Nýggjastu tíðindini

NSÍ heldur fast um oddasessin

19-05-2013

FSF stuðlar 3-2 hjá Kringvarpi Føroya

17-05-2013

Fótbóltsskúlarnir verða í juni og juli

17-05-2013

Gamal klassikari á Tvøroyri mánadagin

15-05-2013

J&K Petersen hevði lægsta boð

14-05-2013

Sí eldri tíðindi

Melda til tíðindabræv

Navn

Teldupostur

Categories

Tíðindi - 5. august 2012

07 Vestur tók oddasessin

1. deild menn: Vágamenn eru nú fremstir í næstbestu deildini hjá monnum, eftir at 07 Vestur í 18. umfari vann 2-1 á AB

Fult umfar í 1. deild hjá monnum er spælt um vikuskiftið, og í Sørvági var talan um toppdyst, har 07 Vestur tók ímóti AB.
Undan dystinum vóru argjamenn fremstir, men tað var bara málmunurin ið skilti partarnar. Og nú øll liðini í næstfremstu deildini hava spælt 18 dystir, er 07 Vestur á odda.

Nýggju menninir gjørdu mun
Beint áðrenn flytingargluggin hjá FSF lat aftur, styrktu vágamenn seg við Hørður Askham úr B36, og Brian Olsen úr EB/Streymi. Og hetta skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð hjá 07 Vestur.
Tá dysturin í Sørvági móti AB var 10 minuttir gamal, legði Hørður Askham 07 Vestur á odda, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin økti Brian Olsen til 2-0 fyri heimaliðið.
Stutt inn í seinna hálvleik svaraði AB aftur, tá Bjartur Kjærbo minkaði um munin. Men nærri komu argjamenn ikki.

Úrslit, 18. umfar:
B68 - EB/Streymur 0-3
07 Vestur - AB 2-1
Víkingur - NSÍ 4-0
HB - Skála 2-3
KÍ - B71 5-4

Eftir 18. umfar er 07 Vestur fremst við 43 stigum, trý stig frammanfyri AB. Nummar 3 er Skála við 36 stigum.
19. umfar í 1. deild hjá monnum verður spælt mánadagin 13. august.

Støðan 1. deild menn

Aftur
                   
 

Landsliðini

 

Kappingar og úrslit (menn)

 

Kappingar og úrslit (kvinnur)

 

Útbúgvingar og tiltøk

 

FSF

 

Menn A

 

Effodeildin

 

1. deild

 

Venjarar

 

Søgan

 

Menn U21

 

1. deild

 

2. deild

 

Dómarar

 

Starvsnevndin

 

Dreingir U19

 

2. deild

 

Steypakappingin

 

Stjørnufótbóltur

 

Starvsfólk

 

Dreingir U17

 

3. deild

 

Old Girls

 

Fótbóltsskúlar

 

Limafeløg

 

Dreingir U15

 

Løgmanssteypið

 

Gentur U17

 

Leikaramenningin

 

Oyðubløð

 

Kvinnur A

 

Old Boys +45

 

Gentur U14

 

Grassroots

 

Lógir og reglur

 

Gentur U19

 

Old Boys +35

 

Gentur U12

 

Dómarayvirlit

 

Kæruúrskurðir

 

Gentur U17

 

Dreingir U18

 

Gentur U10

 

Myndasavn

 

Leikaralistin 

 

 

 

Dreingir U16

 

Gentur U8

 

FSF Álmanakkin 2013

 

FSF Búðin

     

Dreingir U14

 

 

     

Media / Press

     

Dreingir U12

           
     

Dreingir U10

           
     

Dreingir U8