Skeið innan fyrisiting / umsiting

Sum partur av menningini av føroyskum fótbólti og føroysku fótbóltsfeløgunum, fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri árligum skeiðum innan fyrisiting.

 

23. februar 2019 - KT loysnir

Kunning og frálæra um Comet og Intranet

 

Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF

 
Apríl 2019 - Fíggjar- og tryggingarviðurskifti

Frálæra um fíggjarviðurskifti innan roknskap, skat og meirvirðisgjald (mvg), og frágreiðing um tryggingarmøguleikar í ítróttarfeløgum

 

Dato

3. apríl 2019 á Tvøroyri

9. apríl 2019 í Klaksvík

10. apríl 2019 í Tórshavn

 
September 2019 - Bygnaður

Frálæra um, hvussu fótbóltsfeløg kunnu skipast

 
2020 - Intranet

Frálæra um Intranet-skipanina. Skeiðini varða í hálvan annan tíma, og eru ætlað nevndarlimum, samskiparum og øðrum ábyrgdarpersónum. Skeiðini verða hildin eftir nærri avtalu

 
Januar / mars 2020 - Nýggj/ur í nevnd

Dato: 29. januar 2020 kl. 17:00 til 20:00 á Eiði
Dato: 30. januar 2020 kl. 17:00 til 20:00 í Tórshavn

 

Skeiðið verður eisini í Suðuroy, men verður hildið eftir nærri avtalu við feløgini í oynni


Tímar: 3

 

Málbólkur: Nýggir nevndarlimir

Skeiðslýsing: Endamálið við skeiðnum er at geva nýggjum nevndarlimum kunning um virksemið í føroyska fótbóltsheiminum. Millum annað við kunning um evstamørk.

Skeiðið tekur útgangsstøðið í leiðsluhondbókini hjá FSF, ið eisini verður útflýggjað í samband við skeiðið.

 
Februar 2020 - Samskifti

Dato: 29. februar 2020 kl. 09:00 til 15:00 í Tórshavn


Tímar: 6

 

Málbólkur: Nevndarlimir og onnur við ábyrgd av miðling av felagnum

Skeiðslýsing: Fótbólturin hevur stóran áhuga millum flestu føroyingar og tí hava miðlarnir hvønn dag fokus á virksemið, sum fer fram í feløgunum kring landið.

Hetta kann tí hava við sær, at ábyrgdarbólk í feløgunum kunnu enda í miðlunum sum partur av størri ella minni kreppum, sum felagið er komið í.

Skeiðið skal geva felagnum nøkur amboð til, hvussu hendan støðan kann handfarast á bestan hátt.

Undirvísarar á skeiðnum verða Páll Holm Johannesen og Leivur Fredriksen, ið báðir hava drúgvar royndir innan føroyska miðlaheimin.

Á skeiðnum verður eisini komið inn á, hvussu felagið á bestan hátt kann miðla seg á heimasíðu og sosialum miðlum, og hvussu heimasíða og sosialir miðlar kunnu nýtast til at lýsa stóra virksemið hjá felagnum.

 
Februar 2020 - Comet

Dato: 17. februar 2020 kl. 17:00 til 20:00 í Tórshavn

 

Tímar: 3

 

Málbólkur: Samskiparar

 

Skeiðslýsing: Comet er kappingarskipanin hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum millum annað verður brúkt til dystarfyriskipan og leikaraloyvir.

Skeiðið inniheldur frálæru til samskiparar um, hvussu hendan skipan verður nýtt.

NB! Tað er sera týdningarmikið, at allir nýggir samskiparar luttaka á skeiðnum.

 
Apríl / mai 2020 - Europa Cup

Kunning um ymisk viðurskifti, sum feløgini hava ábyrgd av í samband við altjóða dystir. Skeiðini varða í tríggjar tímar, og verða hildin eftir nærri avtalu

 
Mai 2020 - Sjálvboðin

Hvat kann gerast, fyri at fáa fleiri sjálvboðin at taka lut í feløgunum, og hvat kann gerast fyri at varðveita tey, sum gera sjálvboði arbeiði í felagnum

 
November 2020 - Sponsorar

Frálæra um, hvussu feløg kunnu fáa fleiri sponsorar / stuðlar, og hvussu feløgini kunnu gera, fyri at varðveita verandi sponsorarnar / stuðlarnar

 

-----

 

Dagført: 5. desember 2019


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7