Nýggjastu tíðindini

19 venjarar staðið B-útbúgvingina

17-06-2019

Familjufótbóltur í góðveðrinum

13-06-2019

Vit hava brúk fyri sensatiónini

11-06-2019

Norðmenn kendu sína vitjunartíð

11-06-2019

Vi kommer til å knuse dere, Norge

10-06-2019

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 18. mai 2019

FC Hoyvík fingið landsliðsspælarar

Hoyvíkingarnir, Óli Mittún og Høgni Heinason, sum báðir eru úttiknir til U15-landsliðið, hava við hesum skrivað søgu. Teir eru nevniliga fyrstu landsliðsspælarar, ið koma úr FC Hoyvík

Óli Mittún og Høgni Heinason eru fyrstu spælarar úr FC Hoyvík, ið hava fingið landsliðsboð. Seinni í mánaðinum fara teir til Danmarkar við U15-landsliðnum - Mynd: FC Hoyvík / Facebook

Seinni í hesum mánaðinum fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til EFB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark. Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U15-dreingjunum, og fyrr í vikuni kunngjørdi hann hópin, ið er úttikin til komandi kapping í Esbjerg.

 

Og fyri fyrstu fer nakrantíð hava tveir spælarar úr FC Hoyvík fingið landsliðsboð. Talan er um Óla Mittún og Høgna Heinason.

 

- Vit eru sjálvandi ótrúliga glaðir fyri at verða úttiknir til landsliðið, og tað er við stórum spenningi, at vit síggja fram til kappingina í Danmark, siga nýklæktu landsliðsspælararnir hjá FC Hoyvík við heimasíðuna hjá FSF, og leggja afturat, at vónandi verða upp aftur fleiri spælarar úr FC Hoyvík, sum í framtíðini sleppa at umboða Føroyar.

 

Hópurin

Jón Petur M. Thomsen, NSÍ

Emil Elmelund Hansen, HB

Ólavur J. Poulsen, Víkingur

Jónatan Nattestad, 07 Vestur

Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur

Markus á Lakjuni, ÍF

Suni Herman J. Petersen, B71

Hanus Højgaard, B68

Óli Mittún, FC Hoyvík

Jákup Nesá, B68

Thomas Bjørn S. Miezan, HB

Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur

Hans Pauli á Bø, EB/Streymur

Marius Árting Allansson, B36

Ári Arnason, AB

Høgni Heinason, FC Hoyvík

Carl Mikkelsen, B36

Tobias Elmelund Hansen, HB

 

Umframt føroyska landsliðið, eru lið úr Danmark og hinum norðanlondunum eisini við í EFB Spar Nord Elite Cup, og okkurt ár hava lið úr Týsklandi eisini luttikið.

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2019

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2019

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7