eFótbóltur

 

Vilt tú umboða Føroyar?

 

Føroyar eru við í nýggju, altjóða fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2020. Kappast verður í telduspælinum eFootball PES2020, og í november skulu føroysku e-landsliðsleikararnir finnast í kapping, sum FSF og Føroya Tele skipa fyri í felag

 

Lat teg í føroysku litirnar og verð kanska Føroya fyrsti e-landsliðsleikari í fótbólti. Nýggja fótbóltskappingin hjá UEFA, eEURO 2020, er ein e-fótbóltskapping, har øll 55 UEFA-limalondini fara at dystast í telduspælinum eFootball PES2020 um at vinna evropameistaraheitið í e-fótbólti.

 

eEURO 2020

Kappingin verður skipað við eini undankapping á netinum í vár og einum endaspæli, sum verður í London í juli 2020. Endaspælið í eEURO 2020 verður spælt samstundis, sum hálvfinalurnar í EM-endaspælinum eru á skránni í London. Vinnarin av eEURO 2020 strýkur avstað við atgongumerkjum til EM-finaluna á Wembley og eini peningaligari upphædd. UEFA rindar fyri ferðing og uppihaldi hjá øllum, ið kvalifisera seg til eEURO 2020-endaspælið.

 

FM í e-fótbólti

Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá føroyska e-fótbóltslandsliðnum, og í felag fara FSF og Føroya Tele at skipa fyri føroysku kappingini, har nýggju føroysku e-landsliðsleikararnir skulu finnast. Kappingin verður í november, og hon er samstundis fyrsta Føroyameistarakappingin í e-fótbólti.

 

Kappingin verður skipað soleiðis, at innleiðandi umfør verða á skránni í Saltangará, Sørvági, Klaksvík, Tvøroyri og Havn, meðan finalan verður spæld í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík. Í Sørvági verður húsið hjá 07 Vestur karmur um eitt innleiðandi umfar, meðan hini innleiðandi umførini vera í handlunum hjá Føroya Tele kring landið.

 

Kappingin verður skipað í tveimum aldursbólkum; einum bólki fyri tey, sum eru 15 ár og yngri, og einum fyri tey, sum eru 16 ár og eldri. Vinnarin av aldursbólkinum 16 ár og eldri verður Føroyameistari í sínum aldri og sleppir at umboða Føroyar í eEURO 2020-undankappingini, meðan vinnarin av aldursbólkinum 15 ár og yngri verður Føroyameistari í sínum aldursbólki.

 

eEURO 2020-undankapping

UEFA hevur sett sum krav, at luttakararnir í eEURO 2020-undankappingini eru 16 ár ella eldri, men fyri at varðveita spenningin og geva teimum, ið eru 15 ár og yngri, møguleika at luttaka, hava FSF og Føroya Tele tikið avgerð um at hava hesa kapping um somu tíð.

 

Tey innleiðandi umførini verða skipað við bólkaspæli og síðani ”knockout”-dystum. Teir tríggir leikararnir, sum vinna hvørt innleiðandi umfar, kvalifisera seg til finaluna, ið verður skipað á sama hátt við bólkaspæli og ”knockout”-dystum, inntil Føroyameistarin í e-fótbólti er funnin.

 

FM og aðrir vinningar

Umframt at vinna steyp og Føroyameistaraheitið, verður kappast um spennandi vinningar. Vinnarin av hvørjum innleiðandi umfari fær eina e-landsliðstroyggju við egnum navni á. Vinnarin av aldursbólkinum 16 ár og eldri skal umboða Føroyar, meðan vinnarin av aldursbólkinum 15 ár og yngri vinnur tvey landsliðskort til landsdystirnar á Tórsvølli í 2020 og eina Samsung-snildfon frá Føroya Tele.

 

Dagfesting og stað

Her verða innleiðandi umførini og finalan í føroysku kappingini spæld:

 

- Innleiðandi umfar: Hósdagin 21. november 2019 (handilin hjá Føroya Tele í Saltangará)

 

- Innleiðandi umfar: Fríggjadagin 22. november 2019 (húsið hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági)

 

- Innleiðandi umfar: Leygardagin 23. november 2019 (handilin hjá Føroya Tele í Klaksvík)

 

- Innleiðandi umfar: Mánadagin 25. november 2019 (handilin hjá Føroya Tele á Tvøroyri)

 

- Innleiðandi umfar: Týsdagin 26. november 2019 (handilin hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn)

 

- Finala: Leygardagin 30. november 2019 (høvuðssætið hjá Føroya Tele í Hoyvík)

 

-----

 

Kappingarreglur

- Hvør dystur er 10 minuttir í alt; hvør hálvleikur er 5 minuttir.

 

- Leikt verður fyrst innleiðandi bólkaumfar og síðani knockout.

 

- Um javnt er í stigum, verður fylgjandi nýtt: Málmunur, skorað mál, innanhýsis dystur og annars verður nýggjur dystur leiktur.

 

- Er javnt aftaná vanliga leiktíð í knockout-dysti, verður dysturin avgjørdur við longdari leiktíð og brotssparkskapping um neyðugt.

 

- Tað er ikki lov at drála.

 

- Tað er ikki lov at forstýra myndina hjá mótleikarum á ein og hvønn hátt.

 

- Um ein leikari fer avstað, áðrenn kappingin er liðug, verður viðkomandi dømdur at tapa allar dystirnar 0-3.

 

Kunning

- Leikt verður á PS4 við vanligari leikferð og myndavinklinum ”Tele”

 

- Í innleiðandi umfarinum er frítt at velja lið. Í finaluni hjá 16 ár og eldri skulu allir leikarar velja Føroyar.

 

- Um ein teldustýrari er óvirkin, verður dysturin steðgaður og teldustýrarin útskiftur. Um ein teldustýrari hevur brek, men leikarin velur at spæla víðari, kann ikki klagast um hetta seinni.

 

Fair play

- Vit vænta, at allir leikarar vísa fyrimyndarligan atburð.

 

- Tað er ikki lov at niðurgera aðrar leikarar ella á nakran hátt at brúka niðrandi orð og vísa niðrandi atburð. Hetta kann hava burturvísing við sær.

 

-----

 

Tilmelding

Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

-----

 

Dagført: 3. oktober 2019


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7