Søgan

Fótbóltssamband Føroya, FSF, varð stovnað 13. januar í 1979. Síðani síðst í 19. øld hevur fótbóltur verið spældur í Føroyum. Fyrsta ítróttarfelagið var TB, sum varð stovnað í 1892, og eftir aldarskiftið sóu nógv feløg afturat dagsins ljós.

Fyrsta FM kappingin í fótbólti var í 1942. Síðani 1950 hevur fótbóltslandskappingin verið skipað við heima- og útidystum. Fram til 1975 var mest sum frí tilmelding, men síðani 1976 hevur verið spælt um upp- og niðurflyting millum tríggjar tær ovastu deildirnar. Fram til miðskeiðis í seksti árunum varð spælt í meistaradeild, miðaldeild og dreingjadeild. Í 1967 varð farið undir kappingar í unglingadeild og piltadeild. Síðani 1988 hava 10 lið verið í trimum teimum ovastu deildunum.

Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, varð stovnað í 1939. Nógvu tey fyrstu árini var tað ÍSF, sum hevði ábyrgdina av øllum ítróttarkappingum í Føroyum. Í tíðarskeiðnum frá 1966 og fram til 1978 hevði Fótbóltsdeildin hjá ÍSF raksturin av fótbóltinum um hendi, og síðani 1979 hevur Fótbóltssamband Føroya havt ábyrgdina.

Fyrstu árini var takið at skipa fótbóltin. Síðani fyrst í áttati árunum hevur leisturin á mannafólkasíðuni verið tann, sum framvegis er kendur, við kappingum frá 1. deild og til smápiltar. Yngru deildirnar eru vornar alt betri skipaðar. Seinastu árini hevur serligur dentur verið lagdur á, at lið og spælarar sleppa at kappast ímóti sínum javnlíkum – ikki bara í aldri, men eisini í leikligari styrki. Kvinnurnar kappaðust fyrstu ferð um FM í 1985. Tá varð kappast í 1. deild, gentudeildini og smágentudeildini. Síðani fyrst í níti árunum hevur eisini verið kappast í yngstu gentudeildunum.

Í áttati árunum varð arbeitt við at betra um vallarumstøðurnar. Tað bøtti nógv um, tá ið fyrstu graslíkisvallirnir komu miðskeiðis í áttati árunum. Um sama mundið fór FSF undir at skipa fyri venjaraútbúgvingum og dómaraútbúgvingum. Nógvu tey fyrstu árini varð hetta gjørt við fakligum stuðli úr Danmark. Síðani miðskeiðis í níti árunum hava føroyingar sjálvir havt alla ábyrgdina av útbúgvingunum.

Eitt av aðalmálunum hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur altíð verið undir somu korum sum allar aðrar fótbóltstjóðir at luttaka í altjóða fótbólti. 2. juli í 1988 vórðu Føroyar limir í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, og 18. apríl í 1990 vunnu Føroyar limaskap í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA. Síðani limaskapurin í altjóða og europeisku samgongunum gjørdist veruleiki, hava Føroyar luttikið á jøvnum føti við øðrum fótbóltstjóðum í fótbóltspolitikkinum og kappingum fyri landslið og feløg.

Eftir at altjóða limaskapurin var vorðin veruleiki, var næsta stigið at taka lut í altjóða fótbóltskappingum. Síðani 1930 og fram til altjóða limaskapin spældu Føroyar landsdystir ímóti Íslandi (A, B og U), Hetlandi, Orknoyggjum, Grønlandi og eisini ímóti donskum landsliðum (U-21 og veteranlandsliðnum). Føroyar luttóku síðst í áttati og fyrst í níti árunum í fótbóltskappingunum á Oyggjaleikunum.

Føroyar spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin 24. august í 1988. Talan var um vinardyst ímóti Íslandi í Akranesi, sum vertirnir vunnu 1-0.

Í 1990-91 vóru Føroyar fyrstu ferð við í EM undankapping. Í hesi kappingini vórðu heimadystirnir spældir í Landskrona í Svøríki, tí Føroyar áttu ongan altjóða góðkendan grasvøll. Tiltikin er fyrsti heimadysturin, sum var 12. september í 1990 ímóti Eysturríki. Føroyar vunnu 1-0. Í 1992-1993 luttóku Føroyar fyrstu ferð í HM undankapping. Síðani 1992 hava heimadystirnir verið spældir í Føroyum. Vøllurin á Svangaskarði á Toftum hevur verið nýttur síðani 1992, og Tórsvøllur í Havnini hevur verið nýttur síðani 1999.

Í 1992 luttóku føroysk feløg fyrstu ferð í Europa Cup kappingum. Meistararnir í kvinnufótbólti hava luttikið í Europa Cup síðani 2001, og Føroyar luttaka í NM kappingum fyri U-17 landslið og EM undankappingum fyri U-17 og U-19 landslið.

Seinastu árini hevur Fótbóltssambandið nýtt nógva tíð og orku at arbeiða við minstukrøvunum hjá FIFA. Hesi snúgva seg um krøv til Fótbóltssambandið sjálvt og um krøv, sum FIFA umvegis FSF hevur sett feløgunum. Krøvini hava eitt nú við fysisku karmarnar, fíggjarliga grundarlagið, fyrisitingarliga kervið og við útbúgvingar og leiðslu sum heild at gera.

Eftir ársskiftið í 2003 vórðu húsini hjá FSF í Gundadali tikin í nýtslu. Hægsti myndugleikin í Fótbóltssambandi Føroya er aðalfundurin. Sjey manna nevndin verður vald av aðalfundinum. Annaðhvørt tveir og annað hvørt ár tríggir nevndarlimir valdir. Annaðhvørt ár verður formaðurin valdur, og annaðhvørt ár verður næstformaðurin valdur.

Í FSF fyrisitingini eru aðalskrivari og afturat honum tólv starvsfólk. Harafturat eru fleiri landsliðsvenjarar knýttir at Fótbóltssambandinum.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2015

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6