Fyrstu ferð spælt varð um heimsmeistaraheitið í fótbólti var í 1930, tá Uruguay var vertur fyri kappingini.
Spælt varð aftur um HM í 1934 og 1938, men eingin kapping varð spæld í 1942 og 1946, av tí at 2. Heimsbardagi brast á.
Í 1950 varð kappingin tikin upp aftur, og síðan tá hevur verið spælt um heimsmeistaraheitið í fótbólti fjórða hvørt ár.
Tað er FIFA ið skipar fyri HM-kappingini fyri landslið.
Fyrstu ferð Føroyar tóku lut í eini HM-undnkapping, var til endaspælið í 1994, tá USA var vertur fyri kappingini.

| Heimsmeistarar | ||
| 1930: | Uruguay | (Uruguay-Argentina 4-2) |
| 1934: | Itaia | (Italia-Kekkoslovakia 2-1, e.l.) |
| 1938: | Italia | (Itaia-Ungarn 4-2) |
| 1950: | Uruguay | (Finaluumfar) |
| 1954: | Vesturtýskland | (Vesturtýskland-Ungarn 3-2) |
| 1958: | Brasil | (Brasil-Svøríki 5-2) |
| 1962: | Brasil | (Brasil-Kekkoslovakia 3-1) |
| 1966: | England | (England-Vesturtýskland 4-2, e.l.) |
| 1970: | Brasil | (Brasil-Italia 4-1) |
| 1974: | Vesturtýskland | (Holland-Vesturtýskland 1-2) |
| 1978: | Argentina | (Argentina-Holland 3-1, e.l.) |
| 1982: | Italia | (Italia-Vesturtýskland 3-1) |
| 1986: | Argentina | (Argentina-Vesturtýskland 3-2) |
| 1990: | Vesturtýskland | (Vesturtýskland-Argentina 1-0) |
| 1994: | Brasil | (Brasil-Italia 3-2, e.br.) |
| 1998: | Frakland | (Brasil-Frakland 0-3) |
| 2002: | Brasil | (Týskland-Brasil 0-2) |
| 2006: | Italia | (Italia-Frakland 5-3, e.br.) |
| 2010: | Spania | (Holland-Spania 0-1, e.l.) |
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|
|||||||||
|
|
|||||||||