Agareglugerð

Meginreglur

Grein 1
Henda reglugerð verður ásett við heimild í grein 48 lógum FSF’s.

Reglugerðin verður av starvsnevnd FSF’s løgd fyri aðalfund FSF’s til góðkenningar.

Møguligar broytingar í hesi reglugerð skula góðkennast á aðalfundi í FSF. Aðalfundurin kann samtykkja broytingar við vanligum atkvøðumeiriluta.

Grein 2
Henda reglugerð er galdandi fyri øll mál í sambandi við møgulig brot á Kappingarreglurnar fyri Fótbólt, Lógir og reglur FSF’s, UEFA loyvisgóðkenningina og lógir og reglugerðir hjá UEFA og FIFA.

Reglugerðin er galdandi fyri allar limir FSF´s, og allar einstaklingar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis útinna uppgávur innan fótbólt sum ítróttargrein, tað verið seg leiðarar, venjarar, leikarar og aðrar ábyrgdarpersónar, sum hava við hesa ítróttargrein at gera.

Grein 3
Í tann mun henda reglugerð  onga áseting hevur, er tann til ein hvørja tíð galdandi agareglugerð fyri fótbólt hjá FIFA galdandi.

Lógir FSF´s hava altíð forrætt. Í tann mun henda reglugerð skuldi komið í andsøgn við lógir FSF´s eru lógir FSF´s galdandi.

Kærunevndir skula í virksemi sínum og við sínum avgerðum altíð taka støði í lógum FSF´s, Kappingarreglunum fyri Fótbólt, hesari reglugerð og teimum til eina og hvørja tíð galdandi agareglum hjá FIFA

Grein 4
Limir í kærunevndum FSF’s kunnu ikki samstundis vera limir í øðrum nevndum hjá FSF.


Kappingarnevndin

Grein 5
Kappingarnevndin skipar fyri kappingunum hjá FSF samsvarandi Lógum FSF´s, Kappingarreglunum fyri Fótbólt og teimum reglum, sum annars eru galdandi fyri kappingarnar hjá FSF.

Kappingarnevndin tekur endaliga avgerð í øllum málum, sum viðvíkja tilrættalegging av kappingunum og møguligum ósemjum, sum stinga seg upp í hesum sambandi.


Kappingarnevndin kann nær sum helst biðja Aganevndina taka avgerð í einum máli sum kemur til hennara kunnleika.

Hesi mál, sum Kappingarnevndin tekur avgerð um, kunna ikki leggjast fyri Aganevndina, Yvirkærunevndina ella aðrar myndugleikar:

a) avgerðir um ásetan av dysti, útsetan ella flyting av dysti
b) avgerð um nýggjan dyst
c) avgerðir um hvør skal hava heimavøll ella útivøll, ella avgerð um uttanveltaðan vøll
d) avgerðir um ávarðingar og leikbann
e) avgerðir um útskriving av leikaraloyvum og gildi teirra. Tó kunna  spurningar  um hvør eigur rættin til leikara kærast
f) avgerðir um búnar, lýsingar og onnur líknandi mál, sum hava við kappingina í verki at gera


 

Hesi mál, sum kappingarnevndin tekur avgerð um, kunna kærast til Aganevndina og Yvirkærunevndina samsvarandi hesi reglugerð:

g) avgerð um leikbann í meira enn 3  dystir
h) avgerð fevnd av grein 5, stk. 3, litra b, tá avgerðin hevur samband við brot á kappingarreglurnar fyri fótbólt at gera
i) avgerð fevnd av grein 5, stk. 3, litra c, tá avgerðin hevur samband við brot á kappingarreglurnar fyri fótbólt at gera
j) átalu, ávaring, ella bót í samband við at dómaraseðilin er skeivt útfyltur
k) átalu, ávaring, ella bót í samband við innkomnar dómara- og eygleiðarafrágreiðingar, ella viðurskifti, sum koma kappingarnevndini til kunnleika á annan hátt, viðvíkjandi brot á kappingarreglur og brot á  fyrisitingarlig viðurskifti, eitt nú ov vánaliga trygd, óhøvuskan atburð, fløskur inn á vøllin ella aðrar serligar hendingar


Aganevndin

Grein 6
Í aganevndini sita formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur. Formaðurin skal vera løgfrøðingar.

Nevndarlimirnir sita í tvey ár í senn, soleiðis at tveir verða valdir eitt ár og ein verður valdur árið eftir. Valdir verða tveir varalimir at sita í tvey ár. Annar varalimurin skal vera løgfrøðingur. Fyrsta árið verða allir nevndarlimirnir valdir og annað árið verður avgjørt við lutakasti hvørjir tveir standa fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.

Aganevndin verður vald av aðalfundi FSF’s.

Grein 7
Øll kærumál, sum eru fevnd av  grein 2,  verða viðgjørd av aganevndini. Øll tey, sum vera nevnd í grein 2 og sum verða beinleiðis ella óbeinleiðis rakt av eini avgerð ella broti, kunna kæra mál fyri aganevndina alt samsvarandi ásetingunum í hesi reglugerð.

Starvsnevnd FSF’s kann nær sum helst viðgera  eitthvørt mál, sum kemur til hennara kunnleika og sum er fevnt av grein 2,  og biðja aganevndina um at viðgera málið sum kærumál  samsvarandi hesi reglugerð.

Grein 8
Aganevndin kann geva hesar sektir:

Fyri feløg:

a) átalu
b) ávarðing
c) bót
d) døma felag at missa heimavøll
e) seta bann fyri at flyta leikarar
f) áseta dyst/ir at skula leikast uttan áskoðarar
g) áseta dyst/ir at leikast á uttanveltaðum vølli
h) døma felag at tapa dyst
i) frátaka ella tilluta stig og mál
j) frátaka felag heiðursmerki 
k) strika meistaraheiti
l) døma lið at flyta í lægri deild
m) koyra felag úr kapping


 

Fyri persónar:

n) átalu
o) ávarðing
p) bót
q) leikbann
r) seta forboð fyri at vera í umklæðingarrúmum og/ella at vera á útskiftingarbeinkinum
s) seta forboð fyri at vera á leikvølli
t) seta forboð fyri at taka lut í virksemi, ið hevur við fótbólt at gera í eitt ávíst tíðarskeið


Grein 9
Allir úrskurðir hjá aganevndini eru endaligir og kunnu ikki kærast, uttan so at annað er ásett í grein 12.

Grein 10
Kæra um brot á tær í grein 2 nevndu lógir og reglur og avgerðir hjá undirnevndum FSF’s skal sendast aganevndini innan 5 dagar eftir at brotið er framt, ella 5 dagar eftir at úrskurðurin er komin til kunnleika hjá viðkomandi persóni ella felag.

Við kæruni skulu fylgja kr. 1.000,00, sum verða afturgoldnar, um kæran vinnur sømdir.


Yvirkærunevndin

Grein 11
Í Yvirkærunevndini sita formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur. Formaðurin og varaformaðurin skulu vera løgfrøðingar.

Nevndarlimirnir sita í tvey ár í senn, soleiðis at tveir verða valdir eitt ár og ein verður valdur árið eftir. Valdir verða tveir varalimir at sita í tvey ár. Annar varalimurin skal vera løgfrøðingur. Fyrsta árið verða allir nevndarlimirnir valdir og annað árið verður avgjørt við lutakasti hvørjir tveir standa fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.

Yvirkærunevndin verður vald av aðalfundi FSF’s.

Yvirkærunevndin tekur avgerðir í kærumálum viðvíkjandi avgerðum hjá aganevndini, ið ikki eru endaligar.

Grein 12
Hesar avgerðir hjá aganevndini kunna kærast til Yvirkærunevndina innan 5 dagar aftaná móttøku av úrskurðinum:

Fyri feløg:

a) bót størri enn kr. 10.000,-
b) at missa heimavøll i meira enn 1 dyst
c) bann fyri at flyta leikarar
d) at dystir  skula leikast uttan áskoðarar
e) at dystir skula  leikast á uttanveltaðum vølli
f) um felag verður dømt at tapa dyst
g) frátøka ella tillutan av stigum og málum
h) at felag verður frátikið heiðursmerki
i) at felag missur  meistaraheiti
j) um lið verður dømt at flyta í lægri deild
k) um felag verður koyrt úr kapping


 

Fyri persónar:

l) bót størri enn kr. 10.000,-
m) leikbann í meira enn 5 dagar
n) forboð fyri at taka lut í virksemi, ið hevur við fótbólt at gera í eitt ávíst tíðarskeið


Við kæruni skulu fylgja kr. 5.000,- og sum verða afturgoldnar um kæran vinnur sømdir.


Málsviðgerð

Grein 13
Allar kærur til Aganevndina og Yvirkærunevndina skula verða skrivligar og kærarin skal nágreiniliga grundgeva fyri kæruni og hann skal viðleggja øll  skjøl, hann vil styðja seg við.

Kærurætt hava feløg og einstaklingar, sum verða beinleiðis raktir av eini avgerð og onnur  sum hava ein serstakan og konkretan rættarligan áhuga í málinum.

Kærunevndir kunna krevja, at  FSF og partarnir í málinum skula útflýggja øll skjøl í  málinum, burtursæð frá innanhýsis arbeiðsskjølum.

Kærunevndir skula geva øllum  pørtum  og FSF innlit í kæruna og øll skjøl sum eru útvegaði.

Eingin avgerð kann verða tikin áðrenn hin parturin er hoyrdur í málinum innan eina freist, sum kærunevndin ásetur. Starvsnevnd FSF´s skal eisini hava høvi at geva sítt ummæli innan eina freist, sum kærunevndin ásetur.

Allir partar í málinum og FSF kunna biðja um munnliga viðgerð av málinum.

Um eingin biðjur um munnliga viðgerð kunna Kærunevndir taka avgerð í málinum á tí  grundarlagi sum fyriliggur, eftir at allir partar eru hoyrdir.

Kærunevndir skulu viðgera øll mál so skjótt sum tilber og skulu í størst møguligan mun taka fyrilit fyri, at kappingin ikki verður seinkað orsakað av einum kærumáli. Viðgerðartíðin má ikki vera longri enn 14 dagar, uttan so at heilt serligar umstøður gera seg galdandi.

Úrskurðir hjá Kærunevndum skulu vera skrivligir og skulu innan 2 dagar eftir avgerð sendast øllum pørtum í málinum og til FSF.


Gerðarættur

Grein 14
Sambært grein 54 í lógum FSF’s skal FSF seta á stovn gerðarætt.

Gerðarætturin tekur sær av øllum innanhýsis stríðsmálum og ósemjum millum FSF og limir og millum FSF, leikarar, leiðarar og leikaraumbosðmenn ella millum hesar partar innanhýsis, sum ikki hoyra undir málsræðið hjá starvsnevndini ella føstu nevndunum hjá FSF herundir Kærunevndirnar innan FSF.

Gerðarætturin telur 3 limir harav hvør parturin velur 1 lim meðan formaðurin í Gerðarættinum verður útnevndur av Sorinskrivaranum. Eru fleiri partar í málinum økist tali av limum í Gerðarættinum samsvarandi.
Gerðarætturin hevur sæti í Tórshavn.

Grein 15
Tann ið ynskir mál viðgjørt av Gerðarættinum skal í einum kæruriti boða hinum pørtunum frá kæruni.
Í kæruritinum skal kærarin greiða frá kæru síni og hvørji sjónarmið stuðla hansara kæru og hann skal leggja fram tey skjøl hann vil styðja seg við.
Í kæruritinum skal kærarin eisini boða frá hvønn lim hann ynskir at velja í Gerðarættin.
Innkærdi parturin skal hereftir í seinasta lagi 4 vikur eftir at hann hevur móttikið kærurit leggja fram svarrit sum inniheldur hansara mótsjónarmið eins og hann skal leggja fram tey skjøl hann vil styðja seg við. Eisini skal innkærdi í svarritinum boða frá hvønn lim hann ynskir at velja í Gerðarættin.

Grein 16
Partarnir skulu boða FSF frá ætlan teirra um at biðja Gerðarætt um at loysa ósemjuna.
Áðrenn Gerðarætturin verður settur skal FSF royna at fáa semju millum partarnar. Um semja ikki fæst sendir FSF beinanvegin áheitan til Sorinskrivaran um at útnevna formannin fyri Gerðarættin sum hereftir yvirtekur fyrireikingina av gerðarrættarmálinum.

Grein 17
Gerðarætturin viðgerð mál við støði í føroyskum rætti, tó við serligum atliti til viðtøkurnar í FSF, kappingarreglurnar og aðrar reglugerðir innan FSF. Gerðarætturin tekur støðu til hvør skal rinda kostnaðin av gerðarættarmálinum.

Grein 18
Avgerðir hjá Gerðarættinum skulu vera skrivligar og skulu fráboðast pørtunum. Avgerðir hjá Gerðarættinum eru endaligar og bindandi fyri allar partar og kunnu ikki leggjast fyri dómsvaldið ella aðrar myndugleikar.
 

Altjóða Ítróttadómstólurin CAS í Lausanne í Sveis

Grein 19
Vísandi til Lógir FSF’s grein 54 og greinunum 59 og 60 í viðtøkunum hjá FIFA, kunnu kærur mótvegis endaligum og bindandi avgerðum hjá FIFA viðgerast av CAS.

CAS skal tó ikki viðgera kærur um brot á Laws of the Game, leikbann upp til 4 dystir ella upp til 3 mánaðir ella avgerðir, sum eru tiknar av einum gerðarætti hjá einum felagsskapi ella konfederatión, ið er óheftur og settur samsvarandi galdandi reglum.


Annað

Grein 20
Kæra hevur ikki uppsetandi virkna og kann annars ikki verða orsøk til dral.

Kærunevndir kunna tó við støði í sjálvari kæruni taka avgerð um, at kæran skal hava uppsetandi virkna heilt ella partvíst.

Grein 21
Tá kærunevnd viðger mál er tað skylda hjá viðkomandi at framleggja allar upplýsingar – eisini fíggjarligar – sum kærunevndin metur neyðugar fyri at fáa málið lýst og avgreitt.

Grein 22
Sýtan at framleggja upplýsingar ella at geva skeivar ella ófullfýggjaðar upplýsingar kann hava við sær avleiðingar sambært grein 8 ella burturvísing av kæru.


Hesar reglur koma í gildið beinanvegin tær eru samtyktar av aðalfundi FSF’s

Soleiðis samtykt á aðalfundi í Fótbóltssambandi Føroya, 3. mars 2007 og við broytingum á aðalfundi FSF’s 1. mars 2008 og 21. februar 2009


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6