Lars Christian Olsen er føddur 2. februar í 1961. Fyrstu árini spældi Lars Olsen í verjuni hjá barndómsfelagnum Glostrup IF, men sum yrkisleikari hevur hann umboðað Køge Boldklub og Brøndby IF í donskum fótbólti, Trabzonspor í Turkalandi, R.F.C. Seraing í Belgia, og FC Basel í Sveis.
Eftir 5 ár í útlegd, vendi Lars Olsen heim aftur til danskan fótbólt í 1996, har hann spældi eitt ár fyri Brøndby IF, áðrenn fótbóltsskógvarnir vórðu settir á hylluna, og verjuleikarin fór undir venjarayrkið.
Sum venjari hevur Lars Olsen drúgvar royndir úr donskum fótbólti, har hann millum annað hevur vant Brøndby IF, Randers FC og OB Odense, ið øll hava spælt i Superliguni undir leiðslu av Lars Olsen.
Sum leikari hevur Lars Olsen vunnið danska meistaraheitið 6 ferðir við Brøndby IF, og í 1988 var sterki verjuleikarin valdur til ársins leikara í donskum fótbólti.
Í 1989 vann Lars Olsen donsku steypakappingina, og í 1992 var hann við til at vinna steypakappingina í Turkalandi. Størsta løtan fyri Lars Olsen er uttan iva europameistaraheitið, sum Danmark vann í 1992.
Í venjarastarvinum hevur eisini gingist væl hjá Lars Olsen. Frá 2003 til 2007 vandi Lars Christian Olsen Randers FC, og í 2006 eydnaðist teimum at vinna donsku steypakappingina.
Umframt at hava spælt hópin av U-landsdystum fyri Danmark, var Lars Christian Olsen í 10 ár á danska A-landsliðnum. Í nøkur ár var Lars Olsen liðskipari hjá Danmark, og millum annað var Lars Olsen liðskipari hjá dønum, tá teir í 1992 gjørdust europameistarar í fótbólti.
Lars Olsen spældi tilsamans 84 dystir fyri Danmark, og gjørdi 4 mál.
Í løtuni er Lars Christian Olsen høvuðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum. Sáttmálin millum Fótbóltssamband Føroya og Lars Olsen er galdandi fyri undankappingina til HM 2014.
Yrkisleið sum leikari
Tíðarskeið |
Felag |
Dystir |
Mál |
1980 |
Glostrup IF (DK) |
- |
- |
1981 - 1984 |
Køge Boldklub (DK) |
105 |
11 |
1985 - 1991 |
Brøndby IF (DK) |
178 |
13 |
1991 - 1992 |
Trabzonspor (TUR) |
30 |
0 |
1992 - 1994 |
RFC Seraing (BEL) |
62 |
0 |
1994 - 1995 |
FC BAsel (SWI) |
40 |
1 |
1996 |
Brøndby IF (DK) |
20 |
1 |
- |
- |
- |
- |
Landsdystir |
- |
- |
- |
Tíðarskeið |
- |
Dystir |
Mál |
1986 - 1996 |
Danmark |
84 |
4 |
- |
- |
- |
- |
Yrkisleið sum venjari |
- |
- |
|
Tíðarskeið |
Felag |
||
1997 - 2002 |
Brøndby IF (DK) |
- |
- |
2003 - 2007 |
Randers FC (DK) |
- |
- |
2007 - 2010 |
OB Odense (DK) |
- |
- |
2011 - |
Føroyar A |
- |
- |
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|||||||||
|
|||||||||