Inngangur

GREIN 1.

Stk. 1. Allir dystir í føroysku lands- og steypakappingini verða leiktir eftir teimum reglum, ið hesar kappingarreglur áseta. Í tann mun hesar kappingarreglur onga áseting hava, eru tær til hvørja tíð galdandi alheimsreglur fyri fótbólt “Laws of the Game” og sum International FA Board/FIFA áseta galdandi.

Stk. 2. Hægsta myndugleika í øllum fótbóltsviðurskiftum hevur Fótbóltssamband Føroya (FSF).

Stk. 3. Kappingarnevndin ásetur nærri reglur fyri kappingarnar í 4. deild menn, Old Boys, Old Girls, kvinnulið sum leika á hálvum vølli og yngru deildirnar upp til og við unglingadeildina og gentudeildina.

Hesar kappingarreglur, sum kunnu víkja frá hesum kappingarreglum, skulu lýsast av Kappingarnevndini í seinasta lagi ein mánaða áðrenn kappingarbyrjan.

Stk. 4. Starvsnevnd FSF’s kann taka avgerð um, at seta serligt navn og broyta heitið á teimum deildum, sum luttaka í lands –og steypakappingini, eitt nú í sambandi við stuðulsavtalur.

Stk. 5. Kappingarnevndin tekur avgerð um allar spurningar í samband við lands- og steypakappingina, heruppií kappingarskrá og broytingar, ið møguliga verða í skránni.

Kappingarnevndin skal góðkenna øll almenn fótbóltstiltøk innan føroyskan fótbólt.

Stk. 6. Luttøka hjá einum felag í kappingum sum FSF fyriskipar, og luttøka í kappingum sum UEFA fyriskipar, er treytað av, at felagið fær játtað luttøkuloyvi frá FSF. Loyvismannagongdin og treytirnar sum feløgini skulu lúka fyri at fáa játtað luttøkuloyvi frá FSF eru ásettar í serliga reglugerð sum Starvsnevndin samtykkir, og sum er góðkend av UEFA viðvíkjandi luttøku í UEFA kappingunum.


GREIN 2.

Kappingarárið er frá 1. januar til 31. desember.


GREIN 3.

Stk. 1. FSF hevur fyrsta rættin til nýtslu av vallunum, tá landskappingar- og steypadystir og aðrir dystir, skipaðir av Kappingarnevndini, verða leiktir.

Stk. 2. Í sambandi við finaludystir í steypakappingini hevur FSF rættin til lýsingar við girðingina rundanum vøllin.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6