Droymur tú um at verða við í fyriskipanini av einum stórum ítróttartiltaki? Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av UEFA Women’s Under-17 Championship 2025, sum verður hildið í Føroyum, Tórshavn og Klaksvík frá 4. – 17. mai!


Hetta er størsta fótbóltskapping, ið nakrantíð er hildin í Føroyum, og tú kanst vera ein týðandi partur av henni!


Hví verða sjálvboðin?


✅ Tú fært eina ógloymandi uppliving í einum professionellum umhvørvi
✅ Serliga áhugavert, um tú hevur áhuga fyri m.a tiltaksleiðslu (event management), ítrótti og ítróttarstýring (sports management), sølubúskap og marknaðarføring, tænastuvinnu, trygd.
✅ Tú kemur tætt uppá og sært, hvussu FSF og UEFA skipa fyri einum altjóða tiltaki
✅ Tú fær próvbræv frá UEFA og FSF sum prógv upp á títt sjálvbodna arbeiði.
✅ Gott fyri lívsrensl (CV), tínar arbeiðsroyndir, førleikar og yrkisleið.
✅ Tú fært klæði, sum tú nýtir undir tiltakinum – og tey eru tíni at eiga aftaná!
✅ Tú hjálpir til at varpa jaligt ljós á kvinnufótbólt á hægsta stigi


Vit hava brúk fyri tær!


Vit søkja sjálvboðin til ymiskar uppgávur:
🔹 Doping fylgjari (skal vera ein kvinna)
🔹Atgongumerkjasøla í samband við dystir
🔹Servera kaffi og mat á dystardegnum
🔹Bilførari
🔹Og aðrar spennandi uppgávur!


Øll sjálvboðin fáa upplæring á einum skeiði, sum verður ein dag í tíðarskeiðinum 24. – 27. apríl.
Nakrar uppgávur byrja longu 28. apríl.


Gev títt íkast til størstu fótbóltskapping nakrantíð í Føroyum
Ert tú klár/ur at verða partur av einum søguligum tiltaki? Melda teg til nú og ver við til at skapa eina uppliving, ið vit ongantíð fara at gloyma!