Mikudagin var annað umfar í bólki A á skránni. Í Klaksvík vann Eysturríki 9-0 á Føroyum, og á Tórsvølli var Holland við yvirlutan og vann 2-0 á Noregi


Eftir at øll londini í bólki A hava spælt tveir dystir, er Holland nú einsamalt á odda í bólkinum.

Í fyrsta umfari, sum var spælt sunnudagin, vann Holland 4-1 á Eysturríki, og mikudagin settu tær appelsingulu Noreg til viks. Úrslitið á Tórsvølli gjørdist 2-0 til Holland, eftir 0-0 í hálvleikinum.

Fyrr á degnum møttust Føroyar og Eysturríki á Djúpumýru í Klaksvík. Eysturríksku genturnar sótu á tí allar mesta, og vunnu 9-0, eftir at tær vóru á odda við fimm málum í steðginum.

Aftaná tvey umfør hevur Holland 6 stig, Noreg og Eysturríki hava 3 stig í part, meðan Føroyar eru aftast í bólkinum við ongum stigi.