Ymiskar ásetanir

Kvinnufótbóltur
Leikarar í gentudeildini koma undir somu treytir sum unglingar.

Ferðasteyp í Landskappingini
Ferðasteyp í landskappingini ognast tí felag, ið vinnur avvarðandi kapping trý fylgjandi ár, ella fimm ár samanlagt.

Atgongugjøld
Hámarksprísurin fyri landskappingar- og steypadystir í vaksnamannadeildini sama dag er kr. 80,00. og fyri steypakappingardyst/ir í vaksnamannadeildini sama dag er kr. 80,00.

Gul og reyð kort
Vísandi til siðvenju, halda feløgini sjálvi skil á teim kortum, sum givin verða.

Dómarar/eygleyðarar
Heitt verður á felag, dómara og eygleið¬ara um strangliga at fylgja reglunum í teirri til ein og hvørja tíð galdandi STEVNU.

Fyri at flyta dyst, sum er ásettur í kapp¬ingarskipanini ella av kappingarnevndini, skal góðkenning frá kappingarstjóranum fyriliggja, semja skal vera millum leikandi feløgini og dómara um ætlaðu flyting, áðrenn áheitan um góðkenning verður send kappingarstjóranum.

Dómari, sum er settur at døma dyst, skal nýta góðkendar hjálpardómarar.

Um reytt kort verður givið í dysti, skal frágreiðing sendast saman við dómaraseðlinum til Fótbóltssamband Føroya.

Órógv í sambandi við dystir
Heitt verður á feløgini, um at ansa eftir, at óviðkomandi børn v.m. ikki órógva - tarna spælinum við bóltspæli tætt upp at vølli, har ásettur dystur verður leiktur, ella á annan hátt verða til ampa innanfyri girðingina v.m. Heimafelagið hevur ábyrgd av, at fáa hesi viðurskifti í rættlag, uttan at neyðugt skal vera hjá dómara at gera vart við hesi viðurskifti.

Aðrir upplýsingar
Viðvíkjandi upplýsingum um omanfyri standandi punkt, verður víst til heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo :
- Lógir fyri Fótbóltssamband Føroya.
- Kappingarreglur fyri fótbólt.
- Kappingarreglur fyri yngri deildir.
- Agareglugerðina.

Samtykt av Kappingarnevndini tann 03.02.2012


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6