Svangaskarð

Mikudagur 18. juli 2012
 

Leygardagin 30. juni varð nýggi graslíkisvøllurin á Toftum tikin alment í nýtslu. Hetta hendi í samband við dyst í Effodeildini millum B68 og TB.

Umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, Tofta Ítróttarfelag og Nes Kommunu hildu røðu, áðrenn liðskiparin hjá B68, Jann Ingi Petersen skeyt fyrsta almenna sparkið á nýggja vøllinum á Toftum.

Arbeiðið at taka grasið av og leggja nýtt graslíki á, hevur gingið væl. Byrjað varð í desember mánað í fjør, og nú, góðar seks mánaðar seinni er alt økið liðugt. Tað eru Sp/F JHR Entreprenørar og TN Bygging ið hava staði fyri arbeiðinum at skifta norðara vøllin á Toftum.

Í fyrsta umfari verður tað bara B68, ið fer at gera brúk av vøllinum. Men tá altjóða góðkenningin av vøllinum er framd, og væntandi góðtikin, kann nýggi graslíkisvøllurin á Toftum eisini brúkast til Champions League og Europa League dystir. Altjóða góðkenningin av vøllinum verður gjørd av eini svenskari fyritøku, sum kemur til Føroyar tá Tórsvøllur er liðugur.

Næsta stig í útbyggingini á Svangaskarði verður at seta ljósmastrar upp kring vøllin. Nær hetta arbeiði byrjar, er ikki endaliga avgjørt enn.


Svangaskarð, 30. juni 2012


Svangaskarð, 30. juni 2012 


Mánadagur 25. juni 2012
 

Arbeiðið at leggja nýggja graslíkisvøll á Svangskarði er nú liðugt, og væntandi verður nýggi vøllurin tikin alment í brúk leygardagin 30. juni, tá B68 og TB bresta saman í Effodeildini.

Stutt undan jólum í fjør varð avtala gjørd millum Nes Kommunu og Fótbóltssamband Føroya, um at grasvøllurin á Svangaskarði skuldi takast av, og graslíki leggjast á ístaðin.

Arbeiðið á Svagaskarði hevur gingið væl, og nú væntar bert seinasta góðkenningin av nýggja graslíkisvøllinum, áðrenn vøllurin kann takast alment í brúk.


Svangaskarð, 21. juni 2012


Svangaskarð, 21. juni 2012


Mikudagur, 13. juni 2012
 

Arbeiðið at leggja nýtt graslíki á norðara vøllin á Svangaskarði, er nú komið so mikið ávegis, at um alt gongur eftir ætlan, og veðrið verður til vildar, so verður fyrsti dystur spældur á vøllinum leygardagin 30. juni.

Fyri viku síðani varð arbeiðið, at gera nýtt undirlag, liðugt, og nú verður sjálvt graslíkið lagt á.

Arbeitt verður fram ímóti, at nýggi vøllurin kann takast í brúk í komandi viku, og væntandi verður fyrsti dystur spældur á nýggja vøllinum seinasta umfar áðrenn summarsteðgin í Effodeldini, tá tvøramenn koma á vitjan á Toftum.

Hendan dagin verður eisini skipað fyri árliga B68-degnum á Svangaskarði.






Týsdagur, 24. apríl 2012
 

Betong arbeiðið kring vøllin á Svangaskarði er liðugt, og nú verður seinasta hond løgd á planeringini. Síðani kann arbeiðið, at asfaltera undirlagið, fara í gongd.

Tá hetta er gjørt, verður svart gummi, ið er millum 5 og 10 sentimetrar tjúkt, lagt omaná asfaltið, áðrenn sjálvt graslíkið verður lagt á.

Arbeiðið, at skifta grasvøllin á Svangaskarði út við graslíki, hevur gingið sum ætlað. Væntandi verður nýggi vøllurin á Svangaskarði tikin í brúk einafer síðst í mai mánað.


Í løtuni verður seinasta hond løgd á planeringina, áðrenn undirlagið kann verða asfaltera


Mánadagur, 26. mars 2012


Arbeiðið at skifta grasvøllin á Svangaskarði út við graslíki gongur væl.

Í løtuni verður síðsta hond løgd á betongarbeiðið, ið TN Bygging stendur fyri. Nýggj girðing verður gjørd kring vøllin, umframt at hegn, ið er umleið fimm metrar høgt, verður gjørt aftanfyri málini. Betongarbeiðið hevur gingið væl, og væntandi verður hetta liðugt í komandi viku.

Arbeiðið við planeringini er eisini komið so mikið ávegis, at væntandi verður undirlendið liðugt planerað um einar tvær vikur. Síðani er klárt at asfaltera, áðrenn nýggja graslíkið kann laggjast á.

Júst hvat fyri slag av graslíkið skal leggjast á Tofta Leikvøll, er endalig avgerð ikki tikin til enn. Fyri tveimum víkum síðani var lisitatión í FSF-húsinum, í samband við sjálvt graslíkið, og tá vóru fimm fyritøkur ið bjóðaðu seg fram at veita nýtt graslíki til ovara vøllin Svangaskarði.


Svangaskarð, 26. mars 2012


Svangaskarð, 26. mars 2012

Fýra dagar undan jólum í fjør, skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Nes Kommuna undir samstarvsavtalu um út- og umbyggingar av grasvøllinum á Svangaskarði á Toftum.


Í fyrstu atløgu verður graslíki lagt á, har grasvøllurin hevur verið síðani 1991.


Byggisáttmáli er gjørdur við Sp/F JHR Entreprenørar um at fyrireika undirlendið til nýggja graslíkisvøllinum, og væntandi verður hetta arbeiði liðugt 1. apríl. Síðani verður fari undir at leggja sjálvan graslíkisvøllin á, og eftir ætlan skal nýggi vøllurin takast í brúk 1. mai.


Ovari vøllur á Svangaskarði hevur í nógv ár at kalla bert verið nýttur í sambandi við altjóða dystir. Føroyska landsliðið hevur spælt fleiri landsdystir á Svangaskarði við góðum úrslitum, og harafturat hava føroysk lið eisini roynt seg í europeiskum høpi á Tofta Leikvølli á Svangaskarði



Landsliðið sigraði í seinasta dysti
Tey bæði seinastu úrslitini á hesum vøllinum eru til at býta merki í. Seinast landsliðið var í eldinum á Tofta Leikvølli var tann 7. juni í fjør, tá Føroyar vann 2-0 á Estlandi. Hetta var eisini seinasti landsdysturin, sum varð spældur á grasinum á Svangaskarði. Hetta var tó tann næstseinasti dysturin yvirhøvur, sum varð spældur á grasinum. Tann seinastu varð spældu ein mánað seinni, tá NSÍ tók ímóti Fulham, í europeiskum fótbólti. Her megnaði NSÍ at fáa javnleik 0-0 móti stóra Premier League-felagnum, so úrslitini hava stundum verið góð á grasvøllinum á Svangaskarði.


Men nú verður ikki nakar grasvøllur á Svangaskarði longur. Seint í fjørsummar var avtalað nevniliga gjørd um at leggja graslíki á vøllin, og arbeiðið at umvæla vøllin byrjaði seint í fjørsummar. Grasið er tikið av fyri langari tíð síðani, teir hava grivið upp og reinsað dren, og nú verður farið undir arbeiðið at fylla grovari grót oman yvir aftur.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7