- Øll skulu hava møguleika at menna seg sum heil menniskju.
- Allir partar innan fótbóltin hava sama virði.
- Tað at allir partar taka ábyrgd í felagsskapinum er útgangangsstøði fyri menningi.
- Samskifti, opinleiki, álit, fólkaræði, tolsemi, og Fair Play skal fremjast.
- Fótbóltur skal vera heilsufremjandi.
- Gleði skal eyðkenna fótbóltin.
- Trupulleikar sum finnast í samfelagnum í dag sum doping, rúsevnismisnýtsla, happing, rasisma, pedofeli, v.m eiga at verða havd í huga innan arbeiði hjá FSF.
Út frá virðisgrundarlagnum hava vit her sett nakrar meginreglur sum FSF/feløgini eiga at arbeiða eftir.
FSF ynskir at øll skulu hava eitt tilboð, likamikið:
- Evnir
- Ambitiónir
- Tørv
- Ynskir
Um hetta er veruleiki sæst best við at hyggja eftir:
- Hvussu nógv spæla fótbólt?
- Hvussu er tað býtt millum kynini?
- Hvussu stórur partur av teim ymisku árgangunum spæla?
- Spæla børn, vaksin, old boys & old girls?
- Er nokk av feløgum og vallum?
- Er nakað tilboð til fólk við breðki?
Fyri at lýsa støðuna, mugu hesi viðurskifti lýsast:
- Gera eitt yvirlit fyri hvørt øki (felag), soleiðis at man sær, hvussu nógv spæla fótbólt í Vági, Sandavági, etc.
- Gera eitt yvirlit yvir vallarumstøðurnar fyri tey ymisku feløgini.
- Gera eitt yvirlit yvir vøkstur/minking av leikaraum fyri tey ymisku feløgini.
- Gera eina kanning um, hví vøkstur ella minking í teimum ymisku feløginum?
Leikararnir skulu uppliva:
- Gleði
- Trivnað
- Nøgdsemi
Viðkomandi spurningar:
- Uppliva øll tað sum spæl á øllum stigum?
- Er tað stuttligt at spæla fótbólt?
- Kann lærdómur og spæl sameinast?
Kapping og dystir eru ein partur av fótbóltsspælinum, har m.a reglar, uppgávubýti og ábyrgdarbýti mennast.
Hetta gerst best við:
- Kappingar á líka føti, tvs. lið á nøkundlunda sama støði.
- Kappingar har góðskan er í lagi.
- Fair play er ein partur av spælinum.
Luttøka í fótbólti er útbúgving
Um hetta er veruleiki sæst best við at hyggja eftir:
- Hvussu nógv luttaka á venjara-, dómara- og leiðaraútbúgvingunum?
- Hvussu megna feløgini at fáa leikarar at halda fram sum venjarar, leiðarar og dómarar?
- Í hvønn mun merkja tey, sum eru við í fótbólti, at tey mennast sum mennisku?
- Kann tað, sum tey læra innan fótbólt, brúkast aðrastaðni?
Luttøka í fótbólti er persónlig menning
Luttøka í fótbólti sum venjari, leiðari,dómari og spælari viðførir møguleikar fyri persónligari menning.
Um hetta er veruleiki sæst best við at hyggja eftir:
- Um tann einkulti persónurin upplivir eina persónliga menning.
- Talið av venjarum, leiðarum dómarum og leikarum sum halda áfram at virka.
Fótbóltur er eisini handil
Hvussu megna feløgini tað:
- Virka landslið og felagslið á góðum handilsligum grundarlagi?
- Hvussu arbeiða feløgini fyri at styrkja seg fíggjarliga?
- Hava feløgini lætt við at fáa sponsorar?
- Hvussu er samarbeiðið við fjølmiðlarnar?
- Hava feløgini nógvar áskoðarar?
Fótbóltur eigur at luttaka í almanna kjakinum, tá ið fótbóltur og ítróttur annars er á skránni.
Fótbóltur eigur at vera ein viðspælari, tá tað ræður um:
- doping
- rúsevnismisnýtsla
- happing
- rasisma
- harðskapi
- pedofeli
Hetta kann lýsast útfrá:
- Í hvønn mun eydnast tað FSF og feløgunum at fáa umboð í viðkomandi nevndir, lokalt, landsdekkandi og altjóða?
- Eydnast tað at føra ein sjónligan ítróttar politikk?
- Hvussu er samarbeiði við skúlar og útbúgvingarstovnar?
Mangan verður havt á munni, at føroyskur fótbóltur er ein tann besti ambassadørur sum Føroyar eiga.
Tí mugu vit eisini seta spurningar sum:
- Hvussu klára tey ymisku landsliðini seg í altjóða fótbólti?
- Hvussu klára tey ymisku feløgini seg í altjóða fótbólti?
- Hvussu nógvir áskoðarar eru til dystirnar?
- Hvussu klára føroyskir leikarar seg í útlandinum?
- Hvussu klára føroyskir dómarar seg í úlandinum?
- Hvussu klára føroyskir venjarar seg í útlandinum?
Um fótbóltur skal støðugt mennast, er tað av týdningi, at omanfyrinevndu punkt regluliga verða eftirmett hvørt sær og annars endurskoðaði.
Landsliðini |
Kappingar og úrslit (menn) |
Kappingar og úrslit (kvinnur) |
Útbúgvingar og tiltøk |
FSF |
|||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
|
|||||||||
|
|||||||||