Lógir fyri Fótbóltssamband Føroya, FSF

Kapittul

Grein

-

Innihald

-

Skilmarkingar

I.

Almennar reglur

II.

Limaskapur

III.

Heiðursforseti og heiðurslimur

IV.

Skipan

-

A. Aðalfundur

-

B. Starvsnevnd

-

C. Forseti

-

D. Fastar nevndir

-

E. Fyrisiting

-

F. Dømandi nevndir

V.

Fíggjamál

VI.

Kappingar og rættindi til kappingar og tiltøk

VII.

Altjóða dystir og kappingar

VIII.

Endaligar ásetingar


Skilmarkingar:
Aðalfundur: Ovasti myndugleikin hjá FSF.
Association Football: Spælið, ið er undir løgræði hjá FIFA og skipað samsvarandi Laws of the Game, t.e. fótbóltsspælið.
CAS (TAS): Court of Arbitration for Sport (Tribunal Arbitral du Sport) í Lausanne (Sveis).
Felag: Limur í einum fótbóltsfelagsskapi (ið sjálvur er limur í FIFA).
Felagsskapur: Ein fótbóltsfelagsskapur viðurkendur av og limur í FIFA.
FIFA: Fédération Internationale de Football Association.
FSF: Fótbóltssamband Føroya.
Gerðarrættur: Privatur dómstólur, ið kemur í staðin fyri ein vanligan dómstól.
IFAB: International Football Association Board.
Konfederatión: Ein bólkur av felagsskapum viðurkendur av FIFA og frá sama heimsparti (ella líknandi landafrøðiligum øki).
League: Ein ,,organisatión” undir einum felagsskapi.
Limur: Persónar, feløg v.m., sum sambært aðalfundarsamtykt hava limaskap í FSF.
Officials: Allir nevndarlimir, venjarar, dómarar og hjálparfólk eins og aðrir persónar við ábyrgd fyri tekniskum, læknaligum og fyrisitingarligum viðurskiftum hjá FIFA, einari konfederatión, einum felagsskapi, league ella felagi.
Spælari: Ein fótbóltsspælari, skrásettur hjá einum felagsskapi.
Starvsnevnd: Nevndin hjá FSF.
UEFA: Union of European Football Associations.Vanligir dómstólar: Almennir dómstólar, ið viðgera almennar og privatar løgfrøðiligar ósemjur.
Økisfelagsskapur: Ein felagsskapur undir einum felagsskapi.
NB: Tá víst verður til natúrligar persónar, verður hugsað um bæði kyn. Tá tosað verður um eintal, verður eisini hugsað um fleirtal og umvent.
 

Kapittul I. Almennar ásetingar


Grein 1. Navn, høvuðsskrivstova, løgfrøðilig skipan
1 Navn felagsins er Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltssamband Føroya er ein privatur ikki vinnuligur áhugafelagsskapur, sum virkar sambært føroyskari lóggávu, og er skrásettur í Tórshavn. Felagsskapurin er skipaður fyri eitt óavmarkað tíðarskeið.
2 Høvuðssætið er í Tórshavn.
3 Fótbóltssamband Føroya er limur í FIFA, UEFA og ÍSF.
4 Flaggið hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur litirnar hvítt, blátt og reytt, við felagsins búmerki.
5 Búmerkið er stytting felagsins FSF við stovningarárstalið og í litum merkisins.
6 Styttingin fyri Fótbóltssamband Føroya er FSF.
7 Búmerki eru skrásett.
Grein 2. Endamál
Endamálini hjá FSF eru:
a) støðugt at menna, stuðla og vekja áhuga fyri fótbóltsspælinum og gera reglur og skipa fyri fótbóltsspælinum í Føroyum, samsvarandi Fair Play og sameina útbúgvingarligu, mentunarligu og menniskjaligu virðini í fótbóltsspælinum, serliga við at fremja ungdóms- og menningarætlanir;
b) at skipa fyri lands- og steypakappingum og øðrum fótbóltstiltøkum í Føroyum;
c) at gera reglur og fyriskipanir og tryggja, at hesar verða hildnar;
d) at verja áhugamál limanna;
e) at virða og forða fyri brotum á viðtøkum, reglugerðum, boðum og avgerðum hjá FIFA, UEFA og FSF eins og “Laws of the Game”, og tryggja, at hesi verða vird av limunum;
f) at forða øllum, ið kann koma dystum ella kappingum í vanda ella vera fótbóltsspælinum til skaða;
g) at góðkenna og hava eftirlit við øllum fótbóltsdystum, sum verða spældir í Føroyum;
h) at skipa fyri øllum altjóða ítróttarligum samstarvi innan fótbólt;
i) at skipa fyri altjóða- og øðrum kappingum.

Grein 3 Óhefta støðan og forboð móti at gera mun og skyldur hjá FSF
1 FSF er politiskt og átrúnaðarliga óheft.
2 Ikki er loyvt persónum innan FSF, feløgum ella limum tess á nakran hátt at gera mun mótvegis einum landi, persóni ella bólki av persónum grundað á upphav, kyn, mál, átrúnað ella av politiskum áðum. Brot á hesa reglu verður revsað við at viðkomandi verður fyribils ella endaliga koyrdur úr FSF.
3 Samsvarandi hesum átekur FSF sær:
a) at halda meginreglurnar um trúfesti, integritet og góðan ítróttaanda í tráð við reglurnar um fair play;
b) at fylgja galdandi reglur um Laws of the Game, sum samtyktar av International Football Association Board (IFAB), og galdandi FIFA reglur um Futsal Laws of the Game;
c) til eina og hvørja tíð at fylgja viðtøkum, reglum og kunngerðum hjá bæði FIFA og UEFA umframt avgerðir tiknar sambært hesum;
d) at viðurkenna dómsvaldið hjá the Court of Arbitration for Sport (CAS) í Lausanne (Sveis) í øllum trætum av altjóða slagi sum viðvíkja viðtøkum ella reglum hjá FIFA og UEFA, sum ásett í viðtøkunum hjá FIFA og UEFA, og at fylgja avgerðum tiknar av CAS (íroknað avgerðir sum eru tiknar við støði í umbønum um fyribils tiltøk);
e) bert at vísa mál í evsta rættarstigi, (t.e. eftir at allar innanhýsis mannagongdir hjá FSF eru troyttar) í øllum innlendis trætum viðvíkjandi viðtøkum ella fyriskipanum hjá FSF, til ein óheftan og uttanveltaðan gerðarrætt, sum tekur endaliga støðu til trætuna uttanum vanligu dómstólarnar, uttan so at hetta ikki er loyvt sambært galdandi lóggávu í Føroyum;
f) at tryggja at møgulig fótbóltsliga undir FSF, feløg, leikarar, starvsfólk, leikara- og dystarumboðsmenn – umvegis teirra viðtøkur, loyvi, skráseting ella í øðrum skrivligum skjali – viðurkenna og góðtaka allar omanfyri nevndu skyldur og játta at verða bundin av og fylgja viðtøkum, reglum og kunngerðum hjá FIFA, UEFA og FSF umframt avgerðir tiknar av hesum.

Grein 4 Um at stuðla vinarligum sambondum
1 FSF skal arbeiða fyri vinarligum sambondum millum limir sínar, feløgini og leikarar, og í samfelagnum annars arbeiða fyri menniskjaligum endamálum.
2 Allir persónar og felagsskapir, sum luttaka í fótbóltsspælinum, hava skyldu at halda lógir og reglugerðir FSF’s og meginreglurnar um fair play, eins og meginreglur um trúfesti, rættvísi og góðan ítróttaranda.
3 FSF skal syrgja fyri at neyðugir stovnar eru til taks at loysa allar innanhýsis ósemjur, ið kunnu koma í millum limir, feløg, nevndarlimir v.m. og leikarar.

Grein 5 Leikarar
1 Viðurskifti hjá leikarum og flytan millum feløg eru undir eftirliti hjá Starvsnevndini samsvarandi galdandi reglugerð hjá FIFA fyri støðu hjá leikarum og flytan millum feløg.
2 Leikarar skulu vera skrásettir samsvarandi reglugerðum hjá FSF.

Grein 6 Laws of the Game
1 FSF og limir FSF’s leika lands- og steypakapping og aðrar kappingar samsvarandi “Laws of the Game”, ið IFAB hevur ásett. Bert IFAB kann áseta og broyta “Laws of the Game”.
2 FSF og limir FSF´s leika Futsal samsvarandi Futsal Laws of the Game hjá FIFA. Bert FIFA kann áseta og broyta Futsal Laws of the Game.

Grein 7 Atburður hjá nevndum og starvsfólkum
Nevndir og starvsfólk hjá FSF skulu í virksemi sínum halda lógir, reglugerðir, boð, avgerðir og Code of Ethics hjá FIFA, UEFA og FSF.

Grein 8 Alment mál
1 Almenna málið hjá FSF er føroyskt. Almenn skjøl og tekstir skulu vera skrivað á føroyskum.
2 Almenna málið á Aðalfundinum er føroyskt.
 

Kapittul II. Limaskapur


Grein 9 Um upptøku av limum og um at koyra limir úr fyribils og endaliga
1 Aðalfundurin tekur avgerð um upptøku, um fyribils útihýsan og um at koyra lim úr FSF.
2 Limaskapur kann verða veittur um umsøkjarin lýkur treytirnar hjá FSF.
3 Limaskapurin endar um limur tekur seg úr ella verður koyrdur úr FSF. At limaskapurin verður mistur, sleppur ikki liminum undan fíggjarligu skyldum sínum mótvegis FSF ella øðrum limum í FSF, men hevur við sær, at øll rættindi mótvegis FSF verða mist.

Grein 10 Upptøka
1 Limirnir í FSF eru fótbóltsfeløg. Almenna yvirlitið yvir limafeløgini í FSF verður kunngjørt á heimasíðu FSF´s.

2 Eitthvørt fótbóltsfelag, ið ynskir at gerast limur í FSF, skal senda skrivliga umsókn til skrivstovu FSF’s.
3 Við umsóknini skulu vera í minsta lagi fylgjandi:
a) avrit av løgfrøðiliga galdandi lógum og reglugerðum;
b) ein váttan um, at umsøkjarin altíð vil halda lógir, reglugerðir og avgerðir hjá FSF, FIFA og UEFA, umframt at limir, feløg, starvsfólk og leikarar hjá felagnum vilja virða hesar reglur;
c) ein váttan um, at felagið vil halda galdandi Laws of the Game;
d) ein váttan um, at felagið viðurkennir kæruskipan FSF’s og Court of Arbitration for Sport (CAS) í Lausanne, sum nærri ásett í hesi lóg;
e) ein váttan um, at felagið hevur heimstað í Føroyum;
f) ein váttan um, at felagið vil spæla allar heimadystir sínar í Føroyum.
g) ein váttan um, at umsøkjarin er skipaður á ein slíkan hátt, at umsøkjarin kann taka óheftar avgerðir uttan ávirkan uttanífrá;
h) ein lista yvir starvsfólk við tilvísing til, hvør teknar felagið;
i) ein váttan um, at felagið bert vil skipa fyri og luttaka í fótbóltsdystum, um loyvi framman undan er fingið til vega frá FSF;
j) eitt avrit av fundarfrágreiðing frá seinasta Aðalfundinum ella stovnandi Aðalfundinum;
k) eitt avrit av seinasta roknskapi felagsins ella byrjurnarfíggjarstøðu felagsins

4 Hendan greinin ávirkar ikki støðuna hjá verandi limum.

Grein 11 Umsóknir og mannagongdir fyri umsóknir
1 Mannagongdin fyri upptøku skal vera ásett í serligari reglugerð, sum er góðkend av Starvsnevnd FSF’s.
2 Starvsnevndin skal heita á Aðalfundin um antin at góðtaka ella nokta einum umsøkjara limaskap. Umsøkjarin hevur rætt til mótvegis Aðalfundinum at grundgeva fyri umsókn síni.
3 Nýggi limurin fær rættindi og skyldur sum limur tá hann er upptikin sum limur. Umboð fyri umsøkjaran hava rætt at atkvøða og verða valdir í nevndir beinanvegin.

Grein 12 Rættindi limanna
1 Limirnir í FSF hava fylgjandi rættindi:
a) At taka lut á Aðalfundinum hjá FSF, fáa kunnleika til dagsskránna frammanundan, fáa innkalling til Aðalfundin samsvarandi ásettu freistini og at nýta atkvøðurættindi síni;
b) at seta fram uppskot til dagsskránna fyri Aðalfundin;
c) at seta fram uppskot um valevni til allar nevndir hjá FSF;
d) at fáa upplýsingar um viðurskiftini hjá FSF gjøgnum nevndir v.m. hjá FSF;
e) taka lut í kappingum og/ella øðrum ítróttarvirksemi, fyriskipað av FSF;
f) nýta øll onnur rættindi samsvarandi viðtøkum og reglugerðum hjá FSF.

Grein 13 Skyldur limanna

1 Limirnir í FSF hava fylgjandi skyldur:
a) Til hvørja tíð í fullan mun at halda lógir, reglugerðir, boð og avgerðir hjá FIFA, UEFA og FSF og at tryggja, at hesar reglur eisini verða virdar av limum hansara;
b) at tryggja val til nevndir v.m. hjá limunum, ið taka avgerðir;
c) at taka lut í kappingum og øðrum ítróttarvirksemi, ið FSF skipar fyri;
d) at rinda limagjald;
e) at virða Laws of the Game, sum hesar eru ásettar av IFAB, eins og Futsal Laws of the Game hjá FIFA, og at tryggja, at hesar við eini áseting í viðtøkunum verða virdar av limunum;
f) at samtykkja reglur í viðtøkum sínum, sum áseta, at øll trætumál av altjóða slagi sum viðvíkja viðtøkum ella reglum hjá FIFA og UEFA kunnu bert leggjast fyri CAS, sum ásett í viðtøkunum hjá FIFA og UEFA;
g) at fylgja avgerðirnar hjá ítróttargerðarrættinum CAS (íroknað avgerðir um fyribils tiltøk);
h) at samtykkja reglur í viðtøkum sínum, sum áseta, at øll innlendis trætumál sum viðvíkja viðtøkum ella reglum hjá FSF, bert í evsta rættarstigi (t.e. eftir at allar innanhýsis mannagongdir hjá FSF eru troyttar), kunnu vísast til ein óheftan og uttanveltaðan gerðarrætt, sum tekur endaliga støðu til trætuna uttanum vanligu dómstólarnar, uttan so at hetta ikki er loyvt sambært galdandi lóggávu í Føroyum.
i) at geva FSF boð um allar broytingar í viðtøkum og reglugerðum og yvirlit yvir ábyrgdarpersónar og/ella persónar, ið tekna felagið;
j) ikki at hava ítróttarlig sambond við feløg v.m., sum ikki eru viðurkend, ella við limir, sum eru fyribils ella endaliga koyrdir úr felagnum;
k) at hava reglur í viðtøkum sínum um skyldu at halda grundreglurnar um loyalitet, integritet og góðan ítróttaratburð og reglur um fair play;
l) at tryggja at tey viðurskifti, sum nevnd eru í grein 10, stk. 3, eru í lagi.
m) at hava ein limalista, sum við jøvnum millumbilum skal verða dagførdur;
n) at halda allar aðrar skyldur, sum eru ásettar í viðtøkunum, og aðrar reglur hjá FIFA, UEFA og FSF;
2 Um brot verður framt á omanfyri nevndu skyldur, kunnu revsingarnar, sum eru ásettar í hesum viðtøkum, verða settar í verk.

Grein 14 Um at koyra lim úr fyribils
1 Aðalfundurin tekur avgerð um at koyra lim úr felagsskapinum fyribils. Starvsnevndin kann tó við virknað beinanvegin koyra lim úr fyribils, um viðkomandi limur á álvarsligan hátt brýtur skyldur sínar sum limur. Tílík avgerð um at koyra lim úr fyribils, skal galda til næsta Aðalfund, um ikki Starvsnevndin innan ta tíð hevur tikið avgerðina aftur.
2 Avgerð um at koyra lim fyribils úr skal vera góðkend av komandi Aðalfundi við 2/3 av teimum, sum atkvøða á Aðalfundinum. Um avgerðin ikki verður góðkend, er avgerðin um, at limurin skal koyrast úr fyribils, dottin burtur av sær sjálvari.
3 Limur, sum er koyrdur úr fyribils, missir limarættindi síni. Aðrir limir mugu ikki hava ítróttarligt samband við lim, sum fyribils er koyrdur úr. Aganevndin kann áseta aðra revsing.

Grein 15 Um at koyra lim úr endaliga
1 Aðalfundurin kann koyra lim úr endaliga:

a) Um limurin eftir ákravi ikki heldur fíggjarligu skyldur sínar mótvegis FSF;
b) Um limurin á álvarsligan hátt brýtur lógir, reglugerðir, ásetingar ella avgerðir hjá FIFA, UEFA og FSF, og hóast skrivliga ávaring við rímiligari freist ikki tekur neyðug stig;
c) Um limafelagið ikki í tvey fylgjandi ár hevur tikið lut í ítróttarligum virksemi hjá FSF.
2 Til avgerð um at koyra lim úr krevst, at 2/3 av teimum sum hava atkvøðurætt á Aðalfundinum, atkvøða fyri uppskotinum, burtursæð frá avgerð sambært stk. 1, litra c), sum kann avgerast við vanligum atkvøðumeiriluta. Fyri at kunna taka avgerð um at koyra lim úr felagsskapinum endaliga krevst, at yvir 50% av limunum í FSF eru møttir á fundi.

Grein 16 Um at taka seg úr FSF
1 Ein limur kann taka seg úr FSF við 1 ára freist frá einum 1. januar at rokna. Fráboðan má sendast skrivliga til skrivstovu FSF’s.
2 Avgerð um at fara úr FSF er ikki galdandi fyrr enn limurin, sum hevur sett fram ynski um at fara úr, hevur lokið fíggjarligu skyldur sínar mótvegis FSF og hinum limunum í FSF.

Grein 17 Støðan hjá feløgum
1 Limafeløg ella aðrir bólkar av limafeløgum, ið eru limir í FSF, skulu vera undir málsræði hjá FSF og skulu verða viðurkend av FSF. Møgulig tillutan av heimildum, rættindum og skyldum til tílíkar bólkar skal verða ásett av Starvsnevndini í serstakari reglugerð, sum Aðalfundurin skal samtykkja.
2 Limafeløg og bólkar í FSF skulu óheft av allari uttanhýsis ávirkan taka allar avgerðir um viðurskifti teirra. Hendan skyldan er galdandi, sama hvussu felagsskapurin annars er skipaður.
3 Eingin persónur ella løgfrøðiligur persónur (íroknað holdingfeløg og dótturfeløg) kann hava ræði á fleiri limafeløgum ella bólkum av limafeløgum í senn, um vandi er fyri at integriteturin í dystum ella kappingum kann verða settur í váða.

 

Kapittul III. Heiðursforseti og heiðurslimur


Grein 18 Heiðursforseti og heiðurslimur
1 Aðalfundurin kann taka avgerð um at útnevna heiðursforseta ella heiðurslim. Hesin heiður kann veitast persónum fyri á ein serligan hátt at hava tænt fótbóltsspælinum væl.
2 Starvsnevndin setur fram uppskot um heiðursforsetar og heiðurslimir.
3 Heiðursforsetin ella heiðurslimurin kann taka lut á Aðalfundinum. Teir hava talurætt men ikki atkvøðurætt.

 

Kapittul IV. Skipan


Grein 19 Nevndir v.m. í FSF
1 Aðalfundurin hevur hægsta myndugleikan í FSF.
2 Starvsnevndin umsitur dagliga virksemið hjá FSF.
3 Fastar nevndir og nevndir, ið eru settar við einum ávísum endamáli, skulu ráðgeva og vera Starvsnevndini til hjálpar í arbeiði sínum. Virksemi teirra, val og virkisháttur eru ásett í hesum viðtøkum og/ella serligum reglugerðum, sum verða ásettar av Starvsnevndini.
4 Skrivstova FSF’s hevur dagligu fyrisitingina av viðurskiftunum hjá FSF um hendi.
5 Dømandi nevndirnar í FSF eru Aganevndin og Yvirkærunevndin, eins og Loyvisnevndin og Kærunevndin í loyvismálum.
6 Nevndirnar í FSF skulu vera valdar ella tilnevndar uttan uttanhýsis ávirkan samsvarandi mannagongdum í hesum viðtøkum.

 

A. AÐALFUNDUR


Grein 20 Aðalfundurin
1 Aðalfundurin er hægsti myndugleiki í FSF og hevur heimild at áseta reglur v.m. Aðalfundurin er bert viðtøkuførur, um hann er innkallaður á rættan hátt.
2 Aðalfundir kunnu vera vanligir Aðalfundir og eykaaðalfundir.
3 Forsetin skipar fyri Aðalfundinum samsvarandi avgerðum Aðalfundarinnar.
4 Aðalfundurin kann útnevna eygleiðarar, sum luttaka á Aðalfundinum uttan talurætt ella atkvøðurætt.
5 Heiðursforsetar ella heiðurslimir kunnu luttaka á Aðalfundinum. Teir hava talurætt men ikki atkvøðurætt.

Grein 21 Fundarluttakarar og atkvøður
1 Luttakaratalið á Aðalfundinum verður ásett soleiðis:
a) Fyri hvørt felag kunnu 3 persónar luttaka. Hesir skulu hava skrivliga fulltrú frá sínum felag, sum gevur teimum heimild at møta og at atkvøða á Aðalfundinum.
b) Fyri ÍSF kunnu 3 umboð luttaka sum eygleiðarar. Hesi umboð hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.
c) Grannskoðari felagsins og aðrir limir í nevndum, sum Starvsnevndin hevur sett, hava rætt til at luttaka. Hesir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.
d) Umboð fyri fjølmiðlarnar hava rætt at møta á Aðalfundinum. Tað er bert loyvt at taka myndir undir sjálvum fundinum við loyvi frá fundarstjóranum. Umboð fyri fjølmiðlar hava ikki talu- ella atkvøðurætt. Fundarstjórin kann undir serligum umstøðum, tá trúnaðarmál skulu viðgerast, taka avgerð um at fjølmiðlarnir skulu fara av fundinum so leingi viðgerðin av hesum máli stendur við.
2 Allir limir FSF’s hava eina atkvøðu á Aðalfundinum. Limir, sum tóku lut í virksemi hjá FSF í farna kappingarári, við í minsta lagi einum vaksnamannaliði (t.e. øll vaksnamannalið undantikið oldboys og oldgirls) og einum ungdómsliði (t.e. ikki vaksnamannalið og ikki oldboys og oldgirls), fáa eina atkvøðu afturat á Aðalfundinum. Limur, sum ikki hevur síni fíggjarviðurskifti í lagi við FSF, missur atkvøðurættin á Aðalfundinum, og umboð fyri felagið kunna ikki verða vald í nevndir v.m., til limurin aftur hevur uppfylt skyldur sínar í hesum sambandi.
Har limir í felags samstarvi við øllum virksemi sínum taka lut í virksemi hjá FSF, verða samstarvandi limirnir, í atkvøðuhøpi, at meta sum ein limur.
3 Luttakararnir skulu eftir umbøn vísa fram neyðuga skjalprógvan fyri rætti sínum at luttaka á Aðalfundinum.
4 Bert limafeløg sum hava síni umboð tilstaðar hava rætt til at atkvøða. Brævaatkvøður eru ikki loyvdar.
5 Starvsnevndin og aðalskrivarin skulu luttaka á Aðalfundinum uttan atkvøðurætt. Limir í Starvsnevndini kunnu ikki umboða felag teirra á Aðalfundinum, so leingi teir eru limir í Starvsnevndini.

Grein 22 Heimildir Aðalfundarinnar
Aðalfundurin hevur hægsta myndugleika í øllum viðurskiftum felagsins. Hesin myndugleiki fevnir um, men er ikki avmarkaður til, fylgjandi:
a) góðkenning ella broyting av viðtøkunum fyri FSF;
b) val av Forseta og limunum í Starvsnevndini;
c) val av tveimum varalimum til Starvsnevndina;
d) val av limum og varalimum í dømandi nevndunum í FSF;
e) góðkenning av ársroknskapinum;
f) góðkenning av leiðslufrágreiðing Forsetans;
g) val av óheftum grannskoðara eftir innstilling frá Starvsnevndini;
h) áseting av limagjaldi;
i) gera av, eftir innstilling frá Starvsnevndini, um heitini heiðursforseti ella heiðurslimur skulu gevast;
j) upptøka av nýggjum limum, fyribils burturvísing ella endaliga at koyra lim út úr felagsskapinum;
k) afturtøku av mandatinum hjá einum ella fleiri nevndarlimum í FSF;
l) avtaka FSF;
m) taka avgerðir eftir ynski frá limafeløgum samsvarandi hesum viðtøkum.

Grein 23 Viðtøkuføri á Aðalfundinum
1 Avgerðir á Aðalfundinum eru bert galdandi, um ein meiriluti av samlaða limatalinum, sum hevur atkvøðurætt, eru umboðaðir á Aðalfundinum.
2 Um fundurin ikki er viðtøkuførur, skal ein annar Aðalfundur verða hildin í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 14 dagar eftir fyrsta Aðalfundin við somu dagsskrá.
3 Á seinna Aðalfundinum kunnu avgerðir takast, sama hvussu nógvir limir eru til staðar, um ikki talan er um broyting av viðtøkum, val av Forseta og varaforseta og limum í Starvsnevndini, ella talan er um avgerð um at koyra lim úr FSF ella avgerð um at taka av FSF.

Grein 24 Avgerðir á Aðalfundinum
1 Um ikki annað er ásett í viðtøkunum, er ein atkvøðugreiðsla gildug, um ein vanligur meiriluti millum limirnar við atkvøðurætti atkvøður fyri. Tá støða verður tikin til, um ein meiriluti er til staðar, skal talið av gildugum atkvøðum vera avgerandi. Oyðilagdir atkvøðuseðlar, blankar atkvøður og líknandi verða ikki tald við, tá støða skal takast til, um neyðugur meiriluti er til staðar.

2 Atkvøtt verður við at rætta hondina upp, elektroniska skráseting ella við skrivligari atkvøðugreiðslu. Fundarstjórin ger av nær skrivlig atkvøðugreiðsla fer fram. Um tað við at rætta hondina upp ikki fæst greiða á hvussu atkvøtt er viðvíkjandi einum uppskoti, so skal atkvøðast við at lisið verður upp í alfabetiskan ordan nøvnini á teimum frammøttu umboðunum á fundinum sum hava atkvøðuheimild.

Grein 25 Val
1 Val skulu avgreiðast sum loyniligar atkvøður.
2 Tá talan er um persónsval, krevst at meira enn 50% av skrásettum og gildugum atkvøðum atkvøður fyri í fyrsta umfari.

3 Um fleiri enn 2 valevni eru til ein sess, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum, tikið burtur í sambandi við næstu atkvøðugreiðsluna, til bert 2 valevni eru eftir.
4 Stendur á jøvnum, verður umval millum tey, ið standa á jøvnum, og eftirfylgjandi lutakast, um tað framvegis stendur á jøvnum.

Grein 26 Vanligur Aðalfundur
1 Vanligi Aðalfundurin verður hildin hvørt ár innan 1. apríl.
2 Starvsnevndin skal áseta stað og dag fyri Aðalfundinum. Skrivlig fráboðan um Aðalfund við fyribils skrá skal verða sent limunum í seinasta lagi 2 mánaðir frammanundan Aðalfundinum.
3 Formliga innkallingin til Aðalfundin skal sendast skrivliga út í minsta lagi 7 dagar framman undan Aðalfundinum. Í innkallingini skulu vera dagsskrá fyri fundin, og onnur skjøl, sum hava týdning fyri dagsskránna.
4 Grannskoðaður ársroknskapur við fíggjarstøðu skal sendast til limirnar í seinasta lagi 7 dagar áðrenn Aðalfundin.

Grein 27 Dagsskrá fyri vanliga Aðalfundin
1 Aðalskrivarin ger dagsskránna grundað á uppskot frá Starvsnevndini og limunum. Uppskot frá limum til Aðalfundin skulu verða send skrivstovu FSF’s skrivliga við stuttari frágreiðing í minsta lagi 2 vikur undan Aðalfundinum og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn Aðalfundin. Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi 1 mánaða áðrenn Aðalfundin og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn Aðalfundin.
Viðvíkjandi val av Forseta og limum í Starvsnevndini verður víst til grein 32 og 37.
2 Á dagsskránni fyri Aðalfundin skulu í minsta lagi vera fylgjandi evni:
a) Val av fundarstjóra eftir tilmæli frá Starvsnevndini. Hesin skal vera løgfrøðingur.
b) góðkenning av dagsskrá;
c) Forsetin greiður frá virksemi felagsins í farna ári;
d) framløga og góðkenning av grannskoðaðum ársroknskapi við tilhoyrandi fíggjarstøðu fyri farna roknskaparár;
e) viðgerð av møguligum uppskotum frá limum og Starvsnevndini, herundir møgulig uppskot um broytingar í viðtøkum, kappingarreglum ella øðrum reglugerðum;
f) val av óheftum grannskoðara eftir uppskoti frá Starvsnevndini;
g) burturvísing av persóni ella frákoyring av nevnd (um hetta er viðkomandi);
h) val av Forseta og limum og varalimum í Starvsnevndini, umframt val av limum og varalimum til dømandi nevndirnar (um hetta er viðkomandi);
i) onnur mál sum eru skotin upp av limafeløgum ella av Starvsnevndini í FSF.
3 Fundarskráin í sambandi við ein vanligan Aðalfund kann broytast, um 2/3 av limunum, ið eru til staðar á Aðalfundinum og hava atkvøðurætt, taka undir við tílíkum uppskoti.
4 Aðalfundurin kann ikki taka avgerðir um viðurskifti, sum ikki eru nevnd á dagsskránni.

Grein 28 Eykaaðalfundir
1 Starvsnevndin kann til hvørja tíð innkalla til eykaaðalfundar.
2 Starvsnevndin skal kalla inn til eykaaðalfundar, um í minsta lagi ein triðing av limunum í FSF seta fram skrivliga umbøn um hetta. Í umbønini skal dagsskráin fyri eykaaðalfundin verða nevnd. Ein eykaaðalfundur skal verða hildin í seinasta lagi 1 mánaða aftaná, at tílík umbøn er móttikin. Um eykaaðalfundurin ikki verður innkallaður innanfyri hesa freist, kunnu limirnir, ið hava biðið um at fáa eykaaðalfundin hildnan, innkalla til eykaaðalfundar sjálvir. Tá allir aðrir møguleikar eru royndir, kunnu limirnir heita á FIFA og/ella UEFA um at vera sær til hjálpar.
3 Limirnir skulu fáa boð um stað, dag og dagsskrá í seinasta lagi 14 dagar undan tí degi, at eykaaðalfundurin verður hildin.
4 Tá eykaaðalfundur verður innkallaður eftir umbøn frá Starvsnevndini, skal Starvsnevndin áseta dagsskránna. Tá ein eykaaðalfundur verður innkallaður eftir umbøn frá limum, skulu evnini, sum viðkomandi limir hava nevnt í umbøn síni um eykaaðalfund, vera við á dagsskrá.
5 Dagsskráin fyri ein eykaaðalfund kann ikki broytast.

Grein 29 Broyting í viðtøkunum
1 Aðalfundurin tekur avgerð um at broyta hesar lógir.
2 Uppskot um broyting í viðtøkunum skulu sendast skrivstova FSF’s skrivliga við stuttari frágreiðing frá limunum. Somuleiðis skal Starvsnevndin skrivliga grundgeva fyri sínum uppskotum til viðtøkubroytingar. Eitt uppskot frá limafelagi um broyting í viðtøkum er gildugt, treytað av at hetta hevur undirtøku frá í minsta lagi tveimum øðrum limafeløgum sum skrivliga vátta sín stuðul til at uppskotið verður sett fram.
3 Fyri at taka avgerð um broyting av viðtøkunum skal ein meiriluti av limunum við atkvøðurætti vera til staðar.
4 Eitt uppskot um broyting av viðtøkunum verður bert samtykt, um ¾ av samlaða limatalinum er til staðar og at uppskotið verður samtykt av ¾ av teimum, sum hava greitt atkvøðu.

Grein 30 Fundarfrágreiðing
Aðalskrivarin hevur ábyrgdina av at skriva fundarfrágreiðing á Aðalfundinum.

Grein 31 Nær avgerðir koma í gildi
Avgerðir, tiknar av Aðalfundinum, koma í gildi fyri limirnar sama dag sum viðtøkan er gjørd um ikki Aðalfundurin ásetir ein annan dag, har avgerðin kemur í gildi.

 

B. STARVSNEVND


Grein 32 Samanseting av Starvsnevndini
1 Starvsnevndin hevur 7 limir:
• 1 Forseti
• 1 varaforseti
• 5 nevndarlimir.
2 Forsetin og limirnir í Starvsnevndini verða valdir av Aðalfundinum. Valdir verða harumframt tveir varalimir. Valevni í sambandi við val til Starvsnevndina mugu verða skotin upp av í minsta lagi einum limi. Starvsnevndin skipar seg annars við val av varaforseta ímillum limirnar í nevndini, og við limum í ymsum øðrum nevndum.
3 Valskeiðið fyri Forsetan og limirnar í Starvsnevndini er 4 ár, og valskeiðið fyri varalimirnir er 2 ár. Afturval er loyvt.
4 Limirnir í Starvsnevndini skulu ikki vera eldri enn 70 ár. Limirnir skulu hava verið virknir innan fótbólt og skulu ikki hava verið funnir sekir í brotsverki og hava bústað í Føroyum.
5 Uppskot til val av limum í Starvsnevndina skulu sendast skrivstovu FSF’s í seinasta lagi 10 dagar áðrenn Aðalfundin. Listin yvir valevni verður sendur til limirnar í FSF í seinasta lagi 7 dagar áðrenn Aðalfundin.
6 Limur í Starvsnevndini kann ikki samstundis vera limur í dømandi nevnd hjá FSF.
7 Um ein sessur gerst tøkur, tekur varalimin sum fekk flestar atkvøður sæti fram til vanliga Aðalfundin og tá skal nýggjur limur veljast fyri restina av valskeiðnum.
8 Um fleiri enn tríggir sessir í Starvsnevndini verða tøkir, so skulu teir eftirverandi nevndarlimirnir innan 14 dagar kalla saman til eykaaðalfund til tess at Aðalfundurin kann velja nevndarlimir til tøku nevndarsessirnar fyri tíðarskeiðið sum er eftir av valskeiðnum.

Grein 33 Fundir
1 Starvsnevndin skal hittast í minsta lagi 4 ferðir um árið.
2 Forsetin skal kalla inn til starvsnevndarfundir. Um 4 nevndarlimir í Starvsnevndini biðja um fund, skal Forsetin innkalla til fundin innan 14 dagar.
3 Forsetin ásetir dagsskránna. Allir limir í Starvsnevndini hava rætt at seta fram evni til dagsskránna. Starvsnevndarlimir skulu senda skrivstova FSF’s uppskot síni til dagsskránna í seinasta lagi 7 dagar framman undan fundinum. Dagsskráin skal sendast til allar limirnar í Starvsnevndini í minsta lagi 4 dagar framman undan fundinum.
4 Í átroðkandi málum, har avgerð má takast beinanvegin, kunna Forsetin og 2 nevndarlimir taka avgerð. Verður slík avgerð tikin skal Starvsnevndin beinanvegin verða kunnað um avgerðina og um tað er gjørligt, skal Starvsnevndin fáa høvið til at taka endaliga støðu.
5 Aðalskrivarin luttekur sum ráðgevari og skrivari á fundum í Starvsnevndini.
6 Fundir í Starvsnevndini eru ikki almennir. Starvsnevndin kann tó bjóða øðrum luttakarum til fundar. Aðrir luttakarar hava ikki atkvøðurætt og mugu bert tosa við loyvi frá Starvsnevndini.

Grein 34 Heimildir hjá Starvsnevndini
Starvsnevndin:

a) Tekur avgerðir í øllum málum, sum tað ikki áliggur Aðalfundinum at taka avgerð um, og sum ikki sambært lóggávu ella hesum viðtøkum eru løgd til aðrar nevndir at taka avgerð um;
b) fyrireikar og innkallar til vanligar Aðalfundir og eykaaðalfundir hjá FSF;
c) útnevnir formenn, varaformenn og limir í føstum nevndum.
d) kann í førum, har hetta verður mett neyðugt, seta aðrar nevndir við avmarkaðum uppgávum;
e) skal áseta reglugerðir fyri skipan av føstum nevndum og nevndum við avmarkaðum endamáli;
f) setir í starv ella loysir úr starvi aðalskrivaran eftir uppskoti frá Forsetanum. Aðalskrivarin kann luttaka á fundum hjá øllum nevndum í sambandi við starv sítt;
g) skal á Aðalfundinum seta fram uppskot um óheftar grannskoðarar;
h) setir venjarar til landsliðini;
i) skal áseta reglugerðir fyri, hvussu FSF skal skipast innanhýsis;
j) skal tryggja, at hesar lógir verða fylgdar og taka neyðugar avgerðir í hesum sambandi;
k) kann siga upp persón ella nevnd ella fyribils koyra ein lim úr felagsskapinum fram til næsta Aðalfund;
l) kann lata øðrum nevndum í FSF ella uttanfyri standandi uppgávur, sum Starvsnevndin hevur.

Grein 35 Avgerðir
1 Starvsnevndin kann bert hava gildugt orðaskifti ella taka avgerð, um minst 4 nevndarlimir eru til staðar.
2 Starvsnevndin tekur avgerð við vanligum meiriluta millum limirnar, ið eru til staðar. Um tað stendur á jøvnum, er atkvøða Forsetans avgerandi. Tað er ikki loyvt at atkvøða við fulltrú ella við brævatkvøðu.
3 Limir í Starvsnevndini skulu taka seg úr orðaskiftinum og skulu ikki luttaka í avgerðum, um møguleiki er fyri ógegni.
4 Avgerðir, ið verða tiknar, skulu verða skrivaðar í fundarfrágreiðingina.
5 Avgerðir, ið verða tiknar av Starvsnevndini, fáa virknað beinanvegin, um ikki Starvsnevndin tekur aðra avgerð.

 

C. FORSETI


Grein 36 Forsetin
1 Forsetin umboðar FSF.
2 Høvuðsábyrgdir hansara eru:
a) Gjøgnum aðalskrivstovuna at seta avgerðir hjá Aðalfundinum og Starvsnevndini í verk;
b) at hava eftirlit við, at nevndir í FSF virka til fulnar og tryggja, at nevndirnar røkka teimum endamálum, sum eru lýst í hesum viðtøkum;
c) at hava eftirlit við arbeiðinum hjá skrivstova FSF’s;
d) at hava ábyrgdina av viðurskiftunum millum FSF og limirnar, FIFA, UEFA, politiskar myndugleikar og aðrar felagsskapir.
3 Bert Forsetin kann seta fram uppskot um setan av aðalskrivara og uppskot um at koyra aðalskrivara úr starvi.
4 Forsetin stendur fyri starvsnevndarfundum og fyri fundum í teimum nevndum, har hann er útnevndur formaður.
5 Forsetin hevur eina atkvøðu í Starvsnevndini, og tá stendur á jøvnum, er atkvøða Forsetans avgerandi.
6 Um Forsetin er burturstaddur ella ikki er tøkur, kemur varaforsetin í hansara stað.
7 Møguligar aðrar heimildir hjá Forsetanum skulu verða settar í innanhýsis reglugerðir hjá FSF.

Grein 37 Uppskot til Forseta
1 Forsetin verður valdur einsæris av Aðalfundinum fyri eitt tíðarskeið uppá 4 ár. Valskeið hansara byrjar, tá Aðalfundurin, ið hevur valt hann, er liðugur. Forsetin kann veljast aftur.
2 Til val av Forseta við fyrstu atkvøðugreiðslu krevst at meira enn 50% av skrásettum og gildugum atkvøðum atkvøður fyri í fyrsta umfari.

3 Um fleiri enn 2 valevni eru, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum, tikið burtur í sambandi við næstu atkvøðugreiðsluna, til bert 2 valevni eru eftir.
4 Stendur á jøvnum, verður umval millum tey, ið standa á jøvnum, og eftirfylgjandi lutakast, um tað framvegis stendur á jøvnum.
5 Bert limir í FSF kunnu seta fram uppskot um valevni til Forseta. Limirnir skulu boða skrivstovu FSF’s skrivliga frá navni á valevni til Forseta í FSF í minsta lagi 10 dagar áðrenn Aðalfundin.
6 Skrivstova FSF’s boðar limunum frá nøvnunum á teimum, ið eru í uppskoti, í minsta lagi 7 dagar áðrenn Aðalfundin
7 Um Forsetin varandi ella í eitt styttri tíðarskeið er forðaður fyri at útinna starv sítt, skal varaforsetin koma í Forsetans stað inntil næsta Aðalfund. Aðalfundurin velur um neyðugt ein nýggjan Forseta.

Grein 38 Umboðan og undirskrift (tekningarreglur)
Forsetin umboðar og teknar FSF. FSF kann eisini verða teknað av aðalskrivaranum saman við tveimum Starvsnevndarlimum. Starvsnevndin kann geva fulltrúarumboðan og verður slík gjørd í innanhýsis reglugerð.

 

D. FASTAR NEVNDIR


Grein 39 Fastar nevndir
1 Føstu nevndirnar hjá FSF eru:
a) Fíggjarnevndin;
b) Kappingarnevndin;
Undirnevndir: Kvinnufótbóltsnevndin og Ungdómsfótbóltsnevndin;
c) Útbúgvingar- og menningarnevndin;
d) Dómaranevndin;
e) Lógarnevndin;
f) Landsliðsnevndin.

2 Starvsnevndin velir føstu nevndirnar og undirnevndirnar. Í Fíggjarnevndini er Forsetin føddur formaður.
3 Hvør formaður umboðar nevnd sína og skal leggja virksemið til rættis sambært reglugerðum, sum eru ásettar av Starvsnevndini.
4 Hvør formaður ásetir fundardagar í samstarvi við avvarðandi skrivara og skal tryggja, at allar uppgávur verða framdar og geva frágreiðingar til Starvsnevndina.
5 Nevndirnar kunnu seta fram uppskot til Starvsnevndina um broytingar í reglugerðunum fyri nevndirnar.
6 Undirnevndir kunna leggja mál av stórum prinsipiellum týdningi fyri Starvsnevndina til støðutakan.

Grein 40 Fíggjarnevndin
Fíggjarnevndin hevur eftirlit við fíggjarligu stýringini og ráðgevur Starvsnevndini í fíggjarligum málum viðvíkjandi spurningum um, hvussu ognir hjá FSF skulu fyrisitast. Fíggjarnevndin gjøgnumgongur fíggjarætlanina hjá FSF og roknskapirnar, ið verða fyrireikaðir av aðalskrivaranum, og letur Starvsnevndini hesar til góðkenningar. Fíggjarnevndin hevur formann, varaformann og 1 limur. Forsetin er føddur formaður í Fíggjarnevndini.

Grein 41 Kappingarnevndin
Kappingarnevndin skipar fyri kappingunum hjá FSF samsvarandi reglunum í hesum viðtøkum og reglugerðunum, ið eru galdandi fyri kappingarnar hjá FSF. Í Kappingarnevndini eru formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur.
Kvinnufótbóltsnevndin er undirnevnd hjá Kappingarnevndini. Nevndin skipar fyri kvinnukappingunum hjá FSF í samsvar við galdandi lógir og reglugerðir.
Somuleiðis er Ungdómsfótbóltsnevndin undirnevnd hjá Kappingarnevndini og skipar nevndin fyri ungdómsfótbóltskappingunum.

Grein 42 Útbúgvingar- og menningarnevndin
Útbúgvingar- og menningarnevndin skipar fyri útbúgvingum og skal í høvuðsheitum gjøgnumganga grundleggjandi fótbóltsvenjingar og tøkniliga menning og skipar fyri venjara- og dómaraútbúgvingum innan fyri FSF í samstarvi við fyrisiting FSF’s og hevur eftirlit við útbúgving av venjarum og dómarum. Í nevndini eru formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur.

Grein 43 Dómaranevndin
Dómaranevndin skal tryggja, at Laws of the Game verða hildnar. Dómaranevndin hevur eftirlit við hvussu dómarar og eygleiðarar verða settir og hvussu venjing av dómarum og eygleiðarum verður skipað. Í Dómaranevndini eru formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur.

Grein 44 Lógarnevndin
Lógarnevndin skal arbeiða við grundleggjandi løgfrøðiligum spurningum, ið viðvíkja fótbólti, og arbeiða við menningini av viðtøkum og reglugerðum hjá FSF og limum FSF’s. Í Lógarnevndini skulu vera formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur. Minst ein nevndarlimur skal hava løgfrøðiliga útbúgving.

Grein 45 Landsliðsnevndin
Landsliðsnevndin skal ráðgeva Starvsnevndini í spurningum um altjóða kappingar og hevur dagligu ábyrgdina av at fyriskipa arbeiði viðvíkjandi føroysku landsliðunum og skal hava dagligu ábyrgdina av at skipa fyri teimum altjóða kappingum, sum FSF luttekur í. Í Landsliðsnevndini skulu vera formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur.

 

E. FYRISITING


Grein 46 Skrivstova FSF’s
Skrivstova FSF’s tekur sær av fyrisitingarliga arbeiðinum hjá FSF undir leiðslu av aðalskrivaranum. Tey, ið eru í starvi á skrivstovu FSF’s, eru bundin av innanhýsis skipanarligum reglugerðum hjá FSF.

Grein 47 Aðalskrivari

1 Aðalskrivarin er stjóri fyri skrivstova FSF’s.
2 Aðalskrivarin verður útnevndur við støði í privatrættarligari avtalu, og skal hava neyðugan førleika.

3 Aðalskrivarin hevur skyldu til:
a) At seta í verk avgerðir, tiknar av Aðalfundinum og Starvsnevndini samsvarandi boðum frá Forsetanum;
b) at vera á Aðalfundinum og nevndarfundum hjá Starvsnevndini,
c) at skipa fyri fundum í Starvsnevndini og øðrum nevndum.
d) at skriva fundarfrásøgnir frá Aðalfundum, fundum í Starvsnevndini, og hevur ábyrgdina av at fundarfrásagnir verða skrivaðar í teimum føstu nevndunum.
e) at syrgja fyri at roknskapirnir hjá FSF verða gjørdir á rættan hátt;
f) at skipa fyri dagliga samskiftinum hjá FSF;
g) at hava um hendi viðurskifti við limirnar, nevndir, FIFA og UEFA;
h) at skipa skrivstovu FSF’s;
i) at útnevna og siga úr starvi starvsfólk á skrivstovu FSF’s;
j) at seta fram uppskot til Forsetan um setan av leiðandi starvsfólkum.

4 Aðalskrivarin kann ikki verða valdur í nevnd hjá FSF.

 

F. DØMANDI NEVNDIR


Grein 48 Dømandi nevndir
1 Dømandi nevndirnar í FSF eru Aganevndin og Yvirkærunevndin (aganevndir), eins og Loyvisnevndin og Kærunevndin í loyvismálum (loyvisnevndir).

2 Limirnir í dømandi nevndunum kunnu ikki samstundis vera starvssettir í umsiting FSF’s og/ella limir í øðrum nevndum hjá FSF.

Grein 49 Aganevndin
1 Í Aganevndini sita formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur. Formaðurin skal vera løgfrøðingur.

Nevndarlimirnir verða valdir av Aðalfundinum og sita í tvey ár í senn. Tveir verða valdir eitt ár og ein verður valdur árið eftir. Valdir verða tveir varalimir at sita í tvey ár. Annar varalimurin skal vera løgfrøðingur. Fyrsta árið verða allir nevndarlimirnir valdir og annað árið verður avgjørt við lutakasti hvørjir tveir standa fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.
2 Virksemið hjá Aganevndini fer fram samsvarandi agareglugerðini hjá FSF, ið skal samsvara við agareglugerðini hjá FIFA. Nevndin skal bert taka avgerðir, tá í minsta lagi 2 limir eru til staðar. Í ávísum førum kann formaðurin einsamallur taka avgerðir samsvarandi agareglugerðini hjá FSF.
3 Nevndin kann áseta revsingar, sum eru nevndar í hesum viðtøkum og í agareglugerðini hjá FSF, og hesar revsingar kunnu áleggjast limum, leiðarum, leikarum, feløgum og leikaraumboðsfólki.

Grein 50 Yvirkærunevndin
1 Í Yvirkærunevndini sita formaður, varaformaður og 1 nevndarlimur. Formaðurin og varaformaðurin skulu vera løgfrøðingar.

2 Nevndarlimirnir verða valdir av Aðalfundinum og sita í tvey ár í senn. Tveir verða valdir eitt ár og ein verður valdur árið eftir. Valdir verða tveir varalimir at sita í tvey ár. Annar varalimurin skal vera løgfrøðingur. Fyrsta árið verða allir nevndarlimirnir valdir og annað árið verður avgjørt við lutakasti hvørjir tveir standa fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.
3 Virksemið hjá Yvirkærunevndini fer fram samsvarandi agareglugerðini hjá FSF, ið skal samsvara við agareglugerðini hjá FIFA. Nevndin skal bert taka avgerðir, tá í minsta lagi 2 limir eru til staðar. Í ávísum førum kann formaðurin einsamallur taka avgerðir samsvarandi agareglugerðini hjá FSF.

4 Yvirkærunevndin tekur avgerðir í kærumálum viðvíkjandi avgerðum hjá Aganevndini, ið ikki eru endaligar.

Grein 51 Loyvisnevndin
1 Í Loyvisnevndini sita formaður, varaformaður og 3 nevndarlimir. Í minsta lagi ein av nevndarlimunum skal vera løgfrøðingur og í minsta lagi ein av hinum nevndarlimunum skal vera góðkendur (skrásettur ella løggildur) grannskoðari hjá Skráseting Føroya.
2 Nevndarlimirnir verða valdir av Aðalfundinum og sita í tvey ár í senn. Nevndarlimir kunnu veljast aftur. Nevndarlimirnir kunnu ikki samstundis sita í aðrari nevnd hjá FSF. Nevndin skipar seg sjálv.
3 Starvsnevndin kann eftir tørvi tilnevna varalimir til nevndina, sum kunnu luttaka í nevndarviðgerðini um aðrir valdir nevndarlimir bera seg undan at luttaka í nevndarviðgerð vegna fráveru ella ógegni.
4 Virksemið hjá Loyvisnevndini fer fram samsvarandi loyvisreglugerð hjá FSF, sum Starvsnevndin samtykkir. Loyvisnevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 3 nevndarlimir eru hjástaddir.

Grein 52 Kærunevndin í loyvismálum
1 Í Kærunevndini í loyvismálum sita formaður, varaformaður og 3 nevndarlimir. Í minsta lagi ein av nevndarlimunum skal vera løgfrøðingur og í minsta lagi ein av hinum nevndarlimunum skal vera góðkendur (skrásettur ella løggildur) grannskoðari hjá Skráseting Føroya.
2 Nevndarlimirnir verða valdir av Aðalfundinum og sita í tvey ár í senn. Nevndarlimir kunnu veljast aftur. Nevndarlimirnir kunnu ikki samstundis starvast í umsiting FSF´s ella sita í aðrari nevnd hjá FSF. Nevndin skipar seg sjálv.
3 Starvsnevndin kann eftir tørvi tilnevna varalimir til nevndina, sum kunnu luttaka í nevndarviðgerðini um aðrir valdir nevndarlimir bera seg undan at luttaka í nevndarviðgerð vegna fráveru ella ógegni.
4 Virksemið hjá Kærunevndini í loyvismálum fer fram samsvarandi loyvisreglugerð hjá FSF, sum Starvsnevndin samtykkir. Kærunevndin í loyvismálum er viðtøkufør, tá í minsta lagi 3 nevndarlimir eru hjástaddir.
5 Kærunevndin í loyvismálum tekur avgerð í kærumálum viðvíkjandi avgerðum hjá Loyvisnevndini, ið ikki eru endaligar.

Grein 53 Agamál
Brot á viðtøkur, kappingarreglur ella aðrar reglur hjá FSF kann verða sektað soleiðis:

1 Fyri persónar og løgfrøðiligar persónar:
a) ávaring;
b) átalu;
c) bót;
d) frátøku av heiðursmerkjum;
e) strikan av meistaraheitum.
2 Fyri persónar:
a) burturvísing;
b) leikbann;
c) bann fyri at vera í umklæðingarrúmum og/ella at vera á útskiftingarbeinkinum;
d) bann fyri at vera á leikvølli;
e) bann fyri at taka lut í virksemi, ið hevur við fótbólt at gera.
3 Fyri løgfrøðiligar persónar:
a) bann fyri at flyta leikarar;
b) áseta dyst/ir at skula leikast uttan áskoðarar;
c) áseta dyst/ir at skula leikast á uttanveltaðum vølli;
d) bann fyri at leika á ávísum leikvølli;
e) ógilding av dystarúrsliti;
f) koyra felag úr kapping;
g) døma felag at tapa dyst;
h) frátaka stig frá felagi;
i) døma lið at flyta í lægri deild.

Grein 54 Gerðarrættur
FSF skal seta á stovn ein óheftan og uttanveltaðan gerðarrætt, sum skal taka sær av øllum innanhýsis stríðsmálum og ósemjum millum FSF, limir í FSF, leikarar, leiðarar og leikaraumboðsmenn, sum ikki hoyra undir málsræðið hjá Starvsnevndini ella føstu nevndunum hjá FSF. Gerðarrætturin skal taka endaliga støðu til trætuna uttanum vanligu dómstólarnar, uttan so at hetta ikki er loyvt sambært galdandi lóggávu í Føroyum. Starvsnevndin skal gera serligar reglugerðir viðvíkjandi samanseting, heimildum og starvsreglum fyri gerðarrættin.

Grein 55 Løgræði
1 FSF, limirnir, leikarar, leiðarar og leikaraumboðsmenn kunnu ikki leggja ósemjur fyri vanligu dómstólarnar, uttan so at beinleiðis heimild er fyri hesum í hesum viðtøkum og reglugerðum hjá FIFA. Allar ósemjur skulu koma undir løgræðið hjá FIFA, UEFA ella FSF.
2 FSF skal hava løgræðið, tá ræður um innanhýsis ósemjur í Føroyum, t.e. ósemjur millum partar, ið hoyra til FSF. FIFA og UEFA hevur løgræðið, tá ræður um altjóða ósemjur, t.e. millum partar, ið hoyra til ymiskar felagsskapir og/ella konfederatiónir.

Grein 56 Court of Arbitration for Sport (CAS)
1 Samsvarandi greinunum 67 og 68 í viðtøkunum hjá FIFA skulu kærur mótvegis endaligum og bindandi avgerðum hjá FIFA ella UEFA einans viðgerast av Court of Arbitration for Sport (CAS), í Lausanne, Sveis, samsvarandi ásettum reglum í viðtøkunum hjá FIFA og UEFA. CAS skal tó ikki viðgera kærur um brot á Laws of the Game, leikbann upp til 4 dystir ella upp til 3 mánaðir ella avgerðir, sum eru tiknar av einum gerðarrætti hjá einum felagsskapi ella konfederatión, ið er óheftur og settur samsvarandi galdandi reglum.
2 FSF skal fylgja og tryggja, at limir í FSF, leikarar, leiðarar og leikaraumboð fylgja endaligum avgerðum frá einum stovni undir FIFA, UEFA ella CAS.

 

Kapittul V. Fíggjarmál


Grein 57 Roknskaparár
1 Roknskaparárið hjá FSF er kalendaraárið.
2 Inntøkur og útreiðslur hjá FSF skulu verða stýrdar soleiðis, at tær røkka til alt roknskaparárið. Høvuðs framtíðarskyldurnar hjá FSF skulu vera tryggjaðar við burturleggingum.
3 Aðalskrivarin hevur ábyrgdina fyri at gera ársroknskapin fyri FSF.

Grein 58 Óheftir grannskoðarar
Óhefti grannskoðarin, ið verður útnevndur av Aðalfundinum, skal grannskoða roknskapin, ið er góðkendur av Starvsnevndini samsvarandi galdandi roknskaparreglum og geva Aðalfundinum frágreiðing um hetta. Grannskoðarin skal útnevnast fyri eitt tíðarskeið uppá eitt ár í senn. Afturval kann fara fram.

Grein 59 Limagjøld
1 Limagjøld fella til gjaldingar 1. januar. Ársgjøld fyri nýggjar limir skulu gjaldast í seinasta lagi 30 dagar eftir Aðalfundin, har viðkomandi limur fekk limaskap.
2 Aðalfundurin skal áseta limagjaldið hvørt ár eftir tilmæli frá Starvsnevndini. Limagjaldið er tað sama fyri allar limir.

Grein 60 Innkrevjing
FSF kann mótrokna krøv í áognum limanna.

Grein 61 Dystargjøld
FSF kann krevja, at limir rinda gjald fyri dystir.

 

Kapittul VI. Kappingar og rættindi til kappingar og tiltøk
 

Grein 62 Kappingar
1 FSF skipar fyri og samskipar fylgjandi almennu kappingar:
a) føroyska lands- og steypakappingin;
b) altjóða dystir, landsdystir og vinardystir;
c) allar fótbóltskappingar, sum verða fyriskipaðar í Føroyum.
2 Starvsnevndin kann loyva feløgum at skipa fyri kappingum. Kappingar, ið verða skipaðar av feløgum, skulu ikki órógva kappingar, ið eru fyriskipaðar av FSF. Kappingar, ið verða fyriskipaðar av FSF, skulu hava fyrstarætt.
3 Starvsnevndin kann áseta serligar reglur hesum viðvíkjandi.
Grein 63 Loyvisskipan
1 Luttøka hjá einum felagi í kappingum sum FSF fyriskipar (sum ásett av Starvsnevndini) og luttøka í kappingum sum UEFA fyriskipar, er treytað av, at felagið fær játtað luttøkuloyvi frá FSF.
2 Loyvismannagongdin og treytirnar sum feløgini skulu lúka fyri at fáa játtað luttøkuloyvi frá FSF eru ásettar í serliga reglugerð sum Starvsnevndin samtykkir og sum er góðkend av UEFA viðvíkjandi luttøku í UEFA kappingunum.

Grein 64 Uppflyting og niðurflyting
1 Rættin hjá einum felagi at luttaka í landskappingini skal fyrst og fremst taka støði í ítróttarligum útslitum. Eitt felag skal vinna sær rætt til luttøku í landskappingini við at verða verandi í ávísa deild ella við at flyta upp í hægri deild ella flyta niður í lægri deild við endan á kappingarárinum.
2 Umframt at vinna sær rætt til luttøku við støði í ítróttarligum úrslitum, so kann luttøkan verða treytað av at felagið lýkur aðrar ásettar treytir samsvarandi loyvisreglugerð samtykt av Starvsnevndini, har áherðsla er á meting av ítróttarligum, infrastrukturellum, umsitingarligum, løgfrøðiligum og fíggjarligum viðurskiftum.
3 Broyting av løgfrøðiligum formi ella bygnaði í einum felagi fyri at lætta um at vinna sær luttøku við støði í ítróttarligum úrslitum og/ella móttøku av luttøkuloyvi í landskappingini, sum er til skaða fyri integritetin í kappingini, er bannað. Hetta fevnir um t.d. broyting av høvuðssætinum, broyting av navni ella flyting av ognarrætti ella týðandi áhugamálum millum ymisk feløg.
4 Starvsnevndin tekur stig til at nágreina ásetingar um uppflyting og niðurflyting í viðkomandi kappingarreglugerð.

Grein 65 Rættindi
1 FSF eigur øll rættindi, ið hava samband við kappingar og onnur tiltøk, ið verða fyriskipaði í Føroyum. Rættindini fevna m.a. um øll fíggjarlig rættindi, sjónvarps- og útvarpsupptøkur, endurgeving og kringvarpsrættindi, multimediarættindi, marknaðarføringsrættindi og rættindi til búmerkið og rættindi samsvarandi lóggávu um upphavsrættindi.
2 Starvsnevndin skal gera av, hvussu hesi rættindi verða nýtt og áseta serligar reglugerðir hesum viðvíkjandi.

Grein 66 Heimild
FSF hevur einkarrættindi at geva loyvi til útbreiðslu av myndum og ljóði og gjøgnum aðrar margmiðlar, ið kunnu siga frá fótbóltsdystum og fótbóltstiltøkum í Føroyum.

 

Kapittul VII. Altjóða dystir og kappingar


Grein 67 Altjóða dystir og kappingar
1 FIFA og/ella UEFA hava einkarrætt at skipa fyri altjóða dystum og kappingum millum limir í felagsskapum og millum Leagues og/ella feløg. Dystir ella kappingar skulu ikki fyriskipast uttan við loyvi framman undan frá FIFA og/ella frá viðkomandi konfederatión samsvarandi reglugerðum hjá FIFA.
2 FSF hevur skyldu at fylgja altjóða dystarskránni, ið er ásett av FIFA.

Grein 68 Samband
FSF skal ikki leika dystir ella hava ítróttarligt samband við felagsskapir, ið ikki eru limir í FIFA, ella við fyribils limir í einari konfederatión uttan við loyvi frá FIFA ella UEFA.

Grein 69 Góðkenning
Feløg, ligur ella aðrir bólkar av feløgum sum hava tilknýti til FSF kunnu ikki hoyra til eitt annað fótbóltssamband ella luttaka í kappingum á økinum hjá einum øðrum fótbóltssambandi uttan við loyvi frá FSF, hinum fótbóltssambandinum og frá FIFA, tó ikki undir serligum umstøðum.

 

Kapittul VIII. Endaligar ásetingar


Grein 70 Óvæntaðar støður og force majeure
Starvsnevndin hevur endaliga avgerðarrættin viðvíkjandi støðum, ið ikki eru lýstar í viðtøkunum, og tá talan er um force majeure.

Grein 71 Um at taka FSF av
1 Avgerðir um at taka FSF av krevja meiriluta uppá 2/3 av øllum limum í FSF, og avgerð skal takast á einum Aðalfundi, ið er serliga innkallaður til endamálið.
2 Um FSF verður avtikið, skulu ognirnar latast til Føroya Landsstýri, sum skal taka sær av hesum ognum og sita fyri teimum á bestan hátt, til FSF verður endurstovnað.

Grein 72 Gildiskoma
Hesar lógir eru samtyktar á eykaaðalfundi FSF’s í Tórshavn tann 6. mai 2006 og koma í gildi 1. januar 2007 og við broytingum samtyktar á Aðalfundi FSF’s 3. mars 2007, 1. mars 2008, 26.februar 2011, 23. februar 2013 og 15. februar 2014.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2017

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6