Dómaraútbúgvingin

Lær til leiðara - blív dómari!


Sum liður í at útbúgva fleiri dómarar til føroyskan fótbólt, skipar Fótbóltssamband Føroya á hvørjum ári fyri ymsum dómaraskeiðum. Flestu skeið verða hildin í FSF-húsinum í Havn, men tá undirtøkan og umstøðurnar annars tala fyri tí, verða dómaraskeið eisini hildin kring landið. Luttakari skal vera 15 ár ella eldri.

Dómaraútbúgvingin hjá FSF er skipað í fýra stigum, FSF-dómari, C-dómari, B-dómari og síðani A-dómari. Har afturat er eitt fyrireikingar skeið kalla Dómarin. Luttakararnir fáa innlit í fótbóltslógina, og seinni kunnu luttakararnir taka prógv sum FSF-dómari.

"Dómarin" er serliga hent tá heimaliðið skal áseta dómarar og hjálpardómarar til dystir. Skeiðið er 4 tímar teori og 1 tíma praktik, uttan próvtøku, og kunnu hesi skeið verða hildin í skúlum og feløgum kring landið.

Feløg, skúlar og onnur áhugaði fyri fótbóltslógini, er vælkomin at venda sær til Dómaraleiðaran hjá Fótbóltssambandinum um frálæru í fótbóltslógini og døming sum heild. Skeiðini Dómarin og FSF-dómarin, kunnu verða hildin á staðnum.

Afturat áðurnevndu skeiðum, sum eisini innihalda frálæru fyri hjálpar dómarar, HD 1, HD 2 og HD 3, er ætlanin at skipa fyri einum nýggjum skeiði sum serliga er ætla teimum sum satsa uppá at verða hjálpardómari, hetta skeiði kallast HD-dómari 4.

Áhugaði kunnu senda teldupost til lassin@football.fo.

Nær skeiðini fyri FSF-dómarar, C-dómarar, B-dómarar, A-dómarar og HD 4 verða, er ikki avgjørt enn. Men so skjótt hetta er greitt, verður kunngjørt her á síðuni.


Átak fyri at fáa fleiri dómarar


Ásannandi at tað er tørvur á nógv fleiri dómarum til at døma dystirnar sum Fótbóltssamband Føroya setur dómarar til, fer FSF nú gera átøk fyri at varpa ljós og at royna at kveikja áhugan fyri døming.

Endamálið við hesum er at fáa so nógva tøkar dómarar sum gjørligt. Okkara vón er at bæði feløg og einstaklingar taka væl undir við átakinum og vilja gera sítt ítasta fyri at fáa fólk at tekna seg til dómaraskeið, sum FSF skipar fyri.

Um feløg hava fleiri luttakarar so er møguleiki fyri at skeiðið kann haldast úti í feløgunum.

Sum liður í átakinum hava vit m.a. gjørt viðløgdu plakat, og fara vit at heita á tykkum at hanga hana upp á eitt sjónligt stað í felagshølum tykkara.

Vit vóna at hetta verður viðvirkandi til varpa ljós á døming og at fleiri tekna seg til skeiðini.

F.v.: Regin Egholm, Alex Troleis, Petur Reinert og Jan á Líðarenda


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

EFFO-deildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

FSF Álmanakkin 2015

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U16

 

Gentur U7 & U8

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2017

 

Dreingir U14

 

Gentur & dreingir U6

 

U16 Development Tour.

 

 

 

Landsliðsvirksemið 2017

 

Dreingir U12

     

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U7 & U8

           
     

Gentur & dreingir U6