Vegleiðing um leikbann

Í sambandi við sekt av útvístum leikarum, burturvístum venjarum/leiðarum, og sekt fyri at vísa óhøviskan atburð í orð og talu í sambandi við dyst, venjingardyst ella venjing.


INNLEIÐING

Vísandi til í § 37 í kappingarreglunum fyri fótbólt , hevur Kappingarnevndin gjørt hesa vegleiðing.

Avgerðir tiknar eftir hesi vegleiðing, sum geva leikbann í meiri enn 3 dagar, kunnu leggjast fyri Aganevndina.

Um leikari fremur brot, ið førir við sær útvísing, og hetta brot er orsakað erting (provokasjón) frá mótleikara, skal kappingarnevndin meta um, hvørt brotið skal sektast linari, enn brotið annars vildi verið sektað.


1. ÁTALA

Verður ógvuliga sjálvdan givin


2. LEIKBANN 1 DYST

Verður vanliga givið fyri brot, ið er fevnt av fótbóltslógini §12, og sum ikki koma undir pkt. 3, 4 og 5 í hesi vegleiðing.

Leikbann 1 dyst verður vanliga givið fyri m.a. hesi brot:
- Brúka munn ímóti dómara

- Brúka ljótan munn ímóti mótleikara, áskoðara ella øðrum

- Endurtiknum brotum av leikreglunum (Verður givið leikara, sum frammanundan hevur fingið gult kort, og sum seinni ger seg sekan í brotið, sum viðførir seinna gula kortið).

- At fella, halda ella á annan hátt steðga mótleikara í møguligum málmøguleika, ella á veg til slíkan, uttan sjálvur at hava møguleika fyri at fáa bóltin.

- Við vilja at steðga bóltinum við hondini, fyri at steðga mótleikara í møguligum málmøguleika, ella á veg til slíkan.

- Fyri roynd at sparka ella sláa í sambandi við stríð um bóltin.

- Fyri at fella mótstøðuleikara aftanífrá.


3. LEIKBANN 2 DYSTIR

Verður vanliga givið fyri eitt sindur grovari brot, sum m.a.

- at sparka ella sláa í sambandi við stríð um bóltin

- fyri roynd at sparka ella sláa um bólturin ikki er í spæli, ella um spælið fyrigongur aðrastaðni á vøllinum

- Fyri at nýta sera ljótan munn ímóti dómara (ljót orð, ljótan atburð, vísa fingurin o.l.)

- fyri at spýta

- fyri harðligan atburð mótvegis við- ella mótstøðuleikara.


4. LEIKBANN 3 DYSTIR

Verður givið fyri grov brot sum m.a.:
- at sparka ella sláa, um bólturin ikki er í spælið, ella um spælið fer fram aðrastaðni á vøllinum.


5. LEIKBANN 4 – 6 DYSTIR

- Verður givið fyri serliga grov brot móti leikara, dómara ella øðrum.

- Fyri rasistiskan atburð/útsøgn


6. VENJINGARDYSTIR V.M. (nýtt í 2016)

Feløgini hava fulla áyrgd av fyriskipan og døming av venjingardystum.

Brot, sum seta fótbóltin í ringt ljós, verða sekta við bót og møguligum leikbanni til leikarar og/ella burturvísing til leiðarar, venjarar o.o.


7. LEIKBANNAÐIR LEIKARAR

Leikari, ið hevur leikbann, kann ikki uppihalda seg á beinkinum, meðan dystur verður leiktur, so leingi leikbannið er galdandi.


8. BURTURVÍSTIR VENJARAR/LEIÐARAR

Venjarar/leiðarar sum verða burturvístir av dómara, skulu beinanvegin fara av ítróttarøkinum, og kunnu tískil heldur ikki leiða liðið restina av dystinum.

Sektin fyri burturvísing av venjara/leiðara í Effodeildini, 1. deild og 2. deild hjá monnum og 1. deild hjá kvinnum, er vanliga leikbann í 1 dyst ella fleiri. Í lægri deildum kann bót gevast ístaðin fyri leikbann.

Venjari/leiðari, ið er burturvístur (fær leikbann), kann ikki leika, verða á tekniska økinum ella leiða liðið frá øðrum øki, so leingi leikbannið er galdandi.

Burturvístur venjari/leiðari kann heldur ikki uppihalda seg saman við liðnum í tíðarskeiðnum frá einum tíma undan dystinum, og til liðini eru farin av aftur vøllinum eftir loknan dyst, so leingi leikbannið er galdandi.


9. ÚTVÍSING/BURTURVÍSING Í KAPPING ELLA DYSTI UTTAN FYRI FØROYAR

- Við útvísing/burturvísing í kapping ella privatdysti uttan fyri Føroyar, kann Kappingarnevndin í hvørjum einstøkum føri taka upp og gera av, um hetta er eitt mál, sum eigur at verða tikið til viðgerðar, við atliti til hvat slag og hvussu grovt brotið er.


10. ÓHØVISKUR ATBURÐUR/MÁLBURÐUR Í SAMBANDI VIÐ DYST OG VENJING

- Leikarar, venjarar, leiðarar ella onnur, sum í sambandi við dyst ella venjing, vísa óhøviskan atburð mótvegis leikarum, leiðarum, venjarum, dómarum, áskoðarum ella øðrum, skulu vanliga hava leikbann 1-3 dystir, um tað ikki er grundarlag fyri enn longri banni.

- Leikarar ella aðrir álitispersónar í felagnum, sum alment sáa iva um gegni dómarans, mótstøðuliðið ella onnur í sambandi við dyst ella venjing, verða revsaði við leikbannið ella burturvísing minst 3 dystir. Um talan er um serliga grovt brot, kann talan gerast um enn longri leikbann ella burturvísing.

- Um talan er um annan álitispersón enn leikara og/ella venjara, verður málið lagt til Aganevndina til avgerðar.

- Felag kann eisini fáa revsing um áskoðarar tess vísa óhøviskan atburð.

- Um leiðari ger seg skyldugan í óhøviskum atburði, kann felagið verða sekta við bót.


11. Gildiskoma

Soleiðis samtykt av Kappingarnevndini í mars 2016


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6