Store Trænertræf (heystið 2011)

Undirritaðu 4 venjarar hjá FSF-Leikaramenningini vóru í Danmark dagarnar 10.-12.november og tóku lut á árliga venjaratreffinum kallað Store Trænertræf. Hesuferð hevði JBU høvuðsábyrgdina fyri tiltakinum, ið varð hildið í suðurvestur-jútska býnum Vejen.
Henda frágreiðingin inniheldur eina gjøgnumgongd av tí, ið skráin hevði at bjóða. Harumframt ber til at lesa allar framløgurnar. Legg til merkis, hvar tú skal trýsta fyri at koma til framløgurnar. Ein part av framløgunum hava vit eisini filmað. Flestu venjingarøvilsini úti á vøllinum vórðu eisini tikin upp. Kvaliteturin er helst ikki í HD, men tey, ið kundu hugsað sær at fingið upptøkurnar eru meira enn vælkomin at venda sær til Eli Hentze – eli.hentze@skulin.fo – at avtala, hvussu til ber at fáa tær.
Frágreiðingin er skrivað beint aftaná heimkomu, men seinni er okkurt smávegis lagt afturat og einstakar slóðir settar inn.
Undirtøkan fyri tiltakinum var góð og heimasíðan hjá JBU visti eisini at siga, at altjóða dámur var yvir tiltakinum:
-Og med bl.a. navne som Hegga, Meinhardt, Eli og Pól - kursister fra Færøerne - er det internationale snit sikret.

Innihaldsyvirlit:
s. 2 Formæli
s. 3 Skráin fyri dagarnar í Vejen
s. 4 U19 venjingardystur FC Keypmannahavn v Malmø FF
s. 5 Venjing í Lyngby BC, á vitjan hjá Pæturi Clementsen
s. 6-7 Claus Gaihede DBU U/15 talentvenjari
s. 7 Søren Randa-Boldt, U/19 kvinnulandsliðsvenjari - Hvordan kan alle os gøre pige/kvindefodbold bedre?
s.8 Glen Riddersholm, FC Midtjylland, innførsla av nýggjum leikhátti
s.9 Svend Rybner, søguligt baksýni
s.10 Jens Letort, pro-uppgáva: Tann offensivi bakkurin
s.11 Tom Søjberg, pro-uppgáva: Hvordan afgøres fodboldkampe?
s.12 Keld Andersen, barnavenjing
s.13-14 Keld Tornøe, teknisk venjing á la FC Midtjylland
s.15-16 Dømi um eginvenjing
s.18 Johnny Mølby, Soleiðis nær tú málinum
s.18-19 Samanumtøka

Frágreiðingin, við myndum, kann eisini heintast HER sum PDF-fílur.
 

Store Trænertræf


Skráin fyri dagarnarnar var rúgvismikil og sera viðkomandi fyri okkum í starvinum sum venjarar hjá FSF.
Fredag den 11. november
14.00 Registrering
14.15 Velkomst v/Peter Tornbo (fmd. for DBU's træneruddannelsesgruppe)
Introduktion v/Peter Rudbæk, DBU træneruddannelseskonsulent
14.30 Talentudvikling - drenge
v/Claus Gaihede
DBU U15 talenttræner, drenge
Teknisk træning - piger
v/Søren Randa-Boldt
DBU U19-kvindelandstræner
16.00 Kaffepause
16.15 Indførelse af ny spillestil
v/Glen Riddersholm
Cheftræner, FC Midtjylland
18.00 Moderne fodbold fra Puskás til Cruyff
v/Svend Rybner
Skribent, historiker og ungdomstræner
19.00 Storskærm: Danmark-Sverige, EM-testkamp
19.45 Middag

Lørdag den 12. november
08.30 Sådan falder målene i Superligaen
v/Tom Søjberg
PRO-kursist, træner Kjellerup
Backens offensive rolle
v/Jens Letort
PRO-kursist, træner Næsby
10.00 Kaffepause
10.30 Børnetræning
v/Keld Andersen
B&U-konsulent og instruktør
Teknik ála FC Midtjylland
v/Kent Tornøe
Talenttræner, FCM
12.30 Frokost
13.30 Sådan når du målet
v/Johnny Mølby
PRO-licens, Cheftræner Horsens
15.30 Afrunding v/Peter Rudbæk
 

Store Trænertræf


Dagur 1
Hósdagur 10.november 2011, Keypmannahavn
Men áðrenn vit settu kós móti Vejen og Jútlandi, høvdu vit fýra ein áhugaverdan fótbóltsdag í danska høvuðsstaðnum.
Venjingardystur U19, FCK v Malmø FF 2-2 (2-0)
Kl. 14.30 hittust U19 liðini hjá FCK og Malmø FF í einum venjingardysti á Peter Bangs Vej. Tað áhugaverda fyri okkum var at síggja 15 ára gamla Brand Olsen í hvítu FCK blusuni. Brandur úr B71 fór beint eftir summarsteðgin niður til FCK, har ein 2-ára sáttmáli er skrivaður. Og hóast aldurin er til luttøku á U17 liðnum, hevur hann longu fyri tað mesta vant við U19 liðnum. Dysturin móti Malmø FF var hansara fyrsti fyri U19 liðið.
Nakað inn í seinna hálvleik kom hann inn á sentrala miðvøllin. Eftir eina trilvandi byrjan spældi hann seg upp og stóð seg væl. Hann fekk eisini høvi at royna seg í høgru síðu, men tað sást tíðiliga, at har treivst hann minni væl. Dysturin endaði 2-2 eftir 2-0 leiðslu til heimamenninar.
Bæði liðini spældu í eini 1:4:4:2 leikskipan. Allan fyrra hálvleik hevði FCK bóltin nógv meira og royndi við skjótum avleveringsspæli at koma til møguleikar, meðan sviar dúvaðu upp á skjót mótálop. Sum seinni hálvleikur leið, komu sviar nærri FCK málinum og skoraðu 2 mál við høvdinum eftir góð innlegg.
 

Store Trænertræf

U14 & U15 venjing í Lyngby
Eftir dystarlok á Peter Bangs Vej gekk leiðin til Lyngby, har venjing fyri U14 og U15 dreingir var á skránni. Bítandi kalt og myrkt, men við góðari hjálp frá Meinhardti, fann taxaførarin langt um leingi Lyngby Stadion. Gamaní gekk tað eitt sindur striltið hjá Meinhardti at trýsta addressuna inn á GBS´aran í taxabilinum, men láturin fekk hitan aftur í okkara ísafrystu kroppar. Taxaførarin hevur valla havt stuttligari túr enn henda!
Úti í Lyngby tók Pætur Clementsen ímóti. Hann og ein annar venja U14 árgangin hjá Lyngby.
Venjingin innihelt upphiting – koordinatiónsøvilsir, ið dreingirnir sjálvir stóðu fyri. Síðani teknisk øvilsi í stórum rundingi, har helvtin av leikarunum virkaðu sum servarar og hin vandi vendingar, temjingar avleveringar o.s.fr. og so bleiv skift um.
So blivu dreingirnir býttir í 2 bólkar. Tann eini bólkurin vandi smáspæl 3 v 3 á lítlum øki, meðan hin vandi individuelt verju/álopsspæl – vinstribakkur v høgra kanti. Pætur greiddi okkum frá, at tá ið teir í kappingini møttu sterkaru liðunum, vandu teir nokkso nógv tann verjukenda partin, og tá ið teir møttu heldur veikari liðnum, vandu teir nokkso nógv tann álopskenda partin.
 

Store Trænertræf


Dagur 2
Fríggjadagur 11.november 2011, Vejen

Vit fóru í góðari tíð úr Keypmannahavn og við stóra fuglfirðinginum við róðrið gekk leiðin vesturyvir til Vejen. Bústaður okkara dagarnar í Vejen var Smátta nr. 35 Vejen Idrætscenter.

Claus Gaihede, U15 DBU-talentvenjari
http://infolink2003.elbo.dk/dbujylland/Dokumenter/doc/11726.pdf
Hesin fyrri dagurin hevði nógv spennandi at bjóða uppá. Claus Gaihede ein av U15 talentvenjarunum hjá DBU greiddi frá núverandi talentmenningarstrukturi og hvørjar framtíðarætlaninar vóru.
Danir skipa sína leikaramenning í DBU regi øðrvísi enn vit gera her á landi. Danir hava 4 U15-økisdeplar og 2 U16-økisdeplar, har útvaldir leikarar møta til venjingar. Meðan vit her á landi hava 5 øki við einari venjing um vikuna tíðarskeiðið apríl-november. Við felagstiltøkum er talan um einar 25-30 samlingar/venjingar
U15 dreingirnir møtast 10 ferðir á 2 dagar pr.-økisdepil. Harumframt er 1 samling á 5 dagar við øllum leikarunum.
U16 dreingirnir møtast 8 ferðir á 2 dagar pr.-økisdepil. Harumframt 1 samling á 4 dagar við øllum leikarunum. Orsøkin til lítlu minkingina í aktiviteti frá U15 til U16 er hon, at U16 aldursbókurin eisini hevur landsliðsaktivitetir.
7 fulltíðarstørv eru tilknýtt leikaramenningini. 6 venjarar og 1 samskipari.
Heimsmeistari í leikaramenning
Á stóra altjóða leikpallinum er Danmark ein lítil leikari. Leikaragrundarlagið/talentmongdin samanborið við nærmastu kappingarneytar er lítil. Tískil er neyðugt hjá Danmark at vera heimsmeistari í leikaramenning.

Hugsa vit um okkar veruleika í Føroyum, so er væl uppaftur meiri neyðugt, at vit eru dugnalig, tá ið umræður leikaramenning. Okkum tørvar optimalar møguleikar at menna okkara fáu leikarar mest møguligt!
Til ber at síggja framløguna, ið hann hevði, við at trýsta her.
http://www.dbu.dk/Temaer/store_traenertraef/Claus_Gaihede.aspx

Søren Randa-Boldt – Hvordan kan alle os gøre pige/kvindefodbold bedre?
Samstundis sum Claus Gaihede greiddi frá um leikaramenning, hevði danski U19 kvinnulandsliðsvenjarin Søren Randa-Boldt fyrst eina framløgu um kvinnufótbólt – Hvordan kan alle os gøre pige/kvindefobold bedre? Hetta var meira ein innleiðing til sjálva venjingina. Hansara upplegg snúði seg í høvuðsheitum um, at vit í okkara venjing í alt ov lítlan mun venja skot á mál.
(U19 kvinnulandsliðsvenjarin tók P-útbúgvingina í 2010/11. Endauppgáva hansara – sera áhugaverd uppgáva – snýr seg um: Hvad er det verdens bedste centrale midtbanespillere kan, når de altid er spilbare og iscenesætter scoringerne? Hvad skal vi træne for at udvikle den slags spillere?) Les hana her
http://www.dbu.dk/~/media/Files/DBU_Broendby/111_AAA_traenermagasin/Den%20komplette%20centrale%20midtbanespiller%20af%20Søren%20Randa-Boldt.pdf
Síðani varð farið út á vøllin at venja tekniska venjng við gentum. Tvørámaðurin Pól F. Joensen hóvaði betri ta køldu frísku heystarluftina uttanfyri, so hann fór útum við sínari elskaðu I-phone og tók nakrar upptøkur av venjingini.
 

Store Trænertræf


Glen Riddersholm og innførsla av nýggjum leikhátti
Eftir ein stuttan kaffisteðg var tað FC Midtjylland venjarin Glen Riddersholm, ið fekk orðið. Riddersholm, ið eisini hevur eina fortíð sum ungdómslandsliðsvenjari hjá Danmark, osar av orku og kærleika til spælið. Tílíkar eldsálir hava eina smittandi jaliga ávirkan!
Hann nevndi m.a. at leikhátturin í FCM var álopskendur og aggresivur. Liðið spælir bóltin upp frá verju. Vil undirhalda og skapa góðar upplivingar. Nógv fólk við í álop. Hesi vóru nøkur element, ið hann nevndi. Hevur tú hug at fáa meiri at vita, hvat hann segði, kann tú kaga í framløgu hansara her!
Hann brúkti ikki so langa tíð til framløgu sína, tí hann vildi út á vøllin at vísa sínar tankar í praksis saman við nøkrum ungum dreingjum.
Glen Riddersholm nevndi eisini týdningin av miðvísum og skipaðum arbeiði, tá ið nýggjur leikháttur skuldi innførast. Og tað var týðiligt at síggja úti á venjingarvøllinum, at her var talan um ein venjara, ið dugdi væl sítt handverk.
Glen Riddersholm hevur eina fortíð sum U16 & U17 landsliðsvenjari hjá Danmark
 

Store Trænertræf

Søguligt baksýni við Svend Rybner
Svend Rybner hevði eina sera áhugaverda framløgu, ið hann nevndi: frá Puskas til Cruyff. Hann greiddi m.a. frá:
• Ungarska totalfótbóltinum – Wembley 1953
http://www.youtube.com/watch?v=zMu5_2wHqUo
• Undrið í Bern - http://www.youtube.com/watch?v=zShAWruJiGA
• Real Madrid
• Brasilianararnir koma
• Catenaccio/La Grande Inter
http://italy.worldcupblog.org/italy/the-catenaccio-myth.html
• Wingless Wonders og vill djór
• 1970 – Besta HM-endaspæl
• Hollendskan totalfótbólt
Við stórari samfelagsvitan eins væl og fótbóltsvitan førdi hann okkum gjøgnum fótbóltssøguna við orðum og livandi myndum. Tíverri gekk tíðin alt ov skjótt undan, og venjingardysturin millum Danmark og Svøríki umframt nátturðabitin lótu bíða eftir sær. Danir vunnu 2-0 móti gul/bláa arvafíggindanum, og dagin eftir vistu yvirskriftirnar í donsku bløðunum ikki, hvussu tær skuldu orðað seg nóg stórliga! Danski landsliðsvenjarin Morten Olsen var ikki í krithúsinum hjá nógvum skribentum og meiniga áskoðaranum fyri fáum mánaðum síðani, men nú er vent í holuni! Soleiðis er spælið! Skjótt er frá djúpastu dølum til hægstu tindar og øvugt!
 

Store Trænertræf


Dagur 3
Leygardagur 12.november 2011, Vejen
Vit høvdu havt tveir hendingaríkar og gevandi fótbóltsdagar frammanundan, og tí gleddu vit okkum til tann triðja og seinasta dagin.
Provenjarar Tom Søjberg & Jens Letort við spennandi Pro-próvtøkuuppgávum
Fyrstir á skránni henda leygarmorgunin í kalda Vesturjútlandi vóru tveir venjarar, sum eru í holt við endan á Pro-venjaraútbúgvingini.
Teir báðir løgdu fram teirra uppgávur, sum teir um stutta tíð skulu verja til Pro-próvtøkuna.
Tann offensivi bakkurin
Jens Letort hevur hugt nærri eftir leiklutinum hjá bakkunum hjá FCK, Brøndby IF, Randers FC og Champions League finalistunum Barcelona og Manchester United kappingarárið 2010/11.
Ein av partsniðurstøðunum i uppgávuni er, at bakkarnir hjá FCK høvdu prosentvís fleiri væleydnaðar avleveringar – bæði stuttar og langar – samanborið við áðurnevndu lið. Randers FC og Manchester United høvdu týðandi færri avleveringar enn hini trý nevndu.
 

Store Trænertræf


Hvordan afgøres fodboldkampe?
Tom Søjberg hevur hugt nærri eftir, hvussu dystir í donsku SAS-ligaini verða avgjørdir. Tvs., hvussu málini verða skoraði og nær.
Tom Søjberg hevur kannað nærri hvussu nógvar nertingar áðrenn skoring, placering í málið, nær málini verða skoraði, innlegg, øki, umstillingar, deyðbóltar, støðan í dystinum. Stutt sagt, á hvønn hátt verða dystir avgjørdir.

Kanningararbeiðið hjá honum gongur yvir tvær heilar Superliga-kappingar. Hann segði seg hava avdúkað nakað, ið hann var sera bilsin yvir. Fyri tað fyrsta at rættiliga stórur partur av málunum komu eftir innlegg. Í øðrum lagi, at flestu málini ikki verða skoraði beint áðrenn hálvleik og síðst í dystinum, men at mál verða skoraði javnt og samt gjøgnum allar 90 minuttirnar.
Tíverri er ongin atgongd til uppgávu hansara, men til ber at lesa framløguna her.
Ein annar danskur Pro-venjari, Thomas Slosarich, hevur skrivað eina uppgávu um málskjóting, ið líkist nokkso nógv í innihaldi henni hjá Tom Søjberg.
http://www.dbu.dk/~/media/Files/DBU_Broendby/uddannelse_-_traener/P-opgave%20-%20Thomas%20Slosarich.pdf
 

Store Trænertræf


Barnavenjing – teknisk venjing
Tá ið teir báðir pro-menninir, Jens Letort & Tom Søjberg, vóru lidnir, skifti evni aftur til børnini og tey ungu og tekniska venjing.
Ætlandi skuldi Keld Andersen Barna & Ungdómskonsulentur hjá DBU hava nakað um barnavenjing, men honum barst frá – tíverri! Nakað av tí, ið hann skuldi tosa um var m.a.
• Fodbold er LEG
• Træning av børn og unge handler først og fremmest om udvikling – vinde eller tabe er noget, der følger med
• Det handler ikke om at træne meget – men træne rigtigt. Gentagelser, Gentagelser, Gentagelser, Gentagelser, Gentagelser, Gentagelser
• Hold K... og lad børnene spille
Tó at Keld Andersen ikki fekk møtt í Vejen, fingu vit framløguna, ið hann skuldi hava. Til ber at lesa hana her.
Tveir venjarar úr Lyngby tóku yvir. Hegga fylgdi bæði framløgu og venjingini. Eins og Pól hevur hann eina fartelefon, ið ikki brúkar diesel og tískil kann meira enn vanligt prát og sms! Tískil bleiv nakað av tí, ið hann sá og hoyrdi dokumenterað!
 

Store Trænertræf


Teknik á la FC Midtjylland við Kent Tornøe venjara

Hin parturin snúði seg um Teknik á la FC Midtjylland við Kent Tornøe. Kent Tornøe er venjari á Elituskúlanum hjá FCM.
Vit Pól F, Meinhardt og Eli løgdu oyra til framløgu hansara og sóu venjingina úti á vøllinum.
Hesin parturin var sera áhugaverdur! Kent Tornøe staðfesti við 5-tummaseymi, at menning av tí einstaka leikaranum stóð fremst í raðnum. Úrslit og meistaraheiti var sjálvsøgd gleðilig hjáveiða. Hann segði í framløgu síni, at hann vildi ynskt, at allir leikarar vóru so væl trenaðir, at teir tekniskt og viðvíkjandi koordinatiónini vóru “klárir” við 14 árs aldur.
Í royndunum at betra seg innan øki at venja koordinatión, segði hann seg hava nýtt nógvar tímar at studera ballett-venjing. Har fekk hann sjón fyri søgn, hvussu fantastiska góða kropskenslu luttakararnir høvdu. Hann legði sera stóran dent á, at allar rørslur skulu gerast við báðum kropshálvum og báðar vegir. Um talan er t.d. um at bólta rút, so skal bæði bóltast frameftir og aftureftir. Um talan er at snara um sín egan aksa, so snara aðru hvørjaferð til vinstru og aðru hvørjaferð til høgru. Avlevera aðru hvørjaferð við vinstra og høgra, dribla við báðum beinum, renning frameftir og aftureftir o.s.fr.
Venjingin úti á vøllinum snúði seg um koordinatión og teknik. Hansara leiðsluháttur hevði rættiliga fitt av skemti uppi í, men kanska hann ov ofta fór út um mark, tí hann so ella so við sínum “skemti” ironiseraði og meira ella minni tillátursgjørdi leikararnar. Eitt lætt sinni, skemt og góður tóni eru amboð, ið sjálvsagt kunnu brúkast í leiklutinum sum fótbóltsvenjari. Men ansast skal væl eftir ikki at tillátursgera leikararnar!
 

Store Trænertræf


Eginvenjing ein av hornasteinunum
Kent Tornøe legði harumframt sera stóran dent á eginvenjingina. Nakrir av leikarunum, ið hann vandi henda dagin, høvdu fingið eina uppgávua, har evni var skot á mál. Teir dreingirnir vandu hetta aftaná felagspartin, meðan nakrir aðrir fóru at spæla smáspæl.
Givið er, at ein av lyklunum til betri fótbóltsleikarar er meira og betri venjing. Trýst her og síggj eitt dømi um eina vikuvenjing fyri aldursbólkarnar U13-U15 í FC Midtjyllandi.
Her niðanfyri dømi um eginvenjing. Hetta eru venjingarnar, ið nakrir av dreingjunum vandu eftir felagspartin.

Aflevering til medspiller. Han spiller så bolden på tværs eller i medløb.
Angriber scorer enten på sin første berøring, eller efter en aktiv førsteberøring!
Der søges scoring fladt eller højt!
Sparke typer: Vrist – Yderside – Inderside.

Målmanden spilles.
Målmand spiller bolden imod angriber eller i vinkel.
Angriber sparker på sin første berøring eller efter en aktiv førsteberøring.
 

Store Trænertræf


Johnny Mølby – soleiðis nær tú málinum

Síðsta punkt á skránni var Superliga-venjarin Johnny Mølby úr AC Horsens, ið hevði eina framløgu um, hvussu tú nær málinum. Vit noyddust tíverri at fara, áðrenn Mølby trein á pallin, tí vit skuldu náa flúgvaran úr Keypmannahavn. Men framløgan, ið hann hevði er her!
 

Store Trænertræf

Samanumtøka - nógv viðkomandi fótbóltsvitanargóðs at bera heimaftur.
Eftir besta førimuni hava vit við hesi frágreiðingini roynt at endurgivið tað mesta av tí, ið vit sóu og hoyrdu teir 3 dagarnar í Danmark. Sum nevnt í innleiðingini hava vit tikið nokkso fittan part av framløgunum á video, og rímliga nógv av venjingunum. Tíverri er kvaliteturin ikki á HD-stigi, men vónandi geva upptøkurnar eina greiðari mynd av skrivaðu orðunum. Um nakar er áhugaður at fáa upptøkurnar, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til Eli Hentze – eli.hentze@skulin.fo – at avtala hvussu til ber at fáa upptøkurnar.
Vit upplivdu 3 góðar og gevandi fótbóltsdagar í Danmark! Tað hevur sjálvsagdan týdning allatíðina at ogna sær vitan. Allatíðina hoyra ymisk sjónarmið viðvíkjandi spælinum og venjing. Allatíðina at síggja/uppliva venjing úti á vøllinum.
Tað er ikki vist, at man hvørjaferð fær nakað spildurnýtt at vita ella síggja. Kanska man staðfestur, at eins egna venjaraarbeiðið er á rættari leið. Men tað er mennandi og gevandi, at vitanin man situr inni við javnan fær okkurt mótspæl.
Store Trænertref er afturvendandi tiltak fyri danskar venjarar. Undirtøkan er sera góð. Prógvar væl at venjarar halda, at her er nakað at heinta. Tiltakið hesuferð borðreiddi ikki við nøkrum ítøkiligum nýggjum. Men tað var sera áhugavert og spennandi at hoyra ungdómsvenjaran hjá FC Midtjyllandi, ið sera “bramfri”
spældi við púrasta opnum kortum:
“Tað mest umráðandi er at menna ungu leikararnar á øllum økjum, men serliga tekniskt og rørsluliga. Dreymurin er at hava “gjørt” teir “klárar” sum 14 ára gamlar!” (leystligt citat Kent Tornøe)
Við øðrum orðum vildi hann siga, at úrslits-sigrar væl kunnu bíða til seinni. Hann segði seg onki hava í móti at tapa ein dyst, um leikararnir høvdu loyst tær uppgávur, ið teimum vóru álagdar – hetta tulkaði hann sum ein sigur!
Her hjá okkum hava vit oftani havt á munni, um leikari í barnadeildini skal fáa møguleika at royna seg á øllum/fleiri plássum á vøllinum, enntá sum málverji. Kent Tornøe gav okkum eitt stuttligt dømi frá eini kapping í Italia. Nógv lið úr nógvum ymiskum londum. Hansara FCM lið skuldi m.a. møta einum afrikanskum liði. Hann hevði roynt at hugt eftir mótstøðuliðnum, men hevði meira enn trupult at finna útav hvat og hvussu. Ongi tøl vóru á blusum teirra, og tað gjørdi uppgávuna uppaftur truplari. At leikararnir allir vóru myrkir var eisini ein forðing fyri hann, tí trupult var at kenna teir aftur. Hann tosaði so við ein annan venjara, ið møguliga
 

Store Trænertræf


kundi hjálpa sær á leið. Hesin segði seg skilja væl, at tað var trupult, tí leikararnir á afrikanska liðnum skiftu pláss hvørjaferð 10 minuttir vóru spældir! Løgið, skilagott ella??
Í okkara venjarastarvi hjá FSF innan Leikaramenning hevði framløgan hjá Claus Gaihede sjálvsagt eisini stóran áhuga. DBU hevur í skjótt nógv ár havt skipaða leikaramenning við fulltíðarløntum venjarum. Umframt at sokallaði lisens-feløg fáa krónur úr kassanum til skipaða leikaramenning í egnum felagi. Fyri at fáa lisensin og harvið krónurnar eru ikki so fáar treytir, ið skulu gangast á møti.
FSF hevur síðani 2007 havt skipaða Leikaramenning í 5 økjum á skránni. Henda skipanin er útbygd og ment til tað, ið hon er í dag. Okkara skipan byggir á 1 venjing um vikuna í góðar 20 vikur umframt felagstiltøk, ið innihalda venjing og dystir. Danir skipa sítt á ein øðrvísi hátt. Samlingarnar eru væl færri, men rættiliga nógv drúgvari - u.l. 10 samlingar á 2 dagar við gisting, har bæði ástøði og venjing er á skránni umframt 1 samling, sum er í heilar 5 dagar. Leikluturin hjá Talentvenjaranum er annað og meira enn venjing, tá ið samlingarnar eru. Til ber at lesa nærri um hetta í sjálvari framløguni hjá Claus Gaihede.
Samanumtikið eitt gott vikuskifti við gevandi fótbóltsíblástri!
Lítil ivi um, at vit her heima hjá okkum áttu at tikið stig til at skipa fyri líknandi tiltaki einaferð um árið við eini skrá, ið hevði nakað at bjóða til allar aldursbólkar og allar partar av spælinum.

Vegna teir fýra
Eli Hentze, Meinhardt Dalbúð, Pól F. Joensen og Hegga Samuelsen

http://www.dbujylland.dk/Nyheder/2011/November/Masser_af_inspiration_i_Vejen.aspx


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7