Leikaraumboðsmenn

Í løtuni eru tríggir føroyskir leikaraumboðsmenn á føroyska marknaðinum, Jákup í Stórustovu, Ólavur Waag Høgnesen og Hans Jacob á Líknagøtu.

Hvør kann virka sum leikaraumboðsmaður
Treytin fyri at virka sum leikaraumboðsmaður er tann, at viðkomandi hevur loyvi frá Fótbóltssamband Føroya, ella øðrum fótbóltssambandi, sum er limur í FIFA. Loyvið verður fingið á tann hátt, at FIFA skipar fyri eini roynd tvær ferðir um árið, í mars og september mánað. Verður royndin staðin, skal viðkomandi undirskriva eina umboðsmannayvirlýsing og stovna eina trygging, áðrenn loyvi verður útskrivað.
Minsta tryggingartal verður ásett av FSF og er í løtuni 2 mió. krónur. Harafturat metir umboðsmaðurin, um umsetningurin er so høgur, at hann eigur at hækka gjaldið. Krøv móti umboðsmanni verða ikki avmarkaði av ábyrgdartryggingini.
Tá ið loyvið er komið uppá pláss, kann umboðsmaðurin fara til verka.

Umboðsmannasáttmáli
Umboðsmaðurin kann bert umboða feløg ella leikarar, um hann hevur gjørt ein umboðsmanna sáttmála við tey. Umboðsmaðurin hevur ikki loyvi at seta seg í samband við leikarar sum hava sáttmála við annan umboðsmann.

Bert umboðsmaður við góðkendum loyvi kann nýtast
Spælari og felag kann bert nýta leikaraumboðsmann, sum hevur loyvi frá FSF ella onnkrum øðrum fótbóltssambandi, sum er limur í FIFA.
Omanfyrinevnda avmarking er ikki galdandi, um tann sum veitir hjálp er foreldur, systkin ella sambúgvi, og heldur ikki um spælari ella felag søkir hjálp frá sakførari, sum virkar í samsvar við galdandi reglugerð fyri sakførarar.
Tað er skylda leikaranna, at tryggja sær, at tann leikaraumboðsmaður, sum hann brúkar hevur eitt lógligt loyvisbræv. Undantikið omanfyrinevndu undantøk.
Um so er, at ein leikari letur seg umboða av einum umboðsmanni uttan loyvisbræv, kann FSF ella FIFA meta um, um avtalan yvirhøvur er bindandi.
Harafturat kunnu fylgjandi revsiatgerðir fremjast mótvegis spælaranum.
Felagið skal tryggja sær, at leikaraumboðsmaðurin sum umboðar ella samráðist við felagið hevur gildugt loyvi. Um hetta ikki verður fylgt kann felagið verða revsað fylgjandi:
a) Ávaring/átala
b) Nevndarlimir frákoyrdir
c) Bót
d) Sleppur ikki at handla við leikarum í einum tíðarskeiði
e) Sleppur ikki at luttaka í kappingum

Avtalur sum verða sgjørdar við “ólógligum” umboðsmonnum eru ógildigar. Fleiri revsiatgerðir kunnu fremjast samstundis.
 


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Effodeildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

Myndasavn

 

Leikaralistin 

 

 

 

Dreingir U16

 

Gentur U8

 

FSF Álmanakkin 2013

 

FSF Búðin

     

Dreingir U14

 

 

     

Media / Press

     

Dreingir U12

           
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U8