Nýggjastu tíðindini

Atgongumerkjasølan gongur væl

12-12-2018

Eli: Spennandi og áhugaverdur bólkur

11-12-2018

U21: Byrja heima móti Kasakstan

11-12-2018

Betri Deildin 2019 er nú skipað

11-12-2018

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin

07-12-2018

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 9. apríl 2013

Heidi sendi føroysku kvinnurnar víðari

Við tveimum málum frá Heidi Sevdal vann føroyska kvinnulandsliðið í dag 2-1 ímóti Georgia og hevur harvið spælt seg víðari í undankappingini

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt landslið spælt seg víðari úr einari undankapping, eftir at føroyska kvinnulandsliðið í dag vann 2-1 ímóti Georgia.

Undan dystinum var nokk við einum stigi, men við tveimum málum frá Heidi Sevdal, eitt í hvørjum hálvleiki, fingu føroysku kvinnurnar sigurin og øll trý stigini.

Eftir dystirnar ímóti Montenegro, Litava og Georgia hevur føroyska liðið fingið 7 stig, skotið 6 mál, meðan 4 ferðir er skorað ímóti føroyska kvinnulandsliðnum. Heidi Sevdal hevur skotið fýra mál fyri Føroyar, meðan Rannvá B. Andreasen og Íðunn Magnunssen hava gjørt hvør sítt mál í kappingini í Litava.

Seinni í dag spæla Litava og Montenegro seinasta dystin í kappingini. Vinnur Montenegro dystin verða tær nummar 1 í bólkinum, meðan føroyska liðið endar á 2. plássi.

Men av tí at tvey lið fara víðari til enn eina undankapping, sum verður skipað eftir sama leisti sum við undankappingini hjá monnum, er longu greitt, at Føroyar hava tryggjað sær víðari luttøku.

Týsdagin 16. apríl verður lutakast um, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu møta í HM-undankappingi, sum byrjar í september mánaða.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar seinnapartin í morgin, mikudagin.

Føroyska liðið í dag:
1. Randi Wardum, 3. Fríðrún Danielsen, 5. Bára S. Klakstein, 6. Eyðvør Klakstein (15. Doris í Garði Olafsdóttir, 89.min), 7. Rakul M. Johannesen, 8. Malena Josephsen (liðs.), 10. Heidi Sevdal, 12. Liljan av Fløtum Petersen, 13. Íðunn Magnussen (4. Lív Arge, 89.min), 14. Oddrún Danielsen og 17. Olga Kristina Hansen (9. Rannvá B. Andreasen 60.min).

Á bonkinum:
1. Nina Davidsen, 2. Maria K. Thomsen, 18. Laila Pætursdóttir og 11. Ansy Sevdal.







Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Betri Deildin (m.)

 

Betri Deildin (kv.)

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U18

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U15 - 1/1 vøll

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U15 - 1/2 vøll

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

U21

 

Gentur U13

 

FSF Álmanakkin 2018

 

Leikaralistin 

 

Gentur U15

 

Dreingir U17

 

Gentur U11

 

Túnabóltur / Street Soccer

 

FSF Búðin

 

Landsliðsskráin 2018

 

Dreingir U15

 

Gentur U9

 

U17 Nordic Tournament 2018

 

 

 

 

 

Dreingir U13

 

Gentur U7

 

Fótbóltslógin 

   
     

Dreingir U11

           
     

Dreingir U9

           
     

Dreingir U8

           
     

Dreingir U7