Tíðindi

Tíðindi - 30. juni 2014

Útbygging: Seta spakan í

Í dag verður farið undir arbeiðið at gera eystaru síðu við Tórsvøll

Í dag verður farið undir næsta byggistig av útbyggingini av Tórsvølli, tá ið spakin verður settur í fyri nýggja skýlinum við eystaru síðu av Tórsvølli

Tórshavnar býráð samtykti herfyri at gera sáttmála við J & K Petersen um víðkan av verandi arbeiði á syðru síðu við Tórsvøll til eisini at gera eystaru síðu. Sáttmálin varð undirskrivaður 19. juni millum kommununa, Fótbóltssamband Føroya og J&K Petersen.

Í dag verður farið undir arbeiðið, og kl 13:15 fara borgarstjórin, Heðin Mortensen, og varaforsetin í FSF, Róin Schrøter, at loysa fyrsta flagið til nýggja skýlið, sum verður á eystaru síðu á Tórsvølli

Tá kunnu umleið 2700 áskoðarar afturat verða undir taki, tá landsdystir, konsertir ella onnur tiltøk eru á vøllinum á Tórsvølli, afturat teimum 900 sum koma undir tak, tá syðra síða verður liðug í september í ár.

Tað hevur allatíðina verið ætlanin, at Tórsvøllur skal gerast multifunktionellur, og ikki bert til landsdystir og fótbólt, hóast tað tó vil verða størsti parturin av virkseminum har.

Hetta er liður í eini ætlan, sum er býtt upp í fleiri byggistig, til tess at gera Tórsvøll til tjóðarstadion, sum lýkur tey krøv, sum UEFA og FIFA seta til slík stadion. Tá eystara síða er liðug, manglar bert uttanumøkið, vestara skýlið og bygging omaná Fimi, til at talan er um eitt fullfíggjað stadion, sum lýkur øll neyðugu krøvini fyri, at Føroyar kunnu spæla sínar landsdystir í Føroyum.

Eystara síða, sum nú fer í gongd, verður útgjørd við hóskandi umstøðum at veita áskoðarum tænastur – eitt nú sølubúðir, toilett og annað. Tveir landsdystir verða seinni í ár, meðan arbeiðið er í gongd, og ein næsta ár. Hædd er tó tikin fyri hesum í tíðarætlanini, og gongst sum ætlað standa sperrurnar uppi longu áðrenn árskiftið.

Alt arbeiðið verður liðugt í mai 2015 áðrenn heimadysturin móti Grikkalandi verður 13. juni komandi ár.

Sunnari endi, sum er í gerð, og eystara skýlið kosta góðar 84 milliónir krónur, alt íroknað við mvg. Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya hava avtalað at býta kostnaðin í millum sín, helvt um helvt. Eystara skýlið kostar alt íroknað við mvg. 40,2 milliónir krónur.

Aftur
Topp

Sendistovan