Tíðindi

Tíðindi - 24. november 2017

Kári avloysir Petur sum FIFA-dómari

Petur Reinert gevst sum FIFA-dómari. Í staðin verður tað Kári á Høvdanum, saman við Alex Troleis, ið næstu árini skal umboða Føroyar sum altjóða dómari

F.v.: Kári á Høvdanum, Petur Reinert, Jan Harmansen og Jóannes Mikkelsen aftaná steypafinaluna í august í ár - Mynd: Álvur Haraldsen

Á hvørjum ári skal Fótbóltssamband Føroya innstilla verandi ella nýggjar dómarar og hjálpardómarar, ið kunnu átaka sær altjóða uppgávur úti í heimi. Síðani 2007 hevur Petur Reinert umboða Føroyar, men frá komandi ári verður leirvíkingurin ikki at síggja á listanum hjá FIFA.

 

- Eftir ellivu fantastisk ár sum FIFA-dómari, havi eg valt at takka fyri meg. Tað setir stór krøv at vera altjóða dómari, og eg havi nýtt hvørja løtu á vøllum kring alt Europa. Men seinastu trý árini havi eg havt trupulleikar í hælsinuni, og nú gongur ikki longur.

 

- Tíðin er nokk eisini komin har til, at onkur annar sleppur fram at, og eg fari at ynskja Kára (á Høvdanum, red.) góða eydnu og alt tað besta sum FIFA-dómari, sigur Petur Reinert við heimasíðuna hjá FSF.

 

Kári Jóannesarson á Høvdanum hevur dømt í nógv ár, og í 2014 fekk hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini hjá monnum. Tað sermerkta við tí dystinum var, at annar av hjálpardómarunum var pápi hansara, Jónannes Mikkelsen.

 

- Sjálvandi eri eg glaður fyri hendan heiður, og eg gleði meg til komandi uppgávur sum FIFA-dómari. Eg skal nokk eisini venja meg við, at nú fara spælarar, venjarar, áskoðarar og øll, ið fylgja við í fótbólti, at hava eitt serliga vakið eyga við mær. Men tað má eg bara liva við, sigur ein fegin Kári á Høvdanum.

 

FIFA-listin 2018, umboðandi Føroyar, sær soleiðis út:

Alex Troleis, dómari

Kári á Høvdanum, dómari

Andrew Christiansen, hjálpardómari

Dan Højgaard, hjálpardómari

Jan Hermansen, hjálpardómari

Aftur
Topp

Sendistovan