Nýggjastu tíðindini

24 spælarar til landsliðsvenjing

17-10-2018

U21: Føroyar hjálptu Danmark til EM

16-10-2018

U19: Endaðu við teprum tapi

16-10-2018

Gentur U17: Taptu 5-1 fyri Kekkia

16-10-2018

Væl eydnað tiltak fyri tilflytarabørn

16-10-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 26. oktober 2016

U17-dreingirnir hava skrivað søgu

Við at spæla javnleik 2-2 ímóti Luksemborg, samstundis sum Kekkia og Sveis spældu javnleik 3-3, hevur føroyska U17-landsliðið við dreingjum spælt seg víðari til næsta undanumfar

Føroyski U17-hópurin, ið hevur spælt seg víðari til elitu-umfarið, sum verður í februar-mars mánaða komandi ár - Mynd: www.fsf.fo

- Hetta er heilt fantastiskt, og tað er torført at seta orð á tær kenslur, sum vit uppliva beint nú, sigur Áki Johansen, ið saman við Pól F. Joensen stendur á odda fyri føroyska U17-landsliðnnum við dreingjum.

26. oktober 2016 fer í søguna sum ein av stóru fótbóltsdøgunum hjá Føroyum. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt ungdómslandslið megnað at spælt seg víðari úr einari undankapping.

Í seinasta umfarinum í undankappingini møttust Føroyar og Luksemborg, og Kekkia og Sveis. Tórur Jacobsen legði Føroyar á odda 1-0 og 2-0, men tá avtornaði gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Men av tí at Kekkia og Sveis spældu javnleik 3-3, gjørdust Føroyar nummar 2 í bólkinum, ájavnt í stigum við Kekkia, sum bleiv nummar 3.

Sostatt hevur føroyska U17-liðið, sum tað fyrsta nakrantíð, spælt seg víðari til úrvals-umfarið, sum verður spælt í februar ella mars mánaða komandi ár.

- Nú hava vit verið við í nógv ár, og tað hevur ongantíð áður eydnast at spælt okkum víðari. So hetta kennist eitt sindur fremmant og óveruligt. Ísurin er nú brotin, og vegurin at spæla seg víðari er nú opin, sigur Áki Johansen, og leggur afturat, at til hesa kappingina væntaðu teir sterka mótstøðu.

- Áðrenn kappingina vórðu Kekkia og Sveis styrkismett ávikavist nummar 8 og 14, meðan vit vóru styrkismettir sum nummar 41. Men allir í hópinum hava verið heilt fantastiskir, teir hava víst ein framúr hugburð, so hetta hava teir av álvara uppiborið, sigur Áki Johansen at enda við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyska liðið ímóti Luksemborg
1. Bárður á Reynatrøð (GK), 2. Sjúrður Pauli Nielsen, 3. Gundur P. Ellingsgaard (18. Sølvi Sigvardsen, 73’), 4. Dann Fróðason, 5. Fróði P. Rasmussen (C), 6. Magnus Holm Jacobsen, 7. Hanus Sørensen, 8. Asbjørn Heðinsson, 9. Stefan Radosavlevic, 10. Lukas Giessing (17. Sveinur Lava Olsen, 55’) og 15. Tórur Jacobsen (14. Filip í Liða, 80+2’)

Eykaleikarar
12. Bjarti Vitalis Mørk (GK), 11. Jógvan Petersen, 13. Steffan A. Løkin og 16. Símun Sólheim

Venjarar
Áki Johansen og Pól F. Joensen

 

Tórur Jacobsen, ið skoraði bæði málini ímóti Luksemborg - Mynd: Jákup Martin Joensen

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7