Leikari, sum leikar við vaksnamannadeildini í egnum felag, og sum hevur aldur at leika í Dreingir U18 og/ella dreingjadeildini, kann leika í Dreingir U18 –og/ella dreingjadeildini í øðrum felag, um hansara egna felag ikki hevur lið í Dreingir U18 –og/ella dreingjadeildini. Orsøkin til hetta er, at mett verður, at leikari skal hava møguleika at luttaka í egnum aldursbólki, sjálvt um hansara egna felag ikki hevur lið í hesum aldursbólki.
Leikari í kvinnudeildini, sum hevur aldur at leika í Gentur U17, kann leika í gentudeildini í øðrum felag, um hennara egna felag ikki hevur lið í gentudeildini.
Leikari í Gentur U17, sum hevur aldur at leika í kvinnudeildini, kann leika í kvinnudeildini í øðrum felag, um hennara egna felag ikki hevur lið í kvinnudeildini.
Umbøn um deilt spæliloyvi má sendast skrivliga til FSF-skrivstovuna. Vanliga loyvisbræv skjalið kann brúkast við átekning um deilt spæliloyvi. Omanfyrinevndu reglur eru allar umfataðar av grein 15 í kappingarreglunum fyri fótbólt.
Avgreiðslugjald
Spæliloyvið til leikara - frá einum felagið til annað - verða sum heild ikki avgreidd í vikuskiftinum, t.v.s. eftir kl. 16.00 fríggjadag til mánamorgun kl. 09.00. Er tað so at felag ynskir spæliloyvi til leikara avgreitt í nevnda tíðarskeiði, verður felagið at rinda kr. 500,00 í avgreiðslugjaldi til Fótbóltssamband Føroya.
Svar í sambandi við leysgevingar av leikarum frá feløgunum
Tá FSF vegna útlendskt fótbóltssamband biður føroyskt felag um leysgeving uppá leikara og einki svar er komi frá føroyska felagnum innan 7 dagar verður loyvisbrævi flutt útlendska fótbóltssambandinum uttan aðra fráboðan.
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|
|||||||||
|
|
|||||||||