Atgongumerkjatreytir

TREYTIR/SKILHALDSREGLUR Í SAMBANDI VIÐ LANDSDYSTIR SKIPAÐIR AV FSF


Tað er ábyrgd hjá atgongumerkjakeypara og atgongumerkjaseljara at kunna seg um og góðkenna hesar keypstreytir, skilhaldsreglur v.m.

Brot á hesar treytir og reglur kann hava afturvísing, burturvísing og/ella endurgjaldskrav við sær.

Atgongumerki
Atgongumerkjaprísir til ymsu dystirnar eru lýstar á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya: www.fsf.fo.

Atgongumerki mugu ikki verða brúkt sum vinningur í kapping ella í øðrum handilsligum sambandi uttan skrivliga avtalu við FSF.

Atgongumerki, ið verða seld øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Svartabørshandil verður meldaður til løgregluna.

Áskoðaraøkir
Áskoðaraøkini til landsdystir eru býtt sundir í økir til viðhaldsfólk hjá heimaliðnum (vanliga 90% av stadionplássunum) og økir til viðhaldsfólk hjá vitjandi landsliðinum (vanliga 10% av stadionplássunum).

Tað er ábyrgdin hjá atgongumerkjakeypara og atgongumerkjaeigara at fáa sær atgongumerki til tað ella tey økir, sum eru sett av til viðhaldsfólk hjá tí landsliði, ið keypari og eigari heldur við.

Atgongd til stadion og kanning av áskoðarum
Inn á stadion slepst bara við at vísa gyldugt atgongumerki. Allir áskoðarar verða kannaðir við inngongdina.

FSF kann bert veita vissu fyri, at fólk sleppa inn til dystarbyrjan, um fólk standa í biðiraði í seinasta lagi 30 minuttir, áðrenn dysturin byrjar.

Burturmist atgongumerki verður ikki endurgoldið.

Atgongd og steðgur
Atgongumerkið gevur atgongd til ta inngongd og tað tænastu- og áskoðaraøkið, sum stendur á atgongumerkinum. Verður roynt at sleppa inn ella at seta seg aðrastaðni, kann hetta hava við sær burturvísing frá stadion.

Alkohol
Alkohol og onnur rúsandi evni mugu hvørki verða tikin inn á stadionøkið ella nýtt har.

Áskoðarar, ið hava kenning ella eru ávirkaðir, kunnu av trygdarávum verða burturvístir .

Skilhaldsreglur
Áskoðarar skulu halda seg til skilhaldsreglurnar hjá FSF og hjá stadionøkinum, umframt til aðrar ásetingar hjá myndugleika og løgreglu á staðnum.


Lutir, sum eru bannaðir á stadionøkinum
- termokannur
- fløskur og dósir
- hvassir lutir
- kompressarahorn
- laserljós
- stór videomyndatól og fotomyndatól
- vápn ella lutir, ið minna um vápn ella kunnu verða nýttir sum vápn
- fýrverk, hondbluss og annað eldverk .

Eftirlitsfólkini meta í hvørjum einstøkum føri um at banna aðrar lutir, ið kunnu metast at vera vandamiklir.

Vøllurin
Ein og hvør atgongd til vøllin er bannað. Brot á skilhaldsreglurnar hjá FSF og hjá stadionøkinum kann hava við sær burturvísing og/ella endurgjaldskrav.

Afturvísing og burturvísing
Brot á keypstreytir kunnu hava við sær afturvísing ella burturvísing frá stadion.

Ábyrgdarfólk hjá FSF, eftirlitsfólk og løgregla hava heimild til at afturvísa ella burturvísa áskoðarar, sum ikki halda ásettu treytir.

Afturvísing ella burturvísing ger ikki, at atgongumerkið verður endurgoldið. Heldur ikki verður annar kostnaður, sum beinleiðis ella óbeinleiðis verður settur í samband við tiltakið ella tilburðin, endurgoldin.

Endurgjaldsábyrgd
Brot á treytir og regluverk kann hava við sær afturvísing, burturvísing og/ella endurgjaldsábyrgd.

FSF kann eisini seta í verk endurgjaldskrav mótvegis tí ella teimum, sum elva til sektarrevsing og/ella fyri møguligan inntøkumiss í sambandi við, at Fótbóltssamband Føroya av UEFA ella FIFA fær álagt forboð ímóti at spæla ein ella fleiri landsdystir á Tórsvølli ella á øðrum stadion.

Ábyrgd:
Landsdystir verða leiktir sum fyriskipað vísandi til Fótbóltslógina (Laws of the Game).

FSF hevur onga ábyrgd ei heldur nakra endurgjaldsábyrgd fyri, at dystur verður steðgaður ella avlýstur vísandi til Fótbóltslógina og kappingarreglur, sum kappingarfyriskiparin hevur lýst. Áheitanir um hetta verða vístar til fyriskiparan: Fótbóltssamband Føroya, Gundadalur, 100 Tórshavn ella teldupostur: fsf@fsf.fo.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6