leggja høvuðsdentin á 3 týdningarmikil øki:
The IFAB fer áhaldandi (í samstarvi við serfrøðinga-nevndir) at ráðleggja um fleiri týdningarmikil evni, sum hava við Fótbóltslógina at gera. Millum annað verður atburður leikaranna viðgjørdur, og møguliga fær liðskiparin ein størri leiklut.
Við at leggja áherðslu á rættvísi, fjølbroytni, inklusjón og tøkni, fer IFAB áhaldandi at menna Fótbóltslógina fyri at virka fyri einum betri spæli á øllum vøllum í øllum pørtum í heiminum.
Tær týðandi lógarbroytingarnar hava í stóran mun verið við til at økja um leiktíðina og rættvísi, samstundis, sum tær eru við til at gera spælið meira dragandi. Leikaranna atburður fer væntandi at halda á fram við at batna so hvørt, sum ávirkanin av VAR ger seg galdandi. Alt hetta fer at gera spælið enn meira njótandi at spæla, hyggja at og døma.
The IFAB hevur notið at verið í samband við fólk frá øllum heiminum og er altíð sinnað at fáa uppskot og spurningar viðvíkjandi Fótbóltslógini. Faktiskt eru fleiri av broytingunum í ‘Play Fair’ ætlanini eitt beinleiðis úrslit av uppskotum frá fólki úr nógvum partum í heiminum.
Vónandi kunnu vit lættari samskifta í framtíðini. Kannið heimasíðuna fyri at fáa nærri kunning: www.theifab.com
Vinarliga send tíni uppskot ella spurningar til: lawenquiries@theifab.com
Notur til Fótbóltslógina
Almenn mál
IFAB gevur út Fótbóltslógina á enskum, týskum, fronskum og sponskum. Er nakar ójavni í orðingini, er enski teksturin galdandi.
Onnur mál
Tjóðar fótbóltssambond, sum týða Fótbóltslógina, kunnu fáa “layout’ið” til 2018/19 útgávuna frá The IFAB við at seta seg í samband við: info@theifab.com
Tjóðar fótbóltssambond, sum framleiða ein týdda útgávu av Fótbóltslógini, eru vælkomin at senda hana til IFAB (Tað skal týðiliga standa á permuni, hvat tjóðar fótbóltssamband staðið á odda fyri týðingini), soleiðis at hon kann leggjast út á heimsíða IFAB’s til onnur at nýta.
At handfara Fótbóltslógina
Somu reglur eru galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum. Burtursæð frá teimum tillagingum, sum IFAB loyvir (sí tillagingar til Fótbóltslógina), skal Fótbóltslógin ikki tillagast ella broytast, undantikið við loyvi frá IFAB.
Tey, sum útbúgva dómarar ella onnur luttakandi, skulu leggja dent á, at:
Leikararnir hava ein sera stóra ábyrgd, tá tað snýr seg um ta mynd, sum verður víst av fótbóltinum, og liðskiparin hevur ein týdningarmiklan leiklut, sum skal tryggja, at Fótbóltslógin og avgerðir dómarans verða vird.
Lykil
Høvuðslógarbroytingarnar eru undirstrikaðar og eru við gulum í marguni.
GK= gult kort (ávaring); RK= reytt kort (útvísing).
Tillagingar til Fótbóltslógina
Útbreiðslan av Fótbóltslógini ger, at spælið er at kalla eins allastaðni í heiminum og á øllum stigum. Eisini skal Fótbóltslógin skapa eitt rættvíst og trygt umhvørvi at spæla fótbólt í, samstundis, sum hon skal eggja til luttøku og njótilsi.
Søguliga sæð hevur IFAB loyvt tjóðar fótbóltssambondunum eitt sindur av ráðarúmi til at gera tillagingar til tær “umsitingarligau” greinirnar í Fótbóltslógini. Tó er IFAB nú av teirri greiðu fatan, at tjóðar fótbóltssambondini eiga at fáa fleiri møguleikar at fremja tillagingar til, hvussu fótbólturin skal skipast, um tað er fótbóltinum í teirra landi at frama.
Hátturin, fótbóltur verður spældur og dømdur uppá, eigur at vera tann sami á øllum fótbóltsvallum í øllum heiminum, líka frá HM finaluni til tað minstu bygdina. Tó eigur tørvurin í einum landi at gera av, hvussu leingi ein dystur varðir, hvussu nógv fólk kunnu luttaka, og hvussu ávísur rangur atburður eigur at sektast.
Við støði í omanfyri nevnda, samtykti tann 131. Aðalfundur IFAB’s í London 3. Mars 2017 einmalt, at tjóðarsambondini (og sersambondini og FIFA) nú skulu hava møguleika at broyta øll ella fleiri av fylgjandi økjum í Fótbóltslógini, tá talan er um, hvussu fótbóltur er skipaður í teirra landi:
Til ungdóm, veteranar, rørslutarnað og barnafótbólt:
Á øllum stigum uttan, tá besta lið í einum felagi, sum luttekur í bestu deildini ella í “A” landsdystum:
Fyri at geva tjóðar fótbóltssambondunum meira ráðarúm at menna fótbóltin í teirra landi, góðkendi 131. aðalfundur IFAB’s fylgjandi broytingar, sum vísa til ymisk “sløg” av fótbólti:
Loyvi til aðrar tillagingar
Tjóðar fótbóltssambondini hava møguleika at loyva ymiskum tillagingum til ymiskar deildir – tað er onki krav um, at nýta allar ella at nýta tær allastaðni. Tó eru aðrar tillagingar ikki loyvdar, undantikið við loyvi frá IFAB.
Tjóðar fótbóltssambond verða biðin um at siga IFAB frá, hvørjar tillagingar tey nýta, og á hvørjum stigi hesar tillagingar verða nýttar. Hedan kunning, og serliga orsøkirnar fyri tillagingunum, kunnu vísa á øki at menna, sum IFAB kann deila fyri at menna fótbólt í øðrum tjóðar fótbóltssambondum.
The IFAB er eisini sera áhugað í at frætta um aðrar møguliga tillagingar til Fótbóltslógina, sum kunnu økja um luttøku og gera fótbólt meira dragandi og breiða menning út um allan heimin.
Vegleiðing til fyribils útvísingar
Tilvísing til fyribils útvísing er at finna í:
Agarevsing
Dómarin hevur heimild at nýta agarevsing, og har kappingarreglurnar loyva tí, nýta fyribils útvísing, frá tí, hann fer á vøllin fyri at kanna hann áðrenn dystarbyrjan, og inntil hann fer av vølli eftir dystarlok (íroknað brotssparkskapping).
Ein fyribils útvísing er, tá ein leikari fremur eitt brot, sum skal sektast við ávaring (GK), og hann verður sektaður við útvísing, sum er galdandi í ein part av dystinum. Hugsanin er, at ein revsing, sum verður framd í verki beinanvegin, kann hava ein jaliga ávirkan á leikaran, sum fremur brotið og møguliga eisini á lið hansara.
Tjóðar fótbóltssambandið, sersambandið ella FIFA, eigur at góðkenna (og seta í kappingarreglurnar) fyribils útvísing eftir fylgjandi vegleiðing:
Bert leikarar
Dómarans tekin
Longdin á fyribils útvísingini
Øki til fyribils útvísing
Brot, sum verða framd áðrenn/undir/eftir eina fyribils útvísing
Víðari agarevsing
Skipanir til fyribils útvísingar
Ein kapping kann nýta eina av fylgjandi skipanum, tá talan er um fyribils útvísingar.
Skipan A – fyribils útvísing fyri allar ávaringar (GK)
Skipan B – Fyribils útvísing fyri onkrar, men ikki allar ávaringar (GK)[1]
1 – Í summum kappingingum kann tað vera gagnligt bert at nýta fyirbils ávaringar, sum verða givnar fyri rangan atburð, t.d.:
Vegleiðing til flúgvandi útskiftingar
Eftir góðkenning frá 131. Aðafundi IFAB’s loyvir Fótbóltslógin nú flúgvandi útskiftingum í fótbólti hjá ungdómi, veteranum, teimum rørslutarnaðu og hjá børnum. Hetta er treytað av góðkenning frá tjóðar fótbóltssambandinum, sersambandinum ella FIFA.
Tilvísing til flúgvandi útskiftingar er at finna undir:
Flúgvandi útskiftingar
Ein “flúgvandi útskifting” er framd, tá ein leikari, sum longu hevur spælt í dystinum og er vorðin útskiftur, verður skiftur inn aftur fyri annan leikara fyri at spæla víðari í dystinum.
Burtursæð frá eykaloyvinum, sum loyvir útskiftum leikara at koma inn aftur í dystin, eru allar aðrar ásetingar í §3 og í Fótbóltslógini galdandi, tá talan er um flúgvandi útskiftingar. Serliga skal mannagongdin viðv. útskifting, sum er nevnd í § 3, fylgjast.
[1] Í summum kappingum kann tað vera gagnligt bert at nýta fyribils útvísingar fyri ávaringar, sum vera givnar fyri rangan atburð, t.d.: