Stevnan 2013

ENDAMÁL:
Endamálið við stevnuni er, at tryggja so einsháttaða avgreiðslu av teim einstøku dystunum sum gjørligt, so bæði tryggleikin hjá leikarunum, undirhaldsvirðið í dystunum og andin í fótbóltslógini verða havd fremst í huga, og at stevnan er viðvirkandi til at feløg, venjarar og leikarar hava góðan kunnleika til tulkingina av (A) fótbóltslógini og (B) fyrisitingarligu viðurskiftunum.
Respekt/virðing fyri hvørjum øðrum er av størsta týdningi, tá uppgávurnar skulu loysast. Øll sum hava uppgávur í samband við ein dyst, eiga at royna at loysa tær á besta hátt, einsæris ella saman við øðrum. Tað er ikki tað sama sum at tað altíð er semja um eina avgerð; men virðingin eigur at vera hin sama.
FSF vónar at dómararnir, feløg og øll sum eru partur av dystinum virða stevnuna .

A. GONGDIN Í LEIKI
1. Óloyviligur leikháttur og ósømilig framferð.
a. Hjá dómaranum er mest týðandi uppgávan at verja leikararnar á vøllinum, hann skal royna at vera fyribyrgjandi – “proaktivur”, serliga móti fyrilitarleysum ella hasarderaðum leiki, og leiki við ógvusligari megi, ið kann verða mótleikara at skaða. Tá fyrilit fyri mótleikara verður skúgvað til viks, verður hetta beinanvegin at sekta í fylgi lógini.
“Fyrilitarleyst” = fríspark
merkir, at ein leikari hevur sýnt manglandi ans ella umhugsni, meðan hann roynir at fáa bóltin, ella at hann ikki hevur sýnt fyrivarni.

“Hasardera“ = fríspark + gult kort
merkir, at leikarin als ikki hevur hugsað um tann vanda ella tær fylgir, leikháttur hansara kann fáa fyri mótleikaran.

“At nýta ov ógvusliga megi” = fríspark + reytt kort
merkir, at ein leikari nýtir væl meira megi, enn neyðugt er, og at hann kann fremja skaða á mótleikaran.
Taklingar:
Dómarin skal hava hetta við í metingini:
• Vísir leikarin manglandi fyrilit ella ansni, er tað illneitið
• Fer og megi
• Møguleiki fyri at spæla bóltin
• Verður takkla eftir vøllinum ella lyftum beini, við “knobbunum”
• Setir avbjóðingin mótleikaran í eina vandastøðu

b. Um leikarar brúka kroppin ella armarnar til at steðga lovandi álopi, við at fora leikara at náa fram til eina avlevering frá við leikara, skal hetta revsast við beinleiðis frísparki. Er tað gjørt av taktiskum ávum, skal revsingin vera í minsta lagi gult kort.
c. Revsingin fyri at halda er beinleiðis fríspark, men grov misbrot, har leikari heldur í mótleikara, skulu harafturat revsast við ávaring (gult kort). Misbrot, har leikari heldur í mótleikara, og sum ikki síggja so ógvuslig út, men eru framd umhugsað (t.d. fyri at steðga einum mótálopi, ella lovandi álopi), skulu eisini sektast við ávaring (gult kort). Tað er líkamikið hvar á vøllinum misbrotið er framt.

2. Armur/albogi, amboð ella vápn.
a. Um armur ella albogi verður brúktur (í dysti um bóltin), skal dómarin meta um støðuna armurin er í, um hann er natúrligur partur av leikarans rørslu, (amboð fyri at ikki at missa javnvágina). Um armurin verður brúktur ímóti mótleikara, ella sum vápn til vanda fyri mótleikaran, skal tað revsast eftir umstøðunum:
b. Tilætlað (aktiv) nýtsla av alboga/armi móti einum mótleikara, og sum setur trygdina hjá mótleikara í vanda, skal revsast við at leikari verður vístur av vølli (reytt kort).

3.Skemdargerð móti leikinum. (Áherðsla á hetta 2013)
a. Fyri at fremja undirhaldandi leik, verður roynt at sleppa undan tíðarspilli, og at dysturin byrjar aftur skjótast gjørligt.
Sostatt skal leikari, ið á einhvønn hátt roynir at seinka mótstøðu liðinum at sparka fríspark, t.d. við at stilla seg beint frammanfyri bóltin,(serligur dentur leggjast á 9,15m), taka bóltin við sær ella sparka bóltin burtur v.m., revsast við ávaring (gult kort).

c. Leikari, ið við vilja nertir/sparkar/tekur bóltin, eftir at fríspark er dømt ella tá tað er mál og á tann hátt kann íbirta eina klandurstøðu, skal eisini revsast við ávaring (gult kort).

4. Bonkurin og tekniska økið
Venjari ella ein av leiðarunum á bonkinum hava loyvi at geva taktisk boð ella vegleiða lið sítt. Bert ein persónur í senn kann vera á tí tekniska økinum, undantikið tá útskiftingar fara fram og við skaðastøður.
Venjari og leiðarar eiga at verða virdir fyri sítt arbeið, somuleiðis eiga teir at hava virðing fyri dómarunum og teirra arbeiðið, sum m.a. er at handhevja ásetingarnar um tekniska økið.
Viðmælt verur sømiligur atburður og gott samstarv millum venjarar/leiðarar og dómararnar.
Ber venjari, leiðari ella leikari seg ósømiliga at í tekniska økinum skal viðkomandi átalast/burturvísast.
(tekniskt øki skal vera til dystir í Effo deildini).

5. 4. dómarin
Til fleiri av dystunum í Effo deildini og møguliga øðrum dystum við, verður 4.dómari settur.
Undan dystinum verður avgjørt hvør loysir dómarin av um hann ikki fær hildið áfram sum dómari.
4.dómarin skal hjálpa dómaranum at hava tamarhald á dystinum, her undir tí tekniska økinum. Dómarin hevur tó avgerðarrættin í øllum viðurskiftum í dystinum.
Um 4.dómari ikki er settur til dystir í Effo deildini ella til dystir í kappingini um løgmanssteypið, hevur heimafelagi skyldu til at útnevna ein persón sum vísir tíðina dómarin leggur afturat og hvørjir leikarar verða skiftir inn/út.
Hann er ikki at meta sum 4. dómari.

Sí: B. FYRISITINGARLIG VIÐURSKIFTI, punkt 3

6. Skaddur leikari.
Meginreglan er, at eingin viðgerð av skaddum leikara fer fram á vøllinum.
Leikarin, ið er farin av vøllinum, kann ikki koma inn aftur fyrr enn dysturin er byrjaður aftur og eftir loyvi frá dómaranum.
Er illgruni um álvarsaman skaða, verður leikur slitin alt fyri eitt og um neyðugt kann viðgerðin fara fram á vøllinum.

Undantøk frá hesu reglu:
Um leikara frá sama liði hava stoytt saman og hava tørv á bráðfeingis hjálp.

Fair Play
Um annað av liðunum sparkar bóltin út av vøllinum, fyri at leikari kann fáa viðger, so skal liðið ikki vænta at fáa bóltin aftur.
Viðmælt verður at liðini spæla inntil dómarin steðgar dystinum uttan tá tað er ein alvarligur skaði.

7. Brotsspark
Tað er loyvt at órógva mótleikararnar við eini fintu, tá brotsspark verður tikið. Tó verður mett, at ein leikari, sum letst at sparka bóltin (uttan at gera tað), eftir hann er liðugur at renna fram til bóltin, tvs. sett annan fótin við síðuna av bóltinum, fremur brot á § 14 og sýnir óhøviskan atburð. Í slíkum føri skal leikarin ávarast.
Málmaðurin hevur loyvi at flyta seg á mállinjuni.

8. Spæla bóltin við hondini
Dómarin má gera fleiri metingar innan hann dømir fyri at spæla bóltin við hondini.
• Bólturin til hond
• Hond til bólt
Dómarnir verða bidnir um at hava hetta við í metingini:
1. Verður hond ella armur brúkt tilætla ?
2. Er hond ella armur í natúrligari støðu í mun til leikin ?
3. Roynir leikarin at umganga at spæla bóltin við hond ella armi ?
4. Avstandur til hond ella arm frá haðani bólturin kom.
Mint verður á at støðusnildi hjá dómaranum, í mun til leikin, kann verða avgerandi fyri metingina.
Um bóltur verður skotin beinleiðis móti málinum, (skot uppá mál) ella tá eitt beinleiðis fríspark verður skoti móti málinum og mótleikari steðgar bóltinum við hond ella armi, skal viðkomandi leikari ávarast (gult kort).
Um bólturin verður skotin inn fyri og leikari brúkar hond ella arm er vanliga ikki neyðugt við agarevsing.
Er talan um at taka ein upplagdan málmøguleika, so skal leikarin vísast av vølli (reytt kort).

9. Rangstøða
Allar broytingar og tulkingar av rangstøðu, seinastu árini, eru gjørdar við tí fyri eyga at gagna alopsfótbólti.
Tað er í sjálvum sær ikki eitt brot at vera rangstaddur.

Ein leikari, sum er rangstaddur, skal bert revsast , um hann, tá ið bólt­
urin verður nortin ella spældur av einum liðfelaga, eftir meting dóm­
arans, luttekur í leiki við at:

1. Leggja upp í leik, ella.
2. Órógva ein mótleikara.
3. Vinna sær fyrimun við at verða rangstaddur.
A. ”At leggja uppí leik” merkir at spæla ella nerta bóltin, eftir at bólturin er nortin ella spældur av einum viðleikara.

B. ”At órógva mótleikara” merkir at forða einum mótleikara í at spæla ella verða førur fyri at spæla bóltin við týðiliga at forða sýni ella rørslu mótleikarans. at gera rørslur ella handabrøgd, sum eftir metan dómarans órógva ella lumpa mótleikaran, koma eisini undir hesa ásetan.

C. ”At vinna sær fyrimun” merkir at spæla ein bólt, sum støkkur út til
spælara frá eini málstong, einum tvørtræi ella einum mótleikara,
eftir at leikarin hevur verið rangstaddur.

10. Ávirka dómarin.
Um leikari, við orð ella gerð, roynir at ávirka dómaran fyri at fáa hann at geva einum mótleikara kort, skal viðkomandi leikari sjálvur hava ávaring, (gult kort) fyri ósømiligan atburð.
Eitt og hvørt tilætlað og umhugsa mótmæli í móti einari støðutakan hjá dómarunum , við til dømis at umringað dómarin, skal straffast við í minsta lagi ávaring (gult kort). Rímulig mótmæli, ið gleppa av munni eftir eina givna støðu og sum ikki eru av grovum slag, kunnu loyvast.
Dómarar eiga at hava í huga at skeiv tekin ikki verða send fyri dyst, í halvleikinum og eftir dyst, um dómarar hava samskifti við leiðara ella venjarar.

11. Hópmótmæli/klandurstøður.
Tá ið hópmótmæli ella klandurstøður íbirtast, skal í øllum førum tann leikarin sum íbirti støðuna, í minsta lagi fáa ávaring (gult kort).
Leikarar, sum gera klandurstøðuna verri, skulu revsast við ávaring ella útvísing.

12. Rasisma.
Rasistiskur atburður ella útsagnir hoyra ikki heima í samband við ein fótbóltsdyst
Leikari, sum eftir dómarans meting sýnir rasistiskan atburð skal revsast við at verða vístur av vølli (Reytt kort).
Venjari ella leiðari, sum, eftir dómarans metan, sýnir rasistiskan atburð skal burturvísast av ítróttarøkinum.
Dómarar eiga ikki at sýna rasistiskan atburð

13. Útgerð leikarana
Víst verður til minstu krøvini.
Um gamassju buksur ella undirtroyggja verða nýtt, skulu tær hava sama høvuðslit sum stuttu brøkurnar ella blusan.
Um klistur/tape verður nýtt uttan á hosunum skal tað hava sama lit, sum tann parturin av hosuni, tað er klistra á. Um stuttar hosur verða nýttar uttan á teimum vanligu hosunum, so skulu hesar hava sama lit.

Ikki er loyvi at nýta helsi og turriklæði

B. FYRISITINGARLIG VIÐURSKIFTI
1. Dómaratrioin møtir við vøllin í seinasta lagi 1 tíma áðrenn dystarbyrjan.
Heimafelagið hevur skyldu til at hava eitt ábyrgdarfólk, sum ikki skal hava aðrar uppgávur, enn at taka sær av og ganga dómaratrioini til handa undan, undir og eftir dystin. Ábyrgdarfólkið møtir við vøllin í seinasta lagi 1 tíma áðrenn dystarbyrjan.
Ábyrgdarfólkið tekur avrit av leikaralistanum og útflýggjar avrit til feløgini, fjølmiðlafólk o.o. 30 min. fyri dystarbyrjan.
(Bert krav í Effo deildini og I.deild)
2. Leikaralistin (og dystareftirlits listin í Effo deildini) verður latin dómaranum í seinasta lagi 45 minuttir áðrenn dystarbyrjan.
Í seinasta lagið 15 min. eftir dystarlok útflýggjar dómarin dómaraseðilin til ábyrgdarfólkið, sum tekur avrit av dómaraseðlinum, sum verða latin til feløgini, fjølmiðlafólk o.o.. Frumritið verður latið aftur til dómaran
Liðini skulu vera til reiðar at fara inn á vøllin í seinasta lagi 5 minuttir áðrenn dystarbyrjan.
3. Heimafelagið útnevnir ein persón at vísa tíðina, sum dómarin leggur afturat, og hvørjir leikarar verða skiftir út/inn, hetta verður gjørt við skelti millum báðar útskiftingsbenkurnar.
Tíðin, ið verður víst , er tann tíðin sum dómarin í minsta lagi leggur afturat.

(Bert krav í Effo deildini )
4. Heimafelagið hevur skyldu at útvega í minsta lagi 6 bólt dreingir/gentur, sum hava aðrar litir á búnunum enn leikarar og dómararnir. Heimaliðið útvegar í minsta lagi 7 bóltar, sum við dystar byrjan ikki eru svartir av gummi, bóltarnir skulu verða góðkendir av dómaranum. Dómari kann nokta at byrja dyst um ásetta tal av bólt dreingjum/ gentum ikki eru til staðar. Bólt dreingir/gentur eiga ikki at vera yngri enn 11 ár.
(Bert krav í Effo deildini og I.deild)

5. Eykaleikararnir, í mesta lagi 3 í senn, skulu hitað upp aftanfyri HD1, til vinstru fyri egi mál, tó ikki nærri enn til 5m, á tí hálvuni sum HD 1 er ella á øki sum er góðkent av dómaranum.

6. Eygleiðarin (um eygleiðari er ásettur) skal tryggja sær, at allar fyrisetingarreglur og ásetingar annars verða hildnar. Um eygleiðari ikki er ásettur, tekur dómarin sær av hesum. Dómarin fráboðar Fótbóltssambandinum um møguligt óreglusemi. Er eygleiðari settur at eygleiða dystin, fráboðar eisini hann tilburðin.

7. Venjarar, leiðarar o.a., í mesta lagi 5 í tali, sum eru navngivnir, og í mesta lagi 5 navngivnir eykaleikarar og útskiftir leikarar kunnu sita í leikarabúrinum.

Um venjarin er leikandi venjari og stendur á leikaralistanum sum eykaleikari, skal hann hava sama lit sum eykaleikararnir ella vest , sum vísir at hann er leikari.
Greiður skilnaður skal vera millum fólk á útskiftisbonkinum og vanligar áskoðarar. Bert fólk, við tilknýtið til sjálvan dystin, kunnu vera innanfyri girðingarnar.

Tað tekniska økið røkkur ein metur út frá útskiftingarplássunum á
báðum síðum, og tað røkkur fram ímóti síðulinjuni; tó ikki nærri
enn ein metur.
Við fleiri vøllir er tekniska økið sera líti ella smalt, tí tað er so líti pláss ímillum vøllin og girðingina rundan um vøllin. Tí kann tað tekniska økið gerast størri við 2m inn í móti miðlinjuni, tvs. at økið verður 3 m frá bonkinum inn móti miðlinjuni, annars alt sum vanligt.


Dømi: Fuglafjørður, Gøtu, Runavík, Sørvágur, Argir og Vágur


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Effodeildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

Myndasavn

 

Leikaralistin 

 

 

 

Dreingir U16

 

Gentur U8

 

FSF Álmanakkin 2013

 

FSF Búðin

     

Dreingir U14

 

 

     

Media / Press

     

Dreingir U12

           
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U8