Stjørnufótbóltur

Skipanin “stjørnufótbóltur” skal í fyrsta lagi eggja feløgunum at gera eitt dygdargott og miðvíst arbeiði í barna- og ungdómsfótbóltinum, og annars skapa góðar karmar fyri grasrótsfótbóltinum sum heild.

STJØRNUFÓTBÓLTUR hevur í fyrsta lagi fýra stig – Grundstig (ein stjørna), Víkað stig (fýra stjørnur), Framkomið stig (1 stjørna) og Úrvals stig (1 stjørna). Tilsamans 7 stjørnur.


1. Grundstig (stjørna 1):
Tær grundleggjandi fyritreytirnar, eitt nú:
a. Ein grundleggjandi ætlan er fyri barna- og ungdómsfótbóltin.
b. Felagið luttekur við barna- og ungdómsliðum í landskappingini og er vertur fyri dystum og stevnum sambært kappingarskránni hjá FSF.
c. Venjarar eru til øll liðini í barna- og ungdómsfótbóltinum, útbúnir á minst B1 og B2 stigi.
d. Í felagnum er fólk sum hevur høvuðsábyrgdina fyri barna- og ungdómsfótbóltinum.
e. Felagið hevur hóskandi fysiskar karmar – eitt nú vøll, skiftirúm, fundarrúm og ymiskan útbúnað, sum krevst í sambandi við venjing og dystir.

Viðmerking: Fyri at fáa eina stjørnu krevst, at allar fimm fyritreytirnar eru uppfyltar.


2. Viðkað stig (stjørna 2-5):
a. Útbúgving
i. Læru- og menningarætlan er fyri barna- og ungdómsfótbóltin og verður fylgd.
ii. Útbúnir venjarar eru til øll lið samsvarandi krøvunum í loyviskipanini.
iii. At venjarar fáa møguleika at eftirútbúgva seg.
iv. Minst ein útbúgvin dómari er fyri hvørjar 50 leikarar.

b. Luttøka
i. Felagið hevur lið á dreingjasíðuni í øllum aldursbólkum frá U8 til U19, møguliga í einum skipaðum samstarvi við annað felag.
ii. Felagið hevur lið á gentusíðuni í øllum aldursbólkum frá U8 til U17, møguliga í einum skipaðum samstarvi við annað felag.
iii. Gentufótbólturin telur minst 30% av øllum leikarunum í felaganum, sum eru 12 ár og yngri.

c. Átøk, rekrutering
i. Felagið skipar fyri tiltøkum sum skapa áhuga millum yngstu børnini, fyri at fá tey at byrja við fótbóltinum sum 6-7 ára gomul.
ii. Felagið hevur eina miðvísa ætlan, sum fær børn og ung at halda á við fótbóltinum.
iii. Skipað verður fyri tiltøkum, sum venda sær til foreldur, stuðlar og nærumhvørvi annars, við tí endamáli at skapa áhuga og undirtøku fyri fótbóltinum.

d. Karmar
i. Umstøðurnar til sosial tiltøk, foreldrasamstarv o.l. eru nøktandi.
ii. Vitjandi – leikarar, venjarar, viðhaldsfólk og foreldur – hava hóskandi umstøður og kunnu kenna seg vælkomin.

Viðmerking: Hvørt høvuðspunktið gevur eina stjørnu. Fyri at fáa eina stjørnu krevst, at fyritreytirnar undir hvørjum høvuðspunkti eru uppfyltar.


3. Framkomið stig (stjørna 6):
a. Barna- og ungdómsfótbólturin hevur egna játtan sum í minsta lagi er ?? 25% av samlaða útreiðslukarminum.
b. Felagið, evt saman við FSF, skipar á hvørjum ári fyri serstøkum átøkum undir heitinum “Fótbóltur fyri øll”.
c. Venjarar hjá U16 og eldri hava B-prógv.
d. Leikaratalið heldur sær ella er vaksandi.

Viðmerking: Fyri at fáa stjørnu seks krevst, at allar fýra fyritreytirnar eru uppfyltar.


4. Úrvals stig (stjørna 7):
a. Felagið hevur eitt hóskandi fótbóltstilboð til børn og ung í vetrarhálvuni.
b. Ein skipað útbúgvingarætlan er fyri leiðarar og nevndarlimir.
c. Alt virksemi og allar skipanir verða eftirmettar á hvørjum ári við støði í einum dygdareftirliti.

Viðmerking: Fyri at fáa stjørnu sjey krevst, at allar tríggjar fyritreytirnar eru uppfyltar.


Fágreiðing
Felag, sum hevur eina stjørnu, er á Grudstigi. Felag, sum hevur 2-5 stjørnur, er á Víðkaðum stigi. Felag, sum hevur 6 stjørnur, er á Framkomnum stigi, og felag, sum hevur 7 stjørnur, er á Úrvals stigi. Fyritreytin fyri, at felag kann koma í bólkin Viðka stig, er, at tað hevur Grundstig. Somuleiðis er fyritreytin fyri Framkomið stig, at felagið hevur Viðkað stig osv.


Íverksetan

Skipanin verður roynd í 2012 uttan at peningur verður latin feløgunum. Skipanin verður síðani eftirmett og justerað. Skipanin fær so gildið frá 2013 og peningur verður latin feløgunum við ársenda 2013.


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2015

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6