Vetrarkapping 2019 / 2020

Aftur í vetur verður skipað fyri uttandura vetrarkapping fyri U18 gentur, U17 dreingir og U15 dreingir og U15 gentur, um nóg stórur áhugi er.

 

Aldursbólkar

Aldursbólkarnir í kappingini 2019-20 eru:

 

- U15 dreingir og U15 gentur er árg. 2005-2006

- U17 dreingir er árg. 2003-2004

- U18 gentur er árg. 2002-2003-2004

 

Kappingar verða leiktar leygardagar og sunnudagar, tó er ætlanin í størstan mun leika sunnudagar, um tað letur seg gera.

 

Byrja verður í novembur 2019 og seinastu kappingarnar verða um mánaðarskiftið januar/februar 2020

 

Nærri fráboðan um leikstaðir og ábyrgdarfeløg verða send feløgunum seinni.

 

Fyriskipan

FSF skipar fyri kappingini í samstarvi við luttakandi feløgini.

Uppgávan hjá FSF er m.a. at:

- Lýsa við kappingini og taka ímóti tilmeldingum

- Krevja luttøkugjaldið

- Saman við feløgunum gera eina kappingarskrá fyri hvørt umfar og fyri kappingina sum heild

 

Uppgávan hjá feløgunum er at skipa fyri øllum praktiskum viðurskiftum, tá kapping/dystur er á teirra heimavølli. Eitt nú:

- Útvega dómarar

- Geva dystarboð

- Skráseta úrslit í Comet ella lata FSF tey beint eftir kappingina

- Hava hóskandi bóltar

- Skapa karmar, so leikarar, leiðarar og avvarandi hava hóskandi umstøður.

 

Tilmelding / luttøkugjald

Tað er ein tilmelding, og hon er galdandi fyri alla kappingina.

Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri hvørt lið, sum luttekur í vetrarkappingini.

 

Samskipari

Hvørt felag skal hava ein kontaktpersón/samskipara. Hesin stendur eitt nú fyri innanhýsis samskiftinum og samskiftinum millum felagið og FSF/onnur feløg viðvíkjandi vetrarkappingini.

Harumframt kann, um felagið ynskir tað, hvørt lið hava sín kontaktpersón.

Hjá FSF er tað Sunniva Kollslíð, sum er samskipari.

 

Døming / dómarar

Felagið, sum skipar fyri kappingini, útvegar dómarar til kapping/dystir.

 

Uppmøting

Tað er sera umráðandi, at lið, sum hava meldað seg til kappingina, møta upp.

Er tað soleiðis, at felag av einari ella aðrari orsøk ikki fær manna lið til eina kapping, er umráðandi at seta seg í samband við “ábyrgdarfelagið” og FSF um hetta í góðari tíð.

FSF skilar sær rætt til at koyra lið úr kappingini um uppmøtingin ikki er nøktandi/manglandi fráboðan um avboð. Ein møguleiki er eisini, at lið, sum ikki møtir upp, missir stig.

 

Fótbóltssamband Føroya


                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

WU17 Qualifying Round

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7