Nýggjastu tíðindini

Sølvi: Deiligt at vera við aftur

14-11-2018

Meinhard avloysir Jóan Símun

12-11-2018

Føroyar nummar 44 og 95

11-11-2018

Fýra broytingar á A-landsliðnum

09-11-2018

Fróði: Tað hevur verið ein æra

09-11-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 7. august 2016

Kvinnurnar vinnarar av Baltic Cup 2016

Við 3-1 sigri á Lettlandi staðfestu føroysku kvinnurnar, at tær vóru besta lið í Baltic Cup 2016. Málini í seinasta dystinum skoraðu Olga Kristina Hansen, Maria K. Thomsen og Milja R. Simonsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Lettlandi. Úrslitið gjørdist 3-1 til Føroyar, og tað hevði við sær, at føroyska liðið er vinnarar av Baltic Cup 2016 - Mynd: Doris í Garði Olafsdóttir

- Vit hava lært nógv í kappingini, sum vit kunnu taka við okkum víðari. Og at vit at enda vinna kappingina er jú bara stuttligt og ein góð byrjan uppá hesa ”nýggju byrjanina” við kvinnulandsliðnum, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, eftir at Føroyar vunnu Baltic Cup 2016.

Sunnudagin spældi føroyska kvinnulandsliðið triðja og seinasta dystin í Baltic Cup, sum seinastu dagarnar hevur verið spælt í Riga í Lettlandi. Fyrsti dysturin endaði við javnleiki 2-2 ímóti Estlandi, og síðani vunnu okkara kvinnur 1-0 á Litava. Sigurin í triðja dystinum, sum var ímóti vertunum úr Lettlandi, hevðí tískil við sær, at Føroyar vunnu kappingina.

Tað byrjaði eisini væl ímóti lettlendsku kvinnunum. Føroyska liðið sat á tí mesta av spælinum í fyrra hálvleiki, og beint áðrenn steðgin legði Olga Kristina Hansen Føroyar á sigurskós.

Aftaná hvíldina hildu okkara kvinnur fram við at hava leikligan yvirvág, og við málum frá Mariu K. Thomsen og Milju R. Simonsen kom føroyska liðið á odda 3-0. Men eftir hetta kom lettlendska liðið meir við í dystin, og minkaðu løtu seinni um munin, og vóru eisini nær við at fáa fleiri mál. Men nærri enn 3-1 komu vertirnir ongantíð.

- Okkara kvinnur vóru merktar av møði seinastu tíggju minuttirnar, men kempa kortini sera væl, og vinna eisini fult uppiborið, sigur Pætur Clementsen at enda úr Riga.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar mánadagin.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7