Løgmanssteypið

grein 1.
Í kappingini luttaka lið úr Meistaradeildini, 1. deild, 2. deild og 3. deild. Tó kann felag, ið hevur fleiri av nevndu deildum, bert luttaka við sínum 1. liði.
 
grein 2.
Teir leikandi mugu lúka somu treytir, sum galdandi eru fyri luttøku í landskappingini.
 
grein 3.
Leikt verður soleiðis:  
1.     innleiðandi umfør (um neyðugt)
2.     1. umfar
3.     2. umfar
4.     Fjórðingsfinala
5.     1. hálvfinala
6.     2. hálvfinala
7.     Finala
F.S.F. avgerð við lutakasti, eftir styrkimetan, hvørji feløg skulu leika móti hvørjum øðrum. Lið ið tapir dyst í innleiðandi-, 1., 2. og fjórðingsfinaluumfari, fer úr kappingini.
 
grein 4.
Stendur dystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður leiktur umdystur 2 x 15 min. Er framvegis javnleikur, verður sektarsparkskapping til vinnarin er funnin.
Stendur finaludystur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður leiktur umdystur 2 x 15 min. Er framvegir javnleikur, verður sektarsparkskapping til vinnarin er funnin.
 
grein 5.
Hvar onki annað er tilskilað, eru tað tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur F.S.F.'s ið eru galdandi.
 
grein 6.
Steypakappingin verður á fyrsta sinni leikað í 1999 og heldur fram komandi 10 árini, t.e. til og við árinum 2008.
Steypið ognast tí felag, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini. Standa feløg á jøvnum eftir hesum tíðarskeiði, verður kappingin hildin fram so nógv ár, til felag hevur vunnið steypið fleiri ferðir enn nakað annað felag.
Er aftaná ávíst áramál støðan tann, at einki uttan ávíst felag hevur møguleika fyri at ognast gripin, verður givist.
 
grein 7.
Fótbóltssamband Føroya skipar fyri kappingini, og býta feløgini javnt millum sín inntøkur og útreiðslur, tó undantikið finaluna.
 
grein 8.
Møgulig kærumál kappingini viðvíkjandi verða skrivliga at senda Aganevndini sambært teimum reglum, sum ásettar eru í Agareglugerðini.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6