Tórsvøllur

Týsdagur 28. august 2012
 

Fríggjadagin 24. august varð nýggja graslíkið á Tórsvølli tikið í brúk, tá fyrsti dystur í stóra steypafinaluvikuskiftinum hjá FSF, varð spældur.

Fríggjadagin vórður tvær finalur spældar, og leygardagin 25. august vórðu fimm steypafinalur spældar á Tórsvølli.

Steypafinaluvikuskiftið byrjaði við finaluni um Mótasteypið hjá Gentum U17, millum KÍ og HB. Úrslitið gjørdist 3-0 til tær reyð-svørtu úr høvuðsstaðnum. Elsa Splidt Jacobsen legði HB á odda við beinleiðis hornasparki, og skoraði harvið fyrsta málið á nýggja undirlagnum á Tórsvølli.

Stóra brakið varð spælt leygarkvøldið 25. august, tá EB/Streymur og Víkingur møttust í finaluni um Løgmanssteypið. Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping, endaði dysturin 8-7 til Víking.

Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendi beinleiðis frá finaluni, so teir fingu seg royndar undan HM-undankappingardystunum sum verða í heyst. Kortini høvdu nærum 3.000 fólk leita sær á Tórsvøll hetta kvøldi, sum endaði við stórum fýrverki.

Arbeiðið at leggja graslíki á Tórsvøll byrjaði í mai mánað, og hevur sum heild gingið sera væl. Nýggi vøllurin er av merkinum POLYTAN, sama slag sum millum annað á Toftum og í Klaksvík. 


Tórsvøllur, 25. august 2012


Týsdagur 14. august 2012
 

Arbeiðið at leggja sjálvt graslíkið á Tórsvøll er byrjað, og nú er komið so mikið ávegis, at linjurnar verða lagdar í vøllin.

Vøllurin er av merkinum Polytan, sama slag sum herfyri varð lagt á nýggja vøllin á Toftum.

Um alt gongur eftir ætlan, verður arbeiðið, at leggja graslíkið, liðugt fyrst í komandi viku, og fríggjadagin 24. august verður fyrsti dystur spældur á graslíkisvøllinum á Tórsvølli.


Tórsvøllur, fríggjadagin 10. august 2012


Hósdagur 26. juli 2012

Fyrst í komandi viku byrjar arbeiðið at leggja graslíki á Tórsvøll, og eins og á Svangaskarði, so verður vøllurin á Tórsvølli eisini av merkinum Polytan.

Arbeiðið at leggja graslíkið á, kemur væntandi at taka einar tvær til tríggjar vikur.

Ætlanin er, at vøllurin undir øllum umstøðum skal vera klárur at taka í brúk til steypafinalurnar, sum verða fríggjadagin og leygardagin 24. og 25. august.


Tórsvøllur, 26. juli 2012


Mánadagur 16. juli 2012

Arbeiðið á Tórsvølli er nú komið so mikið ávegis, at nú er klárt at leggja nýggja graslíkið á vøllin. Betongarbeiðið kring vøllin er liðugt, og somuleiðis er alt asfaltarbeiðið avgreitt.

Í samráð við FIFA, fer Fótbóltssamband Føroya í næstum at hyggja upp á tilboðini ið eru innkomin, og síðani verður avgjørt hvør veitarin av graslíkinum til Tórsvøll verður. Fyrsti dystur á nýggja graslíkinum skal eftir ætlan spælast fríggjadagin 24. august.

Leygardagin 25. august verður finalan um Løgmanssteypið spæld, og sama dag verður steypafinalan hjá kvinnum eisini spæld á Tórsvølli.


Tórsvøllur, 16. juli 2012


Tórsvøllur 16. juli 2012


Mánadagur 25. juni 2012

Í løtuni verður seinasta hond løgd á betongarbeiðið kring vøllin, og síðani er klárt at asfaltera sjálvt undirlagið.

Rør og annar útbúnaður, í samband við at Tórsvøllur skal hava hita og sprinklaraannlegg, og sum ein svensk fyritøku tekur sær av, varð lagt í vøllin í seinastu viku.

Tað er byggifyritøkan Articon, ið hevur høvuðsábyrgdina av øllum arbeiðinum á Tórsvølli, og sambært arbeiðsformanninum, Bjartur Skipanes, hevur arbeiðið at skifta grasið út við graslíkið, gingið framúr væl. Men arbeiðsdagarnar seinastu nógvu vikurnar hava eisini verið langir og drúgvir – frá klokkan sjey á morgni til klokkan níggju á kvøldi.

Eftir ætlan skal nýggi graslíkisvøllurin á Tórsvølli takast í brúk fríggjadagin 24. august.


Tórsvøllur, 21. juni 2012


Tórsvøllur, 21. juni 2012


Tórsvøllur, 21. juni 2012


Týsdagur 29. mai 2012


Arbeiðið á Tórsvølli gongur væl, og nú er meginparturin av grasinum tikið av vøllinum. Um alt gongur eftir ætlan, so verður níggi graslíkisvøllurin á Tórsvølli tikin í brúk fríggjadagin 24. august.

Í góðar tvær vikur hava menn frá byggifyritøkuni Articon fingist við at taka sjálvt grasið av vøllinum. Tað arbeiðið er næstan liðugt, og nú eru menn farnir í holt við at taka sandin av, ið hevur ligið undir vøllinum.

Alt undirlagið, umleið ein hálvan metur niður, skal takast upp, og gerast av nýggjum.

Nýggi graslíkisvøllurin á Tórsvølli skal eftir ætlan hava hita og sprinklara annlegg. Sostatt fer vøllurin at kunna brúkast tá tað verður kavi og kalt í veðrinum.


Tórsvøllur, týsdagin 29. mai 2012


Tórsvøllur, týsdagin 29. mai 2012


Týsdagur 8. mai 2012


Fyrstu flagini av Tórsvølli eru loyst, og um góðar fýra mánaðar liggur nýtt graslíki á vøllinum. Arbeiðið at skifta grasið út við graslíki, er byrjað, og eftir ætlan verður nýggi vøllurin tikin í brúk fríggjadagin 24. august.

Grasið, ið nú verður tikið av Tórsvølli, skal endurnýtast, og um alt gongur eftir ætlan, so verður gamla grasið brúkt til nýggjan golfvøll á Glyvursnesi. Umframt at brúka grasið til golfvøll, verður nakað nýtt til at fríðka um í Gundadali, meðan eitt sindur eisini verður brúkt til smærri økir í Tórshavnar Kommunu.

Tað verður Articon, ið skal standa fyri arbeiðinum at skifta vøllin, og mánadagin í næstu viku koma stóru maskinurnar á Tórsvøll. Umframt at grasið skal takast av, skal nakað av undirlendinum eisini takast upp og skiftast.


Tórsvøllur, týsdagin 8. mai 2012


"Húsavarðarnir" í Gundadali. Týsdagin 8. mai 2012


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7